fríggjadagur 31. desember 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ársins krassj: Karsten Hansen
Sheriffurin,løgtingsmaðurin og fyrrverandi sýslumaðurin fær henda heiðurin.Karsten vónaði,
at pínliga óhappið í november uttanfyri bakaríið hjá Frants, tá hann stoytti saman við Olafi
Olsen,fór at fara stillisliga aftur við borðinum.Men bøðilin í SVF fekk frænir av tilburðinum,og
so var fanin leysur í Vørðsluni.Skiparin á Norrønu er eisini ein kandidatur,men hann kundi ikki
í sama mun dylja sína misgerð, tá hann mundi flutt Molan út á Argjalandi, tí at onkur hevði
borið eyga við tilburðin frá landi.
Nr. 251 - 31. desember 2004
17
Ársins mótmælisgonga:
Svenning og Birgit av Lofti
Gloymið alt um ungdómsuppreisturin í 68, NATO-mótmælisgongurnar í
sjeytiárunum og MTV-uppreisturin fyrst í nítiárunum.Seinast í apríl mánaði
tóku hjúnini Birgit og Svenning av Lofti skelti í hond og gjørdu vart við sína
ónøgd niðri í tinginum. Mannfjøldin var ikki tann størsta, men hjúnini
bardust manniliga.
Ársins útiseti:
Virgar Dalsgaard
Í harðari kapping við Reyða Ormin í London stend-
ur eingin chefideologi sosialistanna kurl. Brølið úr
Ringsted oysti sína vreiði yvir Føroya
fólk stóran part av 2004, og
eingin kundi kenna seg
tryggan.Journalistar
og tjóðveldisfólk
fingu eina lorta-
spann fyri og
aðra eftir oman
yvir
seg,
tá
Virgar tók penn
í hond og revsaði
nationalu massa-
psykosuna.
Ársins virki: Smyril Line
Við pjøkanum á baki hava Óli Hammer og Klæmint Weihe
gingið biddaragongd síðani stásiliga ferðamannaskipið lá sum
tongul í brimi á Havnarvág.Felagið liggur við reyvini í vatnskorp-
uni, og leiðslan stendur í skrivandi stund við pumpurnar og
selur út av sínum ognum fyri at bjarga Norrønu. Dóms-
nevndin var ikki á einum máli um ársins virki, tí fleiri
alifyritøkur hava eisini givið Smyril Line
skarpan gang.
Ársins tár: Todi Jónsson
Í harðari kapping við Poul Mohr og Krúnprins
Frederik kulmineraðu kenslurnar uppi á Hotel Før-
oyum í juni,tá Tude Jónsson boðaði frá,at hann aft-
ur fór í føroysku landsliðstroyggjuna. Stóri spurn-
ingurin eftir tíðindafundin var, um tað var mans-
ella kvinnulandsliðið,Todi skuldi umboða.
Ársins ummælari: eingin
Dómsnevndin metti ikki, at nakar skikkaður
kandidatur var til henda heiðurin í ár. Besta og
einasta boðið var Carl Johan Jensen, sum
trúfastur og ótroyttiligur hevur sáplað alt og øll
niður í sand og øsku.Carl Johan fær hervið annað
plássið, og vónandi fer onkur at ummæla okkurt í
2005…