fríggjadagur 31. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 251 - 31. desember 2004
– Hvør hevði verið
fyrsta avgerðin tú
tók, um tú slapp at
sita í
løgmannsstólinum í
2005? Hendan
spurningin settu vit
fimm føroyingum, og
ynskini eru ikki so
fá.. Um løgmaður fer
at brúka tey sum góð
ráð, er ilt at vita, men
kanska tey kundu
givið eitt sindur av
íblástri…
Í LØGMANS-
STÓLINUM
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Niclas Heri Jákupson, deildarleiðari:
Eg hevði sett eitt átak í verk, sum skuldi fáa føroyingar at
trúgva uppá annað, enn bara tað, sum hevur við fisk at
gera, so at fólk við livandi og skapandi hugflogi fingu
størri møguleika at folda seg út. Og so hevði eg á jólum
hvørt ár givið øllum føroyingum hvønn sín ferðaseðil
suðureftir, so vit kundu sloppið vekk frá øllum og bara
ligið og notið sólina í eini 14 dagar.
Annika Sølvará, setursskrivari:
Eg hevði mælt føroya løgtingi til at
hækka játtanina til meningarhjálp til
1 % á fíggjarlógini. Tað, sum vit geva
í løtuni, kunnu vit næstan ikki vera
bekent
Óli Petersen, teknari:
Eg hevði útskrivað nýval í stundini, so eg kundi sloppð mær úr hasum stólinum, sum
skjótast!
Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum:
Eg hevði alt fyri eitt syrgt fyri, at pengar vórðu settir av á fíggjarlógini til at fáa skipaði
viðurskifti fyri tey heimleysu í Føroyum. Sum er, eru tey tíverri eru alt ov nógv, sum
verða noydd at ganga úti á gøtuni og mala, tí tey ongastaðni hava at fara.
James Olsen, tónleikari:
Eg hevði syrgt fyri, at
landið byrjaði at gera
íløgur í annað enn skip og
bátar. Ikki tí eg havi nakað
ímóti sjómonnum, yvir-
høvur ikki, men gjørdu vit størri íløgur í til dømis tónleikin, ivist eg onga løtu í, at vit
høvdu fingið tað fleirfalt aftur. Tað ræður bara um at lata eitt sindur av nýhugsan
sleppa framat.
Og so hevði eg forrestin eisini givið øllum ein skattalækka, sum veruliga munaði
nakað. Hann kundi til dømis byrjað við, at ongin skuldi gjalda meir enn 40 % í skatti.
Um eg var
løgmaður…