Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 26 — 9. FEBRUAR 1999 SKT í HA SJOV sendt m spælarai og UM: FOFOYAT, SUD sendast út til 50 milli hyggjara Mynd Jonhard Hammer 40 hitastigum niður um frostmarkið í Føroyum Fótbóltur: Luis Nachbin úr Brasilia skal gera eina sjónvarpssending um brasilsku fótbóltsspælararnar í Føroyum. 50 milliónir fólk hava møguleika fyri at síggja sendingina, sum verður send á fjórðstørstu sjónvarpsrás í heiminum EMiL L. JACOBSEN Saman við tí seinna bra- silska fótbóltsspælaranum hjá GI, sum kom til landið sunnudagin, var ein sjón- varpstíðindamaður úr Bra- silia, sum skal steðga í Før- oyum fram til fríggjadagin, tá hann fer víðari til Íslands. Luis Nachbin úr Rio de Janeiro er tað, tey kalla vid- eo-journalistur. Tað merkir, at hann ger alt sjálvur í sín- um framleidslum, bæði re- search, upptøkur, redigering 0.s.fr. — Eg arbeidi f løtuni vid einari sending um teir seks brasilsku fótbóltsspælarar- nar, sum eru í Føroyum, og fari eisini at greiða eitt sind- ur frá Føroyum í sendingini, sigur 34 ára gamli Luis Nachbin. Hann hevur fylgt spælar- unum, síðani teir fóru úr Rio de Janeiro, har tað er há- summar og hitin lá upp ímóti 40 stigum, tá teir fóru, til føroyska veturin, har hitamátarin sníkir seg niður um frostmarkið. — Jú, tað var ein lítil skelkur at koma til kuldan hjá tykkum frá summarin- um í Rio, sigur Luis Nach- bin. — Og tað var eisini óvan- ligt hjá spælarunum. Hetta er fyrstu ferð. teir eru utt- anfyri Brasilía, og teir hava ongantíð sæð kava fyrr, leggur hann afturat. Hann arbeiðir fyri tvær ymsar sjónvarpsrásir, með- an hann er í Føroyum. Onn- ur er almenna rásin TV Global, sum er fjérdstørsta sjónvarpsrás í heiminum, og hin er kaðalrásin Sport TV, sum er ein rás, ið sendir ítrótt 24 tímar um samdøgr- ið, og sum er ein av trimum stórum ítróttarsjónvarpsrás- um í Brasilía. Luis Nachbin sigur, at hansara arbeiðið er nógv at meta sum free-lance. — Eg geri ein sáttmála við eina rás um eina ávísa send- ing, men arbeiðið hjá mær er ikki at meta sum eitt 8 til S-arbeiði, sigur hann og greiðir frá, at tað í Brasilia eru tríggir video-journalist- ar av hesum slagnum. Hinir báðir arbeiða í Sao Paulo, sum er størsti býur í Bra- silia, men teir taka sær so at siga bert av dagligum tíð- indum og gera ikki drúgvari sendingar sum hesa, Luis nú er í Føroyum og ger. Úr Kina til Finnlands Hetta er eitt arbeiði, sum hevur ført brasilska tíðinda- mannin vítt um í verðini. Hann hevur arbeitt við sjón- varpi síðani 1988, bæði sum teknikari, produsari og sum tíðindamaður, og tað er eis- ini hetta, sum ger, at hann seinasta árið hevur verið førur fyri at arbeiða sum video-journalistur, har hann sum nevnt skal gera alt sjálvur. Í hesum arbeiðnum hevur Luis Nachbin ferðast víða. Bert í fjør var hann í India, Kina, Mongolia, Tunesia, Ítalia og Finnlandi, og nú er hann so komin til Før- oyar, áðrenn hann fer víðari til Íslands. Allar sendingar- nar, hann hevur gjørt á hes- um ferðunum, hava snúð seg um ítrótt og tær flestu um fótbólt, sum Luis ikki óvæntað sigur vera nógv tann størsta ítróttargreinin í Brasilia. Men hví hevur hann so valt at koma til Føroyar? — Eg frætti um hesar fót- bóltsspælararnar, sum skuldu til Føroyar at spæla, og helt tað vera áhugavert. Eg bjóðaði meg tí fram til at gera eina sending um hetta, og tað var eisini bein- anvegin áhugi fyri tí hjá ar- beiðsgevaranum hjá mær, sigur Luis Nachbin. Hann skal gera upptøkur av brasilsku spælarunum í Gøtu, meðan teir venja við GÍ og ætlaði sær eisini at vera við klokkan 10 fyrra- partin í gjár, tá spælararnir fingu sín fyrsta lærutíma í føroyska málinum, sum teir enn ikki skilja eitt orð av. Hann roknar við, at send- ingin til TV Global fer at vara eini 5-10 minuttir, meðan sendingin, hann ger fyri Sport TV, fer at liggja um ein hálvan tíma í longd. Henda seinna sendingin skal snúgva seg um bæði Føroyar og Island, og Luis sigur, at føroyski parturin fer at verða nøkulunda helvt um helvt um brasilsku spæl- ararnar her og um sjålvt landid Føroyar. Gott fyri bådar Luis Nachbin fylgir væl vid í fótbólti, men hann við- gongur, at hansara kunn- leiki til føroyskan fótbólt er sera avmarkaður. — Eg veit, at Føroyar vann á Eysturríki afturi í 1989 ella 1990, og at hesin sigur- in var sera týdningarmikil fyri, hvussu tað gekk hjá føroyska landsliðnum árini eftir tað. Men annars veit eg einki, sigur hann. — Men eg ivist ikki í, at tað er gott fyri bæði før- oyskan fótbólt og fyri bra- silsku spælararnar sjálvar, at teir eru komnir hendavegin. Eg rokni við, at tað fer at. økja um áhugan og gera fót- bóltin meira áskoðaravinar- ligan, og tað er eisini gott hjá spælarunum at sleppa burtur, sigur Luis Nachbin. Hann sigur, at tað eru so ótrúliga nógvir góðir fót- bóltsspælarar í Brasilia, og at teir flestu av teimum hava sera lítlar møguleikar fyri at koma fram í heimlandin- um, har talentini beinleiðis vaksa á trøunum, men fáir fáa møguleikan at spæla á hægsta stigi. — Men eg haldi ikki, at føroyingar skulu vænta sær heilt so nógv av teimum í byrjanini. Tað tekur ivaleyst eitt sindur av tíð hjá teimum at fella til, og tað verður helst ikki fyrr enn út móti juni mánaði, at teir veruliga fara at vísa, hvat teir duga, sigur Luis Nachbin. Tá vit so eitt sindur var- isliga spyrja hann, um hetta ikki eisini er ein háttur hjá brasilsku spælarunum at sleppa víðari út í Europa, svarar hann, at tað er tað uttan iva. — Tað er týdningarmikið at sleppa til Europa, sum Føroyar jú eisini er partur av. Vónin er t.d. at sleppa í Europa Cup og vóna, at okkurt felag í eitt nú Portu- gal — ikki Benfica ella Porto, men okkurt lægri — har sera nógvir brasilskir fótbóltsspælarar eru, leggur merki til teir, sigur Luis og leggur afturat: — Teir vilja ikki longur fara til Fraklands, tí heima i Brasilia halda fólk sera lítið um Frakland afta HM-endaspælið í fjør- summar. tå Frakland ii vann á Brasilía í finaluni Fylgja væl við I Føroyum og Europa sum heild vita fólk ikki so heilt nógv um brasilskan og suð- uramerikanskan fótbólt. Landsliðini hjá Brasilia og Argentina eru sjálvandi vælkend og hava nógv við- haldsfólk eisini í Føroyum. men sjálvar landskapping- arnar vita fólk lítið um. Men hvussu er í Suðuramerika? Fylgja fólk har væl við eu- ropeiskum fótbólti? — Tey fylgja rættiliga væl við, ja. Tað hevur sjálvandi eisini nógv at siga, at so at siga allir teir bestu brasilsku spælararnir, so sum Ronal- do (Inter) og Roberto Carlos (Real Madrid) spæla í Eu- ropa. Og hvussu við Føroyum? — Har vil eg siga tað so- leiðis, at 98 prosent av fólk- inum ikki vita at Føroyar eru til, og av teimum tveim- um prosentunum, sum eru eftir, vita 80 prosent ikki, hvar Føroyar eru, sigur Luis Nachbin. Hann roknar við, at send- ingarnar úr Føroyum verða vístar í Brasilia einaferð í seinnu helvt av mars mán- aði, og tá fáa 50 milliónir fólk so møguleikan at síggja seks brasilskar fótbólts- spælarar í føroyska vetrar- veðrinum.