Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ársins frisura: Karl Anton Klein Tann føroyski Jimmy Hendrix. Eingin slær rockaran úr áttatiárunum niðri á Margarin- fabrikkini. Stílurin hjá Karl Anton er gjøgnum- førdur frá topp til tá, og fyri at halda stílin við líka jammar hann burturav saman við tannár- ingum í 48 Pages, Speaker og Lama Sea. Vit kunnu leggja afturat, at bæði Høgni »Zeppel- in« Djurhuus og Halleluja-Sofus eisini vóru vigaðir til henda heiðurin. 18 Nr. 251 - 31. desember 2004 Ársins vallyfti: Johan Hot Tað stóð ikki á valfleski í 2004.Undan løgtings- valinum í januar og bý- ráðsvalinum í novemb- er vóru fjølmiðlarnir á tremur við vallyftum: skattalættin, gransking og íløguraðfestingar, men sum ikki einaferð hevði Johan Hot í les- arabrævi í oktober mest nýskapandi fram- brotið í føroyskum politikki: tey gomlu skulu hava meiri øl og vín, tí tað stimbrar heilsu, hugna og trivn- að, og ellisheimini skuldu sambært Hott- inum taka kappingina upp við mastodontar- nir Platform og Éclipse. Veruligur framburður, Johan! Ársins listaverk: Skulptururin í Hoydølum Studentar kring allan heim hava altíð gingið á odda í uppgerðini við tað traditionella og konven- tionella, og farna árið var einki undantak. Student- arnir í Hoydølum hava enn einaferð brotið upp úr nýggjum við slóðbrótandi list. Hans Pauli Olsen og Janus Kamban kunnu fara heim, tá fíntfølandi hendurnar og óavmarkaða hugflogið fáa fría ræsur í Dalinum Fagra. Orð eru fátøk, og vit lata myndina tala fyri seg. Ársins tilboð: Kiri Te Kanawa Av øllum tilboðum gjøgnum árið í Miklagarði ella Sam- keyp kundu føroyingar í august mánaði njóta ný sælandsku operasangarinnuna Kiri te Kanawa á Lista- stevnu Føroya fyri einans 950 krónur. Allar sjón- varpslýsingar um bíligar eplasekkir og trý Twix fyri 10 krónur kundu pakka saman,tá sopranrøddin skúgvaði øll onnur tilboð til viks. Loksins sluppu Palleba og Marsanna upp í mentanarelituna í Norðurlandahúsinum.