Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Nr. 26 — 9. FEBRUAR 1999 Vit eru rik og tit verða ikki gloymd . Gamla Daman er komin til byin og vert er at * |] z I r hóast skemtiliet SÉ, tragiskt og setur moralinum spurningar. Men tað stuttliga DAGFINN OLSEN Nu Sjórleikarhúsið hevur fingið nýggjar karmar. fegnast neyndin um aftur at kunna hýsa einum stórum leiki. Havnar Sjónleikarfe- lag framførir nú leikin „Tann gamla daman kemur til býin“, og heili 28 leik- andi eru við, umframt hjálp- arfólk handan tjaldið Og hetta er ein stórur leik- ur. Tann kendasti hjá Friedrich Dúrrenmatt (1921 - 1990), ið var sveisiskur høvundur. Upprunaheitið er „Der Besuch der alten Dame“ og er hann skrivaður í 1956. Leikurin gjørdi høv- undan heimskendan. Elin Súsanna Jacobsen, ið hevur tytt leikin, sigur m.a. í leikskránni, at høvundurin valdi at nevna leikir sinar komediur. Men evnini eru tragisk. Tað tragiska verður sett i komiskt hopi, so tað kann skelka åskodaran, men ikki vekja samkenslu. Hann vildi hava teir at hugsa um j lan at lata UC tad, 10 teir heldur vilja sleppa undan at hugsa um. Dørrenmatt skrivaði undir krígnum og hesin leikurin er skrivaður eftir kríggið og er møguliga merktur av hes- um. Tað er ymiskt í leik- inum, ið bendir á tað, og nøvnini á teimum báðum smágentunum, Adolfina og Hermina, beina hugan ávísa leið. Tað góða við leikinum er júst, at hann fær áskoðaran at hugsa, men á ein hátt, har ein varðveitir fjarstøðuna, tí høvundurin júst spælir uppá tað komiska og groteska. Leygarkvøldid frumsýndi Havnar Sjónleikarfelag leikin. 28 leikarar á palli í meira enn 2 tímar. Tað sigur seg sjálvt, at her er talan um nakað serstakt. Og hóast talan er um stór- an leik, ið vil hava áskoð- aran at taka støðu, hugsa, so er hann ikki so tungur, tvørligur ella innviklaður, at ein ikki fær fylgt við. Tað er gamla daman, ið u tveimum tímunum er, at ein ) reika heim á oT Umrøda N uw æt n da og 1910 Tao X v Or KKI €1 ur eldu Í t taka pallin fyrs so hevur Barbara í ( jongini við hepnari palli og búnum. Sera einfalt hond staðið fyri N pallbotninum er lørift, har litleysar ella blá og væl úr hondum greitt ligar ljósmyndir síggjast Landsløg. ófóroysk. og myndir av koyribreytum, ið hvørva í sjónarringinum. Og hóast tað er alt van- ligari, so er tað ein ødrvisi og løtt kensla, at tjaldid er frå alla tíðina, sum um tað ikki var har. Ein freistast at gera heldur djarvar tulking- ar um jarntjaldið, ið jú ikki er fyri eyguni at fáa greiðu á, men tað lata vit liggja. Pallur og búnar eru í svørtum og hvítum og her tykist mær, at skorðið er so væl inn á bein, at einki óneyðugt er eftir. At alt er í svørtum og hvítum fær eis- ini áskoðaran, kanska uttan at hann veit tað, at hugsa eini 40 - 50 ár aftureftir, tí so ávirkað eru nútíðarmenn- iskju helst av sjónvarpi og fjølmiðlum annars, at svart/ hvíta ávirkanin av sær sjálv- um setir hugan aftur í tíðina, tá alt var svart og hvítt. Bæði so og so. Og myndirnar, koyri- breytin. Gamla daman, sum á ungum árum mátti taka leiðina út í heim. Út, har vegurin hvarv í sjónarring- inum. Hvaðar førir vegurin. Er hetta kanska vegurin frá heimbygdini og út í heim, tað ókenda. Ella vegurin til rættvísi? Og bláa ljósið. Blátt er B tt I KI | XO 1 k ur er eisini við til 10b ISKOOAran. € tt seta h ) greiðar rðar. Hi 5 ur sjálvur Skal nakað st st. 10 na summum mundi kennast óheppið, so var tað annars frálíka | igskot ð við at hava gomlu dåmuna sitandi uppi á balkongini. Hetta gjørdi tíverri. at tey. ið sótu beint niðanfyri. ikki sóu, hvat gekk fyri seg uppi yvu teimum. Men. sjálvandi. ein hoyrdi hvat varð sagt. og møguliga er ikki neyðugt at síggja júst hetta, men eg giti, at tey, ið ikki sóu, fegin vildu sæð. Frumsýning Frumsýningin leygarkvold- ið var fyrsta sýning, so ein eigur at bera yvir við, at ein í byrjanini ikki hoyrdi okk- urt orð, tí tær annars frálíku ljóðeffektirnar vóru nakað hart frá. Hinvegin eydnað- ist til fulnar, har hetta var meiningin. T.d. við upp- gjørdu móttókuna av dam- uni. Lærarin stjórnaði blandaðum kóri, men einki hoyrdist fyri tokinum. At leikararnir í støðum tóktust heldur trilvandi og ivandi um, hvar í orðahóp- inum teir vóru, tað kann henda vid frumframførslur, har eisini nervar og slikt gera seg galdandi. Tað verð- ur neyvan ein varandi trupulleiki. Og tað er jú ikki smávegis at minnast til, skal ein standa yvir 2 tímar á palli. Ahugavert og hugaligt at síggja leikarar á palli, ið eru gamlir í garði í Sjónleikar- húsinum og í sjónleiki sum heild. Rós til teirra. Eisini áhugavert at síggja tey, ið kanska ikki eru so von at standa á palli. Marner Simonsen sum jarnbreytar- ri. Og Petur D Sama kann sigast um Aase Løtzhøft Dunn í høvuds leiklutinum sum camk daman. Mong munnu fegn ist um. at:tað eydnaðist at fáa hana við so áskoðarin nand li. ti tað eru skjótt mone síðani. at hon seinast var síggja á palli. Tað mundi vera í seksti árunum, havi eg latið mær sagt. Og hon gjørdi „Come Back"! Jógvan Osa í hinum høvudsleiklutinum kom einastandandi væl frá sínum leikluti. Frálíkt. Sama kann sigast um hinar leikararnar Jógvan Salomon Joensen. Jón Thorsteinsson og Johan Dalsgaard. Somuleiðis Tóri í Hoyvík og Arnold Ey vind- son. Vónleyst er at nevna oll 28, men øll gjørdu sitt til, at meira enn 2 timar ikki tóktust drúgvir, heldur hin- vegin. Frålikt avrik. Nu er tad so, at hetta er stórur leikur vid nógvum leikarum og her eigur leik- stjórin, Laura Joensen, at fáa rós. Tað má hava verið stór uppgáva at fáa alt at hanga saman. Men tað hevur hon megnað. Mundi gloymt týðingina. Hugsaði ongantíð um nakað hesum viðvíkjandi, so tað má metast positivt. Væl úr hondum greitt. Heimlig viðurskifti Fall kanska í ummælara- grøvina eina løtu, men velji tó at royna at halda meg til at kalla hetta umrødu og hugleiðing. Eins og Diirrenmatt valdi at kalla leikir sínar komediu, hóast tragiska innihaldið, so er helst gjør- ligt at kalla hetta umrødu, hóast ein í umrødu ikki kemur uttanum at nærkast ummæli. Og innihaldið er, hóast skemtiligt, tragiskt og setir moralinum spurningar. Men ku tveimum tímunum e at ein sleppur ikki undan at klettarnar Þá gamla daman hevur tvið ibuevunum í blóðfá tæka býnum vónir um nógvan pening. eima milli ard. so byrja oll at keypa upp á borg. Alt verður Keypt og sjálvt presturin viðgong eisini kirkjuklokkan er nýggj Lærarin sigur einaferð, tå tvistødan um tilboðið pengarnir - frá gomlu dam uni og moralin nærkast eini avgerð. at Vit eru ikki fá tók. men gloymd”. Hann visir å, at bygdin i undir- grundini eigur bæði olju og málm. Her liggur væl fyri at samanbera við føroysk viðurskifti. ur, at Verd at vitja Skal ein taka samanum, so må sannast, at leikararnir prógvaðu leygarkvøldid, at vit eru ikki fåtøk. Vit eiga rikidømi í fólki. ið kann geva okkum ríkar løtur. Og tey verða ikki gloymd. Hvor tann. ið leitar sær innan nýggju karmarnar í Sjón- leikarhúsinum at vitja Gomlu Damuna, fær eina ríka løtu. Og góðs heim við, ið vert er at hugsa um. Hetta er ein av teimum stóru leikunum, eitt av teim- um stóru avrikunum í før- oyskum sjónleiki. Nú, tá leikararnir eru komnir um byrjanarmark, skapa teir óivað ein av varðunum í føroyskum sjónleiki. Ahugavert, hugkveikj- andi, skemtiligt. Frálíkt. Orðini eru mong, men tøkk eiga tey, ið hava lagt og framvegis leggja orku í hetta avrik. Sjónleikarhúsið er avgjørt vert eina vitjan í hesum døgum. Gamla daman er komin til býin og hon er verd at vitja.