fríggjadagur 31. desember 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 251 - 31. desember 2004
Hann droymir um
eitt lív við og í tón-
leikinum, men hann
noktar at fylgja rákin-
um. Vit hava hitt
hugsunarsama tón-
leikaran aftanfyri árs-
ins mest sermerktu
fløguútgávu til eitt
prát um kenslur,
klisturmerkjatrúgv,
list og politiska líka-
sælu
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
– Eg áni ikki, hvat tað vil
siga at vera cool og tjekk-
aður. Og eg má skuffa teg,
um tú heldur, tað býr
okkurt aftanfyri, at eg havi
klipt mær og fingið nýggjar
brillur.
Knút Háberg Eysturstein,
sum vit kenna best sum
keyboardleikarin í Gestum
við tí síða fruntinum, tungu
brillunum og álvarsama
andlitsbránum hevur hug at
flenna, tá eg spyrji, hví
hann hevur valt sær sær eitt
so nørdut image.
– Heilt erligt, so er hatta
ikki nakað, eg havi gjørt
mær stórvegis tankar um.
Eitt image er bara myndin
úteftir, og verðin er jú
sjáldan tað, hon sær út til at
vera ...
Er verðin ikki tað, hon
sær út til at vera, er popp/-
rockverðin tað uppaftur
minni. Og kanska er tað
júst orsøkin til, at fløgan
"Havsglóð", sum Knút gav
út fyrr í ár, kom so óvart á
nógv. Við orðum sum
"djørv" og "hjartanemandi"
skýrdu ummælarar "Havs-
glóð" alt fyri eitt ársins
mest sermerktu fløguút-
gávu - mest av øllum, tí hon
hevði nakað uppá hjarta.
Pláss fyri tí
ófullkomna
– Tað er okkurt ótrúliga
løgið í, at ein fløga verður
hildin at vera djørv og ser-
merkt, tí hon hevur nakað
uppá hjarta. Onkusvegna
má tað vera tekin um, at vit
ikki vænta at nakað kemur
frá hjartanum longur. Og
tað er øgiliga syrgiligt og
fátæksligt og sigur ikki so
lítið um heimin, vit liva í,
sigur Knút undrandi.
"Havsglóð" er bersøgin,
húðleyst erlig og aftrar seg
ikki við at seta orð á tað, vit
helst ikki tosa um ella við
at seta barnsligar, næstan
bláoygdar spurningar um
alt frá deyða, Gud og mein-
ingina við øllum. Men fløg-
an var ikki ætlað sum ein
tilvitað provokatión, sum
skuldi fáa fólk at rakna við.
– Hatta er bara mín máti
at gera tónleik og skriva
sangir. Hevði eg gjørt tað
øðrvísi, hevði tað ikki verið
mín fløga longur. Meðan eg
tók løgini upp, hugsaði eg
nógv um, at tað í grundini
er ein andsøgn í geva nakað
so persónligt út á fløgu til
øll onnur at lurta eftir. Men
hinvegin, eg eri ikki tann
einasti í verðini, sum havi
upplivað sorg og sakn, og
eg eri heldur ikki tann
fyrsti, sum seti orð og tón-
leik til hesar kenslur.
Kanska hetta er mín máti at
vísa, at tað í okkara grunn-
skygdu glitriverð eisini
finnast ófullkomin og iv-
andi menniskju við verulig-
um kenslum. At tað er í lagi
at vera kiksaður - hvat tað
so enn merkir ...
Eitt andahol
Bara 16 ára gamal misti
Knút mammu sína, og hann
dylur ikki yvir, at sorgin og
saknurin er ein afturvend-
andi íblástur til nógvar av
tekstunum á "Havsglóð".
Mamman var bara 37 ár, tá
hon doyði av krabbameini
eftir at hava verið sjúk í
umleið eitt hálvt ár, og slíkt
setur síni spor, kanska ikki
beinanvegin, men Knút er
sannførdur um, at tað hevur
havt týdning fyri hansara
persónsmenning seinni.
– At verða konfronterað-
ur við eina so ógvusliga
síðu av lívinum sum tann-
áringur ger, at tú verður
noyddur til at taka støðu til
ella fyrihalda teg til spurn-
ingar, tú annars neyvan
hevði gjørt tær so nógvar
tankar um í hasum aldrin-
um. Millum annað hevði
tað við sær, at eg seinni
byrjaði at undrast yvir,
hvussu skjótt alt gongur, og
hvussu nógv vit bara taka
sum givið uttan at geva
okkum far um, at alt kann
verða tikið frá okkum eftir
eini evarska lítlari løtu.
Onkustaðni í Grisku guda-
læruni verður nevnt, at
"Gudarnir øvunda menn-
iskjum, at tey doyggja", tí
tað ger jú bara lívið meir
intenst og vakurt, men so
leingi vit halda okkum vera
ódeyðilig, fáa vit jú ikki
virðismett lívið.
Hesir tankar eru kanska
mest týðiligir í lagnum
"Fireworks". Hóast sangur-
in er ein ásannan av, at lívið
er við at renna út, ganga
fýrverkarí og candyfloss
aftur, sum sorgblíðar mynd-
ir uppá vakurleikan, sum er
treytaður av, at hann hvørv-
ur líka skjótt, sum hann
kom.
– Í mínum eygum og oyr-
um er tað einfalda mangan
eisini tað vakrasta, og tað
gongur eisini aftur uppá
ymsar mátar á fløguni. Til
dømis var upprunaligi tank-
in við lagnum "Havsglóð"
at geva tí ein vøgguvísu-
dám fyri á tann hátt at raka
nakað einfalt, góðvarið og
upprunaligt
samstundis.
Okkara fyrsta tónleikaliga
uppliving stavar jú sum
oftast frá eini vøgguvísu,
og uppá ein máta er fløgan
ein roynd at endurskapa
nakað friðsælt og vakurt,
har tú kanst sleppa at vera
eina løtu uttan at verða
órógvaður. Eitt andahol í
eini tilveru, har ongin hevur
tíð at steðga á og hugsa.
Trúgv og list
Knút er sannførdur um, at
evnini at skapa tónleik er ein
gáva, hann hevur fingið frá
Gudi, eins og øll list onk-
usvegna er ein endurspegl-
ing og játtan av Guds skap-
anarverki. Tí undrar tað
hann stórliga, at kristin-
dómurin hevur so ilt við at
geva listini pláss og ofta
heldur hana hoyra heima á
einum lægri verðsligum
støði
– Øll hendan løgna upp-
býtingin av tí andaliga og tí
verðsliga er eftir mínum
tykki fullkomiliga burtur-
við. Og hesin skilnaðurin
verður uppaftur meir tanka-
vekjandi, tá tú hugsar um, at
hann hvørki hevur støði í
Bíbliuni
ella
søguliga.
Søgan yðjur jú í dømum um
menniskju, sum hava úttrykt
sina gleði yvir at vera kristin
við at skapa fantastisk
listaverk, men eg dugi illa at
Í lagi at ver