Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ársins hjúnarskilnaður: Høgni og Tobbi Skandinavia var í andaleypi, tá kærleikin varð kólnaður í kongshúsinum mill- um Joachim og Alexandru,men eingin hevði væntað,at ástarleikurin brádliga hvarv í tjóðveldisgreipuni millum Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen í oktober. Lítli Messias mátti verja seg fyri hurðaklamsi og flúgvandi granatum frá guerilla-hermanninum á Langanesi, sum heldur hoyrir heima í kubanska fjallalendinum.Í skrivandi stund røkist einki fyri,at kærleikin aftur fer at blóma. Ársins krossfesting: Hermann Oskarsson Formaður Búskaparráðsins gjørdist ársins offurlamb eftir hansara luttøku á krossferðini hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg seinast í mai. Eingin hevði hvørki sæð ella hoyrt umstrídda fyrilest- urin hjá neyðars búskaparfrøðinginum, men bæði Landsstýrið, fjøl- miðlar og Fiskimannafelagið vórðu skjótir úti við rívuni. Við árslok takkaði Oskarsonur fyri seg, og kvørkratak valdsharrana náddi sín- um endamáli. 16 Nr. 251 - 31. desember 2004 NÝGGJÁR Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen Heini_skorini@yahoo.com Pall@sosialurin.fo Ársins undirskrift: Heðin Mortensen Ein maður er ein maður, og eitt orð er sgu eitt orð. Tað prógvaði Heðin Mortensen mikunáttina 10.november,tá hann tryggjaði Jan Christiansen fýra ár afturat í heita sessinum. Men Heðin kundi ikki gera við, at avtalan ikki var bindandi, og hann kundi heldur ikki gera við, at sansaleysa andstøðan kroysti neyðars Heðin upp í ein krók, har hann hjálparleysur varð trýstur til at gera eina nýggja avtalu. Ímóti sínum vilja verður solidariski Heðin nú á brúnni á Vaglinum næstu fýra árini. Ársins kveikjari: Katja Kean Føroyar vóru í undantaksstøðu, tá danska porno- modellin Katja Kean vitjaði í mai.Forsíðurnar vórðu ruddaðar, hóast t.d. grundlógarálitið varð lagt fram sama dag.Andsmenni Katja lærdi før- oyingar um frælsi, frígering, framburð og modernitet, og mangur gamal drongur stóð andlit til andlits við sín lívs kærleika niðri í barr- ini í Eclipse. Ársins umboð: B36 og B68 Fáur umboðaði Føroyar við slíkari tign á altjóða pallinum sum fótbóltsfeløgini B36 og B68 í juli. Lettar tóku »reyða leyp- aran« fram, tá føroyingar vóru heili tvær ferðir á blettinum, og tað var svartasta óhepni, at eystureuropear fingu 22 mál í hin- um endanum. Føroysku leikararnir kundu skála við góðari samvitsku, tá teir komu heimaftur ólavsøkudag – sama dag sum teir vórðu farnir avstað.