Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bethlehem. Tað ljósið, sum er í mynd Heðins í fjósinum hjá Petur Jacob, er ein glóð av himmalskum boðskapi. Tað sama ljósið, sum var í Bethlehem. Guðs eyga varð ílatið eitt pinkubarn, eitt óskyldugt, óspilt reivabarn, og øðrvísi kundi tað ikki vera, tá íð Várharra skuldi lata henda heim í frelsuljós, so nýtti hann eitt pinkulítið reiva- barn, sum var borið jóla- nátt, og hetta undur er í hesum fræga málningi hjá Heðini. Tú sært ikki barnið í krubbuni í fjósinum hjá Petur Jacob. Tað er bara ljós innandura, nógv ljós, men tað, sum ikki er, tað er. Í ljósinum er boðskapurin, tann livandi ljóskeldan, sum er barnið. Ljósið er so glógvandi reydligt. Gjógv- arafjall og bøurin ber á grønt, og ein ljósagrøn ljós- rípa speglar sær á firðinum. Himinin er heiður við nógvum glógvandi stjørn- um, og sum sagt sæst ikki betlehemsstjørnan, men hon er har… kanska í øllum teimum leiftrandi stjørnunum, sum Heðin hevur málað. Maðurin, sum bjóðar tær inn, er í reyðum kirtli. Reytt er kærleikans litur, og grønt er vónarinnar litur. Í ljósinum er vónin og Guðs kærleiki til manna- heimin í tí undri, sum hendi jólanátt. Tað eru liðin 35 ár síðani Fuglafjarðar hornorkestur spældi fyrstu ferð her í bygdini. Tá segði Símun Pauli Poulsen, at hornork- estrið skuldi spæla ljós úti og ljós inni, ljós í sál og ljós í sinnið. Tað hevur orkestr- ið eisini gjørt við sínum spæli øll hesi ár, spælt til hátíðarløtur her í bygdini og hvørt ár spælt jólini inn. Hesi jólaløg hava leitt okk- um til fjósið í Betlehem, og tað er tað, sum hevur týdn- ing í hesi sælu jólatíð, ljós- ið í krubbuni. Omma mín í Ansastovu plagdi altíð at tendra ljós hjá kúnni og hønunum jóla- aftan. Tá ið hon kom upp aftur úr kjallaranum, læt í henni: Frægari høli fekk frelsarin ikki, tá ið hann kom í heimin. Tað kundi verið nógv sagt um hesa hending… tað, sum ikki var, tað var og tað er ljósið. Ljós er í hvørjum glugga í bygdini. Ljósið boðar frá tí, ið koma skal, og tað er Jesus. Vit eru eisini komin inn í atventina, jólaføstuna, og vit bíða eftir undrinum við einari lítlari kertu, sum nemur við stóra undrið jólanátt, sum Heðin so meistarliga hevur knýtt at einum fjósi her í bygdini. Hetta er kjarnan í jólaboð- skapinum. Ljósið, sum kom í heimin, sum er títt og mítt ljós. Tað er at fara inn í fjósið og taka við tí. Ein mynd hjá Chagall Listamaðurin Chagall, ein jødiskur russi, sum varð borin í heim 1887 í býnum Vitebsk, sum liggur við Vest Dvina í Hvítaruslandi, kom til París 1910 og hevði bert nakrar fáar málningar og tekningar í kuffertinum. Hann bleiv og er ein av okkara mætastu listamonn- um í heiminum. Hann hev- ur málað ein málning, sum hann kallar fyri Solitude, einsemi. Í hesum málningi er ein jødi, sum situr við torarullunum, ein kúgv, sum liggur og jótrar og ein eingil, sum flýgur uppi yvir einum býi, sum helst er Vitebsk. Framman fyri trýnið á kúnni liggur ein violin. Hvørki kúgvin, eingilin ella jødin hava samband hvørt við annað. Tey eru øll í sínum siss- heimi, sínum einsemi. Ljós- ið er fáligt í myndini. Tað blikar á himnahválvinum og alt ljós hvørvur burtur yvir býnum, sum tekur alt tað bleika ljósið til sín. Myndin greiðir okkum frá tí játtaða landinum, sum jødin situr og droymir um. Hann hevur Torarullurnar undir arminum, sum eru Mósesbøkurnar. Eingilin og kúgvin eru so kriahvít. Einsemið í mynd- ini er longsilin eftir ævin- leikanum, har alt, sum kring hann er, hjánar burtur í tí bleika ljósinum, gevur tær og mær eina hóming av tí líðing, sum hevur verið, síðan menniskjað var rikið út úr aldingarðinum og jød- arnir úr jødalandi. Tann dagin, tá ið vónin aftur birt- ist hjá teimum, tekur onkur ljóðførið, violinina, og spælir upp á hesar streingir, tá er lív komið aftur í vón- ini. Vónin, um tann kom- andi Messias og ævinleik- an. Onkur tykkara kundi málað frelsaran, sum borin varð, hirðarnar á markini, vísmenninar, sum komu úr fjarskotnum krókum jarð- arinnar og Jósef og Mariu. Ja, eitt fjós leitaðu hirðarnir og vísmenninir til, tí ein stjørna, ein betlehems- stjørna stóð uppi yvir hes- um fjósi. Tað kundi verið fjósið hjá bóndanum. Eitt pinkubarn varð borið í heim í fjósinum hjá bónd- anum, Mortani, á Kambs- dali. Fjøld av einglum sveimaðu yvir seyðamonn- unum í Gjógvarahaga, og tað komu klókir menn úr Gøtu og Leirvík at finna hetta barn. Mortan og kon- an sótu uppi yvir barn- inum, og tað var kunngjørt, at hetta var frelsarin, sum borin varð. Um nú hetta var veru- leiki, hvussu mong á Kambsdali høvdu trúð hes- um, ella hvussu mong í Føroyum høvdu tikið hetta til sín? Nøkur og tríati ár seinri var hesin Guðs sonur kross- festur millum Fjarða á onkrum heyggi har um vegir. Hetta er ein hug- mynd, sum kann tykjast óverunlig, torskild, for- borgin og fjar. Oman fyri alt hetta stóð ein stjørna og stavaði niður yvir fjósið. Hon stóð omanvert tyrlar- nar og glampaði. Øll um okkara leiðir sóu stjørnuna. Sjálvt børnini í fyrsta flokki og barnagarðinum høvdu staðið og undrast. Kanska mest tí, tá ið tað frættist, at hetta var ein kongssonur, sum borin var, men hansara ríki var ikki av hesum heimi, men einum øðrum heimi, sum vit bert kunnu hóma og trúgva, tí undraðust vísmenninir, hirðarnir og annað gott fólk, sum komu á gátt í fjósinum jólanátt. At taka eitt barn til sín og hava tað í fanginum, tá ið tú ert blivin pápi ella mamma, er ein undirsom løta, og ikki er gleðin minni, um tað er ommu- ella abbabarnið, ið tú rurar í blund, men eitt Guðs undur er tað, sum vit lítið og einki skilja av. Eg haldi, at Guðs eyga hevur hvílt yvir hesum barni og flutt tað yvir í ta vaksnu verðina, tí øll kunnu taka eitt barn í fangið. Tað skuldi ikki verið so torskilt, sum so. Henda tíð har ljós lýsa í hvørjum glugga og hvørji vrá, boðar frá tí, ið koma skal, og hetta ljós er ikki sum tað ljósið, sum er í myndini hjá Chagall, bleikt, men leiftrar og bleiktrar og hevur ein gleðiligan boðskap við sær. Vit sita heldur ikki í okkara egnu verð, men hugsa hvør um annan, keypa gávur og bjóða familju og vinum á gátt. Kalda ljósið í mynd Chagals fær meg at hugsa um jødarnar, ið ikki tóku ímóti ljósinum, og fyri mær hava teir reikað friðleysir kring knøttin líka síðani hesar dagar. Tað er munur á at síggja einglarnar yvir Betlehems fløtur og so síggja henda einliga eingil- in, sum lundi á jólanátt yvir Vitebsk. Mær tykir synd í honum. Hann bíðar, hann bíðar eftir tí æviga stað- num, tí æviga Messiasi. Vit bíða eisini, tí atventin merkir: Tann, ið koma skal. Ljósið á jólatrænum, í gluggunum heima við hús, alt ber á sama borðið. Mær tykir eisini synd í tí einliga jødanum og kúnni. Tey bíða eisini og eru vovin inn í somu kvirru og heilagleika, sum eingilin er í. Chagall gav henda máln- ing til tjóðsavnið í Telaviv. Har hongur hann og bíðar. Vit bíða eftir jólunum og ynskja øllum kring tann viða heim eini heit og inni- lig jól eisini jødanum, kúnni og einglinum í mynd Chagals. Nr. 251 - 31. desember 2004 23 Nakað av skaðum stóðust av óveðrinum mikudagin. Men tað hevur ikki verið talan um nakran persóns- skaða í nøkrum av før- unum. Bæði í Sørvági og á Langasandi varð Sløkki- og Bjargingarliðið boðsent at taka upp takplátur av hús- um, sum vórðu farnar av vindinum. Í Klaksvík var ein bingja flogin á ein bil á vestara keiøki. Bilurin fekk nakað av skaða. Um middagsleitið feyk ein bilur útav vegnum við rundkoyringina í Kolla- firði. Heldur ikki her var nakar persónsskaði. Ib Hesin bilurn feyk útav í Kollafirði í vindinum mikudagin Mynd: Jens Kr. Vangs Skaðar í óveðrinum Aftur í ár hava lesar- arnir hjá Dimmalætt- ing kosið ársins neyð- rakett. Ivasami heið- urin fellur hesuferð Heðin Mortesen í lut NEYÐRAKETT Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Eins og undanfarin ár, so hava lesararnir hjá kapp- ingarneytanum aftur í ár valt, hvør skal fáa ársins neyðrakett. Í ár var tað so Heðin Mortsen, sum sleppur at skjóta rakettina upp á nýggjárinum. Av teimum 1220 atkvøðunum, ið vóru komnar inn, var átti nýggi borgarstjórin heili 538. Hetta eru góð 44 prosent. Á øðrum plássi kom formað- ur Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, við 229 av atkvøðunum. – Eg fari bara at stað- festa, at sum onkur klókur maður hevur sagt, at tann, ið aldri ger eitt mistak, ger ikki so nógv annað heldur, segði Ingi Samuelsen, blað- stjóri á Dimmalætting, millum annað, tá handanin fór fram á Dimmalætting fyrrapartin hósdagin. Heðin ársins neyðrakett Heðin Mortsen varð í ár kosin til ársins neyðrakett Mynd: Jens Kr. Vang