Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 251 - 31. desember 2004 Aftur í ár var vælum- tókta jólahaldið hild- ið jólaaftan á Lágar- garði í Havn JÓLAHALD Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jan Müller Á hvørjum ári síðani Lágargarður byrjaði í 1987 hevur verið hildið jólahald fyri bú- og starvsfólkum jólaaftan. Hetta er ein siður, sum øllum dámar væl. Áhugin fyri jólahaldinum er eisini stórur. So fyri at øll skulu fáa pláss og møguleika fyri at hoyra, hvat verður sagt, so hevur verið tørvur á at avmarka talið av gestunum. So fyri hvørt búfólk kunnu koma tvey vaksin saman við børnum. 200 fólk Eins og undanfarin ár var so aftur í ár skipað fyri jóla- haldið jólaaftan. Gestirnir byrjaðu at koma klokkan 13, so teir kundu hjálpa til við at fáa búfólkið oman í felagshølið, har guds- tænasta við Jóannes Fons- dal, presti, varð hildin. Tórshavnar Manskór hevur eisini verið aftur- vendandi við kórsangi. Teir hava verið við so væl sum hvørt ár - tey fyrstu árini tó undantikin. – Jólahaldið er ógvuliga hugnaligt, og tað er nakað bæði bú- og starvsfólk eru glað fyri, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði. – Vit uppliva eisini, at tey, sum ætla sær heim at halda jól við familjuni, helst vilja verða her til jólahaldið eisini. Jólahaldið er nakað, hvørki bú- og starvsfólk høvdu viljað verið fyri uttan Aftaná gudstænastuna verður dansað um jólatræið, og eisini kemur jólamaðurin á gátt við onkrum góðgæti til tey smáu. Síðani var møguligt hjá børnunum at hyggja sjónvarp og hugna sær við jólapakkanum, meðan tey vaksnu fingu borðreitt ein drekkamunn og heimabak frá køkinum á Lágargarði. Árið ið fór Sum heild hevur annars gingið hampuligt hjá Lágargarði. Bíðilistin er tó enn líka langur, og tey 10 plássini á Tjarnargarði hava ikki gjørt nógvan mun. Hugnalig jól Hóast høgan aldur ber hon seg væl, mamma tvey kend andlit í føroyskum politikki Nógv búfólk og avvarandi vóru við til jólahaldið á Lágargarði Eisini Jespersen fekk vitjan henda dagin