fríggjadagur 31. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
25
ímynda mær, hvussu vit í
dag skuldu gjørt pláss fyri
Michelangelo, Bach ella
Haydn
innafyri
trongu
karmarnar í okkara kirkjum
og samkomum.
– Eitt er, at modernaði
kristin tykjast at hava mist
sambandið millum trúnna
og listina úr eygsjón. Vit
megna eftir øllum at døma
heldur ikki at rúma listini
uttan so, at hon hevur eitt-
hvørt nýtsluvirði. Ein sang-
ur skal til dømis helst
kunna umvenda so og so
nógv menniskju, áðrenn
hann hevur uppiborið eitt
pláss innan kirkjugátt ella í
eini samkomu. Í grundini er
tað rættiliga óhugnaligt, at
kristindómurnin
soleiðis
hevur yvirtikið ein nyttu-
moral, vit annars helst seta
í samband við ídnaðarkoll-
veltingina, hugleiðir Knút.
Sjálvur heldur Knút fast
við at brúka tónleikin sum
ein máta at prísa skapanar-
verkinum og vakurleikan-
um. Eisini tær løtur, tá ivin
og uppgerðin spøkja, sum
til dømis í lagnum "Shine"
– "Shine" er ein uppgerð
við tann Gud, sum verður
borðreiddur fyri mær alla-
staðni, men sum als ikki er
tann sami, sum eg lesi um í
Bíbliuni. Eitt tað størsta
mistakið, menniskjan hevur
gjørt, er at royna at billa
sær inn, at átrúnaður og
trúgv er tað sama. Úrslitið,
er at vit standa eftir við
nøkrum
innantómum
stovnsfestum reglum og
siðvenjum, sum vit tvíhalda
um í berari ræðslu fyri at
hyggja at okkum sjálvum.
"Shine" er also mín upp-
gerð við royndina hjá
menniskjum at redusera
trúnna á Gud til eitt sosialt
reglusett ella okkurt slag av
klisturmerkjatrúgv, uttan
innihald.
Knút dylur ikki yvir, at
hann í løtum heldur tað
vera trupult at vera trúgv-
andi í einum samfelag, har
sambandið millum tað, sum
Bíblian fortelur honum og
tað, sum tíðarandin vil hava
hann at jagstra, er horvið.
– Sum øll onnur, standi
eg og eygleiði eitt samfel-
ag, har líkasælan og materi-
alisman hava tikið ræðið,
men sum eg onkusvegna
eisini skal vera partur av.
Fyri meg er loysnin mín
Gudstrúgv, og í mínum
hugaheimi verður Jesus
hvørki minni sannur ella
vakur fyri tað, um eg ikki
kann prógva, at hann er til.
Eg havi tað, sum Dostejev-
ski, sum segði, at sjálvt um
onkur prógvaði fyri honum
í morgin, at Gud ikki var til,
hevði hann framvegis valt
at trúð uppá hann. Fyri
summi kann ein slík sann-
føring uttan iva tykjast blá-
oygd, desperat og beinleiðis
snævurskygd, men fyri meg
letur hon heldur upp fyri
nøkrum størri, við tað at
hon ásannar, hvussu av-
markaði vit eru sum menn-
iskju.
Doyvdir føroyingar
Við trúnni fylgir altíð ein
ábyrgd fyri at geva tær far
um tað, sum hendir rundan
um teg, heldur Knút, og tí
aftrar hann seg heldur ikki
við at blanda seg uppí al-
menna politiska kjakið. Og
beint eftir seinasta løg-
tingsval mundu fleiri eisini
varnast, at keyboardleikar-
in í Gestum, var vorðin ein
av høvuðspersónunum í
einum drúgvum orðadrátti
um fullveldisgongdina.
– Eg havi ongantíð fjalt
út yvir, at eg kendi tað sum
eitt stórt vónbrot at síggja,
hvussu støðið spakuliga
men áhaldandi bleiv máað
undan teimum kreftum,
sum høvdu stungið full-
veldiskósina út í kortið.
Hetta kjakið snýr seg ikki
bara um, hvussu ósunt og
niðurbrótandi tað er, at eitt
land ikki hevur evstu
ábyrgdina fyri sínum fíggj-
arligu og rættarligu viður-
skiftum. Eg stúri eisini av
álvara fyri, hvat hetta fer at
gera við okkum sum menn-
iskju sum frá líður, tí uppá
fleiri mátar líkist okkara
politiska støða onkrum slag
av narkomani: Vit eru vorð-
in so bundin og doyvd av
fíggjarliga stuðulinum frá
Danmark, at vit fáa ikki
liva uttan longur, tíansheld-
ur ímyndað okkum, hvussu
støðan kundi verið øðrvísi.
Eins og misnýtarar desper-
atir leita eftir rúsevnum,
hevjar føroyskur politikkur
seg sjáldan longur upp enn
til eitt ørkymlað klandur
um pengar, sigur Knút, sum
heldur tað vera bæði hug-
stoytt og pínligt at síggja,
hvussu føroyingar fara at
piprast við tankan um, at
okkara methøga livistøði
skuldi lækka eitt vet.
– Fyri mær sær tað út til,
at vit føroyingar eiga ongan
stoltleika í okkum longur,
og tað ringasta er, at tað sær
ikki út til at órógva okkum
stórvegis. Eg veit ikki, um
vit eru so kúgaði, at vit ikki
longur vita av tí, ella um vit
bara eru líkaglað. Í hvussu
er, er tað onki sum bendir á,
at vit eru til reiðar at stríðast
fyri nøkrum øðrum enn tí,
sum rakar okkara penga-
pung, sigur Knút, sum held-
ur ongantíð hevur skilt ráð-
andi hugburðin um, at "Vit
hava tað jú fínt, sum er."
– Tað tykist sum at fólk
halda, at tey harvið hava
tryggjað seg móti broyting-
um. Men øll samfeløg
broytast, uttan mun til, um
vit vilja tað ella ikki. Vit
kunnu lata standa til, og
harvið lata onkran annan
gera av, hvagar leiðin skal
ganga, ella vit kunnu rópa
varskó og ganga okkara
egnu leið. Men tað avgerð-
ina er tað bara vit sjálvi,
sum kunnu taka, sigur
hugsunarsami tónleikarin
at enda.
ra kiksaður
– Tað er okkurt ótrúliga løgið í, at ein fløga
verður hildin at vera djørv og sermerkt, tí hon
hevur nakað uppá hjarta, heldur tónleikarin
aftanfyri ársins mest sermerktu fløguútgávu