fríggjadagur 31. desember 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 251 - 31. desember 2004
HUGLEIÐING
Frits Johannessen
Ein mynd hjá
Heðini Kambsdal
Mong orð eru søgd um
barnið í krubbuni, um
einglarnar á markini og
hirðarnar og vísmenninar
úr eysturlondum. Barnið er
miðdepilin í hesi frásøgn.
Steintór svávur og Marjun
eiga ein so frægan málning
av Heðini av fjósinum, sum
Petur Jacob pápabeiggi
hevði uppi við Torvgils-
krók. Málningurin lýsir
jólakvøld. Har er ljós um
fløturnar, fjallagreinirnar
kring Fuglafjørð og har er
eisini gylt ljós inni í fjós-
inum. Maður, Petur Jacob,
stendur í reyðum kyrtli við
útrættari hond og peikar inn
í fjósið, inn til tað glógv-
andi ljósið og býður fólki
inn um. Faðir kemur hóv-
liga leiðandi við eini Fjals-
ær móti fjósinum. Hann
ætlar sær eisini inn í fjósið
jólanátt – inn í tað lyndr-
andi ljósið, sum er innan-
dura. Tá ið tú hyggur at
málninginum, er eisini boð-
skapurin til tín: Ger so væl
og kom inn. Petur Jacob og
faðir vóru mammubeiggjar
Heðins.
Ofta gera listafólk tað, at
tey mála tað, sum ikki er,
men hóast tað, so er tað
kortini. Tað ger Heðin eis-
ini í hesi føgru mynd, tað
er tað ljósið, sum kemur frá
betlehemstjørnuni,
sum
stavar niður yvir fjósið og
endurspeglar sær á firð-
inum, hamrunum, fjalla-
greinunum húsatekjunum
og bønum, og fevnir um alt,
men tú sært ikki stjørnuna.
Hetta fyllir so nógv, at
málningurin rópar til tín:
Tak við hesum stjørnuljósi,
sum tú ikki sært, men, sum
er til staðar hóast alt.
Vit verða drigin at ljós-
inum. Sjálvt dýrini, seyður-
in letur seg draga at ljós-
inum. Vit høvdu seyð alla
mína tíð Norðuri á Bakka.
Faðir átti eitt frælsi í Innan-
dals og høvdu vit eina ær
gangandi her. Henda ær
leitaði altíð upp hús, tá ið
hon bleiv svang út á vetur-
in. Tá ið faðir doyði 1986,
tók eg um endan. Nú var
øskukalt á Bakkanum, og
kom ærin ikki norður. Eitt
leygarkvøld í febr. fór eg
vestur á Skorðar og ætlaði
at taka ærina. Hon lá altíð
við hetta seyðahúsið. Hugs-
aði tað, at tá ið hon var
komin innum, so skuldi eg
taka ærina, men hon lá
uttan fyri seyðahúsið hetta
kvøldið, so eg vildi ikki
pøsa meg og ærina, men
hugsaði at fara vestur aftur
í árla dagin eftir. Sum hugs-
að, so gjørt. Tá ið eg kom
vestur aftur sunnumorgun,
var eingin ær, so eg fór so
nipin norðuraftur.
Tá ið eg gjørdi meg til
reiðar at fara í kirkju, og
stóð og knýtti slipsknútin
framman fyri vindeygað,
stóð ærin og gløðdi upp í
køksvindeygað í tí fáliga
køksljósinum, sum rakk út í
tún Norðuri í Gerði. Ja, tá
máttti eg smírast og ikki
bara tað, men undrast. Ærin
er óivað komin aftan á mær
kvøldið fyri, uttan at eg
hevði varnast tað. Hetta var
løgið, men hon leitaði eftir
tí horvnu glæmuni á Bakk-
anum og stóð nú í glæmuni
frá køksvindeyganum hjá
mær og Alexandru. Hon
leitaði til ljósið og stóð har
so vónrík í hesi glæmu. Hó-
ast faðir var farin, og ikki
var til staðar, so var hann
kortini í tí siðvenju, sum
ærin hevði lært av honum,
og hetta frøddi hjartað, at
ljósið Norðuri í Gerði var
eins gott sum tað á Bakk-
anum. Jú, tað, sum ikki var,
tað var.
Ljósið í krubbuni –
Jesusbarnið dróg til sín
vísmenn, hirðar og annað
gott fólk at einum skirvis-
ligum, karlagnum fjósi í
Tveir málningar:
Kambsdal og Chagall
Hesin málningur hjá Heðini
Kambsdal lýsir jólakvøld.
Har er ljós um fløturnar,
fjallagreinirnar kring
Fuglafjørð og har er eisini
gylt ljós inni í fjósinum.
Chagall bleiv og er ein av
okkara mætastu listamonn-
um í heiminum. Hann hevur
málað hendan málningin,
sum hann kallar fyri
Solitude, einsemi.