Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 21 Í dag eru bæði Tummas og Kristian væl lektir. Tummasi vantar tó enn eina skurðviðgerð í hondini tungt, og ætlanirnar um at søkja inn á løgregluskúla kunnu ikki fullfíggjast fyrr enn hondin er vorðin frísk. Skjóta aftur Sjálvt um báðir drongirnir fingu ein rættiligan skelk fyri einum ári síðani, so ætla teir eisini at skjóta fýr- verk í ár. Tó eru teir báðir samdir um, at tað verður við størri fyrivarni enn seinast. – Fyri meg kann tað gera tað sama, hvør skjýtur. Eg kann væl skjóta sjálvur, men eg leggi heldur onki í, um eg bara skal hyggja at. Eg vil bara sleppa at síggja fýrverkið, sigur Tummas. Kristian, sum er púra samdur, leggur afturat: – Eg elskaði at sleppa at skjóta fyrr. Men hesuferð verður tað so við meira skili. Tað nyttar í øllum før- um ikki nakað at renna undan nýggjárinum.