Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 251 - 31. desember 2004 Nýggjárið í fjør end- aði við stórum bruna- sárum og stórum skaðum hjá tveimum ungum monnum. Tal- an var í báðum førum um eina shogun-kúlu, sum brast langt áðr- enn, hon átti FÝRVERK Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Nýggjárið 2003. Granna- bygdirnar Rituvík og Æðu- vík eru klárar at skjóta nýggja árið inn. Klokkan er um 22, og Kristian Olsen úr Rituvík fer út saman við familjuni at royna nakað av fýrverki, áðrenn tað rætti- liga fer í gongd á midnátt. Kristian er glaður fyri fýrverk, og hann og pápin hava verið og keypt stórar og vakrar rakettir. Eisini tær sonevndu "Shogun"- kúlurnar. Hetta eru stórar kúlur, ið verða skotnar ein- ar 300 metrar upp í luftina. Eitt rør er bygt til enda- málið, og so verður fýr- verkið lagt niður í. Endin á fjúsinum stingur burturúr rørinum, og Kristian skal festa í. Ístaðin fyri at fara upp í luftina, so spreingist fýrverkið, og sendir drong- in afturav. Fyrstu løtuna heldur Kristian, at hann er vorðin blindur. Eygnavippurnar eru brendar saman, so hann sær onki. Men tíbetur var ikki so illa statt. Familjan, sum stendur framvið hús- unum, er sjálvsagt skelkað. Tey bera Kristian inn. And- litið er alt. Hann verður koyrdur undir brúsuna, har tey fáa vaska tað ringasta av honum. Síðani verður hann koyrd- ur á skaðastovuna. Har verður staðfest, at Kristian hevur fingið eitt hol í kjálk- an, og eisini vóru tvær bløð- ingar í eygunum. 12 pentur verða seymaðar í andlitið. Átta í kjálkan og fýra í høk- una. Síðani verður andlitið forbundið. Óhappið hendi klokkan 22, og klokkan fimm nýggjársmorgun sleppa tey aftur av skaða- stovuni. --- Í Æðuvík er øll bygdin savnað til felags fýrverk. Hesu ferð hevur bygdin savnað saman pening, so fýrverkið kundi gerast størri og vakrari, enn tá øll keypa hvør sítt. Um mid- náttarleitið eru tríggir mans klárir at lata rakettirnar av. Ein teirra er tá 23 ára gamli Tummas Johannesen. Eisini hann hevur fingið eina av teimum stóru Shog- un-kúlunum. Tá fest verður í fjúsið, skjýtur fýrverkið seg uppundir hondina. Tummas uppdagar als ikki, hvat er hent. Hann merkti onki. Ikki fyrr enn hann sær alt blóðið. Tá heldur hann, at hann hevði mist lítla- fingur, sum bara hongur niður eftir hondini. Í fyrst- ani hildu tey ikki, at hann var so illa brendur um and- litið - at tað svarta var krút. Men eisini í ovaru helvt av andlitinum er hann illa brendur. Sjúkrabilurin kemur eftir Tummasi. Hann fær eitt spenni um armin so hann ikki skal bløða so illa, og verður síðani koyrdur á skaðastovuna. Har verður hann reinsaður, hondin for- bundin og síðani sendur heim. Tveir dagar seinni fer hann í røntkuna. Høgra hond hevur fimm brot. Fáar dagar aftaná verður hann lagdur undir skurð, men skurðviðgerðin eydnast ikki so væl. Tann eini fing- urin er skeivur og ein annar riggar ikki. Fyri stuttari tíð síðani varð Tummas sendur til Danmarkar, har hann aftur varð lagdur undir skurð. Nú er ein jarnskinnari lagdur inn í handarbakið. Framm- anundan vóru beinini ov veik. Um hann boygdi hondina, so brotnaðu bein- ini aftur. Eitt stórt arr fer allan vegin oman eftir handarbakinum og niður eftir longutong. Orsakað av óhappinum hevur Tummas verið óar- beiðsførur síðani nýggjár- ið. Hann fekk gjørt útbúgv- ingina sum maskinsmiðjur lidna tað fyrsta hálva árið, tí honum vantaði skúla- gongdina. Men enn hevur hann ikki verið aftur til arbeiðis hjá FJM í Runavík. --- Bæði Kristian og Tummas eru samdir um, at teir eru hepnir. Hepnir at tað ikki hendi nakað, ið verri var. Teir hava báðir fingið at vita, at Tummas saktans kundi staðið uttan hond, og hjá Kristiani kundi verið heilt illa statt, um hann ikki varð tveittur afturav. – Beint eftir óhappið hugsar ein sjálvandi nógv um tað, sum hendi. Hvat annars kundi hent, og hvussu tingini kundu endað verri, sigur 17 ára gamli Kristian Olsen. Sárini hjá honum eru væl grødd. Á høgra kjálka er eitt umleið 5 cm langt arr. Um ein fer heilt nær, so síggjast nakrir lítlir krút- blettir í andlitinum. Kristian var rættiliga illa plágaður av høvuðpínu ta fyrstu longu tíðina. Sjónin var eisini eitt sindur tokut, men hann kom fyri seg aft- ur og kundi so byrja aftur í skúlanum. – Tað ringasta hjá mær var, at eg var so hovin, og at eg hevði hol á kjálkanum. Eg fekk ikki flent. Nógv materia var rundanum hol- ið, sum storknaði. So tá eg flenti, so fekk eg ilt, greiðir Kristian frá. Grøddi skjótt Hjá Tummasi grøddu sárini í andlitinum skjótt. Hann metir, at tað gingu eini 14 dagar, so var tað ringasta vekk. – Við hondini helt eg, at tað mundu fara at ganga eini seks vikur, so slapp eg aftur til arbeiðis. Men so var ikki, sigur Tummas. Frá fyrstu skurðviðgerð- ini til hesa, sum hann var til í november, gingu 11 mán- aðir. Hann er tó optimist- iskur nú, og vónar at kanska vera sloppin aftur til arbeiðis í februar. Men enn vantar honum eina skurð- viðgerð. – Eg eri mest argur um, at eg bara standi í stað, onki fái gjørt og ikki fái for- vunnið nakað. Hann fær ikki lyft nakað Hepnir hóast alt Soleiðis sóu teir báðir út eftir óhappið á nýggjárinum í fjør