fríggjadagur 31. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
15
UTTAN ÚR HEIMI
Vandamikið
at gera flatskerm
Japanskir granskarar vilja vera við, at tey sum arbeiða
á verksmiðjum, ið gera sjónvørp við flatskermi,
kunnu fáa varandi mein av arbeiðinum.
Kanningar hjá granskarunum hava avdúkað, at ein
30 ára gamal maður, sum hevur arbeitt við at gera
slíkar flatskermar, hevur fingið eina álvarssama
lungnasjúku. Í lungum hansara funnu granskararnir
smáar bitar av tí metallinum, sum verður lagt á
skermarnar, og sambært BBC hevur hetta metallið
fyrr kostað fólki lívið.
Flatskermar eru vorðnir sera væl umtóktir, og
bretskir granskarar siga, at tann vanligi brúkarin fær
ikki mein av at hava eitt sjónvarp við flatskermi í
stovuni. Teir vísa á, at skermarnir verða gjørdir í Fjar-
eystri, og at teir eru púra tættir, tá teir koma á tann
evropeiska marnaðin.
Vænta val í apríl
Í Bretlandi væntar blaðið Evening Standard, at Tony
Blair, forsætisráðharri, fer at skriva út val í vár, og at
valið helst verður tann 21. apríl. Ein talsmaður hjá
Blair sýtir fyri at gera viðmerkingar til tíðindini.
Hann sigur, at tað er bara forsætisráðharrin sjálvur,
sum veit nakað um valdagin.
Blair hevur verið í Egyptalandi og hildið frí ta sein-
astu vikuna. Tað hevur fingið øði í andstøðuna, sum
vil vera við, at forsætisráðharrin hevur fingið tilboð
um ókeypis uppihald í Sharm el-Sheikh við Reyða-
havið. Sambært andstøðuni er hetta ikki fyrstu ferð, at
Blair hevur tikið av slíkum tilboðum. Eitt nú skal
hann fyrr hava fingið tílík tilboð frá italska forsætis-
ráðharranum, Silvio Berlusconi, og frá sangaranum
Cliff Richard.
Skrivstoan hjá Blair avsannar, at forsætisráðharrin
hevur fngið eina ókeypis fer til Sharm el-Sheikh.
Hann hevur sjálvur goldið ferðina, sigur skrivstovan.
Hava illgruna til IRA
Myndugleikarnir í Norðurírlandi hava illgruna um, at
tað var IRA, sum rændi meiri enn 400 milliónir krón-
ur úr bankanum Northern Bank í Belfast nakað fyri
jól.
Vápnaðir løgreglumenn hava seinastu dagarnar
rannsakað húsini hjá fleiri leiðandi limum í IRA, men
løgreglan vil ikki siga, um hon hevur funnið nakað,
sum kann seta IRA í samband við ránið. Leiðslan í
IRA vísir aftur, at felagsskapurin hevði nakað við rán-
ið at gera.
Løgreglan heldur kortini, at tað var IRA, sum rændi
bankan, og at ætlanin er at brúka pengarnar til at
gjalda limum í IRA pensjón. Tað er alment kent, at
nógvir limir í IRA eru misnøgdir við, at leiðararnir
tykjast hava nóg mikið av pengum um hendi, meðan
teir vanligu limirnir mugu stríðast hvønn dag fyri at
fáa endarnar at røkka saman. Løgreglan ávarar sam-
stundis um, at tað er ikki óhugsandi, at IRA fer at
brúka ein part av pengunum til at keypa vápn fyri.
Meksikanar ov feitir
Ongastaðni í heiminum líða so nógv fók av ovurfiti
sum í USA og Meksiko, men nú hava meksikonsku
myndugleikarnir sett sær fyri at gera nakað munagott
við hendan trupulleikan.
Kanningar hava víst, at 35 prosent av teimum
meksikonsku kvinnunum líða av ovurfiti. Hjá monn-
unum er støðan uppaftur verri, tí 55 prosent av teim-
um eru ov feitir. Kanningarnar vísa, at tað eru serliga
fólk í teimum stóru býunum, sum hava trupulleikar av
fiti. Orsøkin er, at fólk koyra til og frá arbeiði hvønn
dag, og at tey eta ósunnan mat. Eisini hevur tað víst
seg, at í fjør drakk hvør einasti meksikani meiri enn
100 litrar av cola.
Meksikanskir læknar hava leingi ávarað ímóti
gongdini. Teir vísa millum annað á, at 6,5 milliónir
meksikanar hava diabetis, og tað er meiri enn í nøkr-
um øðrum landi í heiminum samanborið við fólkatal-
ið.
Alt bendir á, at flóð-
aldan í Suðurasia
hevur kravt meiri enn
100.000 mannalív.
Harafturat hava fleiri
milliónir mist hús og
heim
FLÓÐALDA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í gjár kom talið á deyðum
aftan á flóðalduna í Suður-
asia upp ímóti 90.000, men
altjóða hjálparfelagsskapir
ivast ikki í, at tað fer at
veksa uppaftur meiri. Teir
vísa á, at í Indonesia hevur
flóðaldan kravt nógv fleiri
mannalív enn upprunaliga
hildið, serliga í landspart-
inum Aceh. Tey mest
dapurskygdu siga, at bara í
Indonesia kann flóðaldan
hava kostað umleið 80.000
mannalív.
Eitt annað er, at hernað-
arstýrið í Burma hevur ver-
ið sera afturhaldandi við
upplýsingum um, hvønn
skaða flóðaldan gjørdi har,
men hjálparfelagsskapirnir
ivast ikki í, at fleiri túsund
fólk á teimum burmesisku
oyggjunum hava latið lív.
Altjóða samfelagið er
farið undir eitt ovurstórt
hjálpar- og bjargingarátak.
Nógv lond hava játtað pen-
ing og sent hjálparfólk til
tey raktu økini, og nógvir
hjálparfelagsskapir
hava
sent nógv fólk hagar at
hjálpa myndugleikunum.
Heimsheilsustovnurin
WHO hevur ávarað um, at
vandi er fyri farsóttum,
sum kunnu krevja líka nógv
mannalív sum sjálv flóð-
aldan. Vandin er serliga
stórur, tí at drekkivatnið er
dálkað nógvastaðni, og tí
verður nú roynt at útvega
fólki reint vatn og at finna
reinar keldur.
Sambært WHO eru minst
fimm milliónir fólk rakt av
flóðalduni. Mong teirra eru
vorðin heimleys og hava
mist at kalla alt, sum tey
áttu. Í fyrsta umfari ræður
um at útrvega teimum vatn
og mat og tak yvir høvdið.
Serfrøðingar siga, at upp-
gávan er tann størsta, sum
heimssamfelagið
hevur
havt í nýggjari tíð.
Meiri enn 100.000 deyð
og fleiri milliónir í neyð
Vanlukkan í Suðurasia hevur rakt fleiri milliónir fólk, og mong teira hava mist hús og heim.
Svensku myndugleik-
arnir sóknast eftir
1500 svium í teimum
raktu økjunum, men
tað veruliga talið
kann vera tríggjar
ferðir størri
FLÓÐALDA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nógv tey flestu svensku
ferðafólkini, sum leitað
verður eftir, vóru í Teilandi,
og sambært uttanríkisráð-
num hava myndugleikarnir
ikki hoyrt frá umleið 1.400
svium, sum hildu frí har.
Harafturat koma umleið
100 fólk, sum vóru aðra-
staðni í økinum, sigur
uttanríkisráðið í Stock-
holm.
Men sambært teimum
svensku ferðaskrivstovun-
um er tað ikki óhugsandi, at
umleið 4.500 sviar vóru í
teimum
suðurasiatisku
londunum, tá flóðaldan
skolaði inn yvir londini.
Týskland beyð sær fyrra-
dagin til at hjálpa svium.
Aftonbladet skrivar, at Ger-
hard Schrøder, kanslari,
ringdi til Gøran Persson,
forsætisráðharra og beyð
honum at læna tvey stór
flutningsflogfør frá týska
flogvápninum. Gjáramorg-
unin bað svenska stjórnin
eisini Bretland og USA um
hjálp.
Svensku myndugleikar-
nir hava gjørt av, at dagurin
í morgin, nýggjársdagur,
skal vera almennur syrgi-
dagur til minnis um tey,
sum hav latið lív í flóðald-
uni. Flaggað verður í hálv-
ari stong um alt landið, og í
kirkjunum verður biðið fyri
teimum farnu. Í gjár var
bønarhald í dómkirkjuuni í
Stockholm, har kongshjún-
ini, stjórnin og floksfor-
menninir luttóku.
Eitt tilsvarandi bønarhald
var í dómkirkjuni í Oslo
fyrrakvøldið fyri teimum,
sum doyðu í flóðalduni.
Svøríki meint rakt