Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nýggjársaftan fyllir Bjarni Rubek Nielsen í Snoldelev í 60 ár. Bjarni er havnarmaður, føddur í Keypmannahavn 31. desember 1944. Hann vaks upp í Havn, bleiv útbúgvin tekniskur assistentur í 1967 og radio- mekanikari í 1968. Hann lærdi til radiomekanikara á radioverkstaðnum hjá Oli- ver Næss við Hoydals- vegin. Í 1968 læt hann upp eina kenda grillbarr í N. Fins- ensgøtu í Havn, sum hann hevði í mong ár. Frá 1972-76 arbeiddi hann á Loranstøðini á Eiði. Hann koyrdi eisini nógv hýruvogn á bilstøðini Auto bæði sum avloysari og við egnum hýruvogni. Síðan 1978 hevur Bjarni búð í Danmark, har hann hevur lært til elektronikk- teknikara. Hann arbeiddi í mong ár sum tænastustjóri á eini fyritøku sum selur bil- stereoanlegg. Bjarni hevur altíð verið virkin innan svimjing og fimleik, bæði tá hann búði í Føroyum og síðan hann flutti til Danmarkar. Hann hevur luttikið í nógvum kappingum og er eitt nú nevndarlimur í Roskilde Atletklub. Foreldrini hjá Bjarna vóru: Kathrina, f. Joensen, ættað úr Sørvági, og Børge Rubek Nielsen úr Havn. Bjarni er giftur við Rig- mor, f. Østergaard, og tey eiga fýra børn: Bergur, 27 ár, Peter, 14 ár, Kathrine, 10 ár, og Anne Sofie, sum fyllir 7 ár mikudagin. Fam- iljan býr Snoldelev, 10 km uttan fyri Roskilde. Føðingardagurin verður hildin nýggjársaftan. Adressan hjá Bjarna er: Engsdraget 10, DK-4621 Gadstrup. Tel. 0045 51969211. 1. januar 2005 hevur Klæmint Weihe, stjóri, 25 ára starvsdag hjá elfelagn- um SEV. Klæmint er 54 ára gamal og sørvingur. Eftir at hava tikið realskúlaprógv kom hann til Havnar, har hann fór í læru sum radiomekan- ikari hjá Marstein brøðr- unum í Havn frá 1967-71. Síðan fór hann til Dan- markar at lesa til veik- streymsverkfrøðing, og varð hann liðugur við hesa útbúgving í 1976. Frá 1977-79 arbeiddi hann sum verkfrøðingur í Danmark hjá fyritøkunum Datasaab og Chr. F. Rovsing. 1. januar 1980 fekk hann starv sum verk- frøðingur hjá elfelagnum SEV í Havn, og síðan 1983 hevur hann verið stjóri á SEV og verið limur í um- boðsráðnum hjá SEV. Hann hevur verið nevnd- arlimur í t.d. Føroya Banka, Hitafelagnum og Fjarhita- felagnum og í P/f Vága- tunnlinum, har hann var formaður. Seinastu tíðina hava vit hoyrt mest um Klæmint sum nevndarformann í Smyril Line. Klæmint er sonur Karo- linu, f. Joensen, og Petur Weihe í Sørvági. Hann er giftur við Ketty, f. Dam, úr Havn, tey eiga tvey børn: Karin, sum býr í Holbæk, og Heðin, sum býr í Havn. Í sambandi við starvs- dagin verður almenn mót- tøka hjá SEV við Landa- vegin fríggjadagin 7. januar 2005. Bjarni Rubek Nielsen 60 ár Klæmint Weihe, stjóri: 25 ára starvsdag hjá SEV Leygardagin 15. mai 2004 læt Bilfríðkan upp stóra brúktbila- sølu á Hjalla við góðum brúktum bilum, og mikudagin 29. desember varð brúkti bilur nr. 100 seldur Tá Eli Davidsen í Æðuvík, saman við familjuni, kom til Bilfriðkan á Hjalla at heinta sín Toyota Avensis stationcar 2,0 diesel frá 2001 seinasta mikudag, visti hann ikki, at hann var kundi nr. 100 hjá brúktbila- deplinum Bilfríðkan á Hjalla. Í hesum sambandi hand- aði stjórin, Ludvík Peter- sen, honum eitt blómutyssi og eitt gávukort frá ferða- skrivstovuni Faroe Travel, sum var ein apex-ferðaseðil til Danmarkar við Atlantic Airways. Eli Davidsen arbeiðir sum timburmaður í Dan- mark, so gávukortið kom væl við hjá honum. Ludvík Petersen sigur, at sølan av bruktu bilunum hevur gingið nógv betur enn væntað. Hann roknaði við at selja umleið tveir bilar um vikuna, men hig- artil í ár hevur hann selt umleið fýra bilar um vik- una. Hann heldur at ein orsøk til góðu søluna kann vera, at fyritøkan virkar sum ein brúktbiladepil við góðum brúktum bilum, og at hann hevur lagaliga fígging. Umstøðurnar eru góðar, og nógv ferðsla er inn á Hjalla, sum er tætt við høvuðsvegin til og frá Havnini. Eisini er nógv ferðsluni til nærmastu grannarnar, Litaval og Brennistøðina á Hjalla. Við tað at tað er sera friðarligt í januar, hava vit valt at fara í vetrarfrí, og fyritøkan verður tí stongd frá 6. til 24. januar 2005, sigur Ludvík Petersen. Mikudagin 29. desember varð brúkti bilur nr. 100 seldur hjá Bilfríðkan á Hjalla. Eigarin av bilinum var Eli Davidsen í Æðuvík, sum her fær eitt gávukort og blómuryssi frá stjóranum Ludvík Petersen (v.m.). Á myndini eru eisini Fía Rubeksen og sonurin, Jógvan Martin Mynd: Jens Kristian Vang Bilfríðkan á Hjalla: Eli Davidsen keypti bil nr. 100