fríggjadagur 31. desember 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
19
Brúðarmyndir
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum
á hjúnabandsdegnum 9. oktober 2004, takka vit
hjartaliga.Vit ynskja øllum eitt signað nýggjár.
Jenny A. og Svein í Heiðunum
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á silvur-
brúðleypsdegi okkara, takka vit hjartaliga. Eisini takka vit fyri
heiðursportur og morgunsang. Og eina serstaka tøkk til
starvsfólkið í bygdarhúsinum og øll tykkum, ið hjálptu til,
uttan tykkum læt tað seg ikki gera. Samstundis ynskja vit
øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Kristina og Andras
Ein kanning hjá týska
brúkarasamtakinum,
Stiftung Warentest, gevur
aldum laksi sera góð
skoðsmál.
Sambært kanningarfrá-
greiðingini klára føroysku
vørurnar seg avbera væl
og standa ikki eitt vet aft-
an fyri norsku og kilensku
kappingarneytarnar.
Roknað verður við, at
96% av vaksna fólkinum í
Týsklandi kennir til sam-
takið og 33% av teimum
siga seg ávirkast av kann-
ingum teirra, tá ið tey
keypa.
Talan er um eina um-
fatandi kanning hjá Stift-
ung Warentest, sum varð
gjørd í heyst, av bæði ald-
um og villum laksi, har
serligur dentur varð lagd-
ur á frystar portiónir.
Kanningin fór fram á tann
hátt, at Stiftung Warentest
fór út í allar tær størstu
handilketurnar í Týsk-
landi og keypti frystar
laksaportiónir úr aldum
laksi og laksaportiónir og
laksakotelettir úr villlaksi.
Kanningin staðfestir, at
tann aldi laskurin ofta
smakkar betur, tí hann er
feitari og feskari, har tann
villi verður skotin í
skógvarnar at vera meiri
tráur. Á einum øki tapir
aldi laskurin tó móti vill-
laksinum, og tað er við-
víkjandi dálkingarevnum.
Tríggjar av teimum 21
vørunum, sum vóru við í
kanningini, eru fram-
leiddar í Føroyum, og
allar tríggjar fingu tær
sera gott skoðsmál í
hesari.
-jm
Laksurin fær
topp-karakter