mikudagur 10. februar 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 10. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
Finnbogi Isakson, lógtingsformaður:
n politikari vikir
ikki frá sínum fyri
itt gott orð
Tað hevur avgjórt sett síni merki í tingarbeiðið, at lónin ikki hevur verið
hægri enn so, at ein stórur partur av tingmanningini hevur havt annað ar-
beiði. Tí kemur tað fyri, at tingfólk ikki seta seg nóg væl inni í málini, ið eru
til viðgerðar. Fáa tingfólk betri arbeidsumstødur og tey ikki hava nakad stør-
vegis annað við síðuna av fer tað at síggjast aftur í orðaskiftinum og tingar-
beiðinum, sigur Finnbogi Ísakson
TuURIÐ KJØLBRO
Núverandi formaður á For-
oya Løgtingi, Finnbogi Is-
akson, er varin vid at leggja
sinar starvsfelagar i tingi-
num undir ikki at duga at
samskifta nóg væl á tingi
og í kjaksendingum í loft-
miðlunum.
- Í summum av kjaksend-
ingunum í loftmiðlunum
verður lagt upp til, at lut-
takararnir meiri ella minni
kunnu rópa eftir hvor ødr-
um. Tey luttakandi verða
sett yvir av hvor øðrum og
so vitt eg veit fáa tey at vita,
at tey kunnu bróta hvønn
annan av. Tí verður send-
ingin kanska meiri undir-
hald enn nakað annað. Aðr-
ar sendingar eru meiri sið-
iligar, har nógv sjónarmið
koma fram. Ein partur av
orsøkini til, at kjaksending-
ar kanska serliga i sjónvarp-
inum enda í ordabardaga er,
hvussu tær eru skipaðar og
ætlaðar, sigur Finnbogi
Isakson.
Ov ringar umsteður
Finnbogi Ísakson hevur sit-
ið á tingi fyri Tjóðveldis-
flokkin frá 1966 til 1984.
og síðani 1988. Trý skifti
hevur hann verið landsstýr-
ismadur, og síðani seinasta
vár hevur hann verið ting-
formaður. Nøkur valskeið í
seksti- og sjeytiårunum var
hann næstformaður á tingi.
- Tað kemur uttan iva fyri
á ungi, at orðaskiftið fer
heldur langt burtur frá tí tað
snýr seg um, men eg rokni
ikki við, at føroyskir polit-
ikarar eru meiri persónligir
í sínum úttalilsum á tingi
enn politikarar í øðrum
londum. Orðaskiftið millum
politikarar er ofta harðari
enn orðaskiftið millum onn-
ur fólk, sigur Finnbogi Is-
akson.
Síðani seinasta vár hevur
Finnbogi Ísakson ferð eftir
ferð ført fram, at tingfólk
eiga at brúka ein nógv størri
part - helst alla sína tíð - til
tingarbeiðið.
- Fáa ungfólk betri ar-
beidsumstødur og tey ikki
hava nakað stórvegis annað
við síðuna av fer tað at
síggjast aftur í orðaskifti-
num. Trupulleikin er, at tá
ið tingfólk hava hálvt ella
3/4 starv við síðuna av.
knípir tað við at lesa alt tað
sum lesast skal. Sum er
hava tey heimild til at hava
fulltidarstarv við síðuna av.
men mær kunnugt eru tað
tey fægstu sum hava tað.
Við nýggju lønarskipanini.
ið er í uppskoti, fáa tíngfólk
eina góða løn, og tá mugu
tey ikki hava meiri enn
hálvt starv við síðuna av. Tá
eigur at verða kravt av teim-
um, at tey eru meiri á fund-
um, og tað førir av sær
sjálvum við sær, at tá verður
minni tíð til annað arbeiði.
- Tað hevur sett síni merki
í tingarbeiðið, at lónin ikki
hevur verið hægri enn so.
at ein stórur partur av ting-
manningini hevur havt ann-
að arbeiði. Tí kemur tað
fyri. at tingfólk ikki seta seg
nóg væl inni í málini, ið eru
til viðgerðar. Summi mál
eru. sum tingfólk hava
nógva vitan um. og tey fáa
mangan eina drúgvari við-
gerð enn tey hava uppiborið
- At tingfólk kanska hava
hug at dyrka ósemjuna er
ein partur av demokratisku
skipanini. Ein høvudsupp-
gåva hjå andstøduni er at
gera vart vid um nakad er
skeivt í tí, sum samgongan
kemur við og fremur. Hon
skal finnast at og so kann
tað jú henda, at tað verður
ósakligt við hvort, sigur
Finnbogi Ísakson.
Lurta eftir hvor ødrum
Síðani seint seinasta heyst
hava allir tingfundirnir ver-
ið sendir um sjónvarps-
sendaran. Fólk kring landið
kunnu tí heima í stovuni
fylgja við i, hvat verður sagt
á tingsins rødarapalli. Og
ikki so sjáldan hoyrist, at
formansskapinum í ungi
num heitir á tíngfólk um at
halda seg til málið, sum er
til viðgerðar.
- Møguliga er núverandi
tingformaður eitt sindur
strangari við hvort enn teir
flestu undanfarnu tingfor-
menn hava verið. Ta fyrstu
tíðina eftir, at tingfundirnir
blivu varpaðir út, vórðu
orðaskiftini heldur longri
enn tey plagdu at vera. men
tað hevur longu javnað seg.
Tingfólk royna at vanda sær
um orðini, men tá ið eitt
orðaskifti verður heitt kann
eitt orð gleppa av munni.
sum ikki skuldi verðið sagt.
Persónsprofileringin, tað at
farið verður eftir manninum
ístaðin fyri málinum. er
sjálvsagt ikki gott og sak-
ligt. Eftir førimuni roynir
formansskapurin at halda
stýr á tí og gera vart við tað,
tá ið tað kemur fyri.
- Tað kemur fyri. at ting-
fólk leggja hvor øðrum orð
í munnin, men yvirhevur
hugsi eg, at tey lurta eftir
hvørjum ødrum, men
hvussu væl veit eg ikki. At
politikarar eru fastlæstir i
síni egnu meining er eyð-
Finnbogi Ísakson, løs gtíngsfarmaður
kent fyri allar politikarar
alla staðni. Ein politikari
víkir ikki frá sínum fyri eitt
gott orð. Sjálvsagt skal ein
politikari hava virðing fyri
meiningum hjá øðrum pol-
itikarum og eisini vera førur
fyri at taka nakað til sín sum
eina meting. Men tað er
grundleggjandi fyri politik-
arar, at teir hava eitt sjónar-
mið og tað skal nógv til at
sannføra teir um, at teir eiga
at meina nakað annað. Ann-
ars er tað sum heild menn-
iskjansligt, at fólk fyri ein
og hvønn pris halda uppá
sítt, sigur Finnbogi Ísakson.
Evnisdagur
um samskifti
- Tá ið eg kom á ting í seks-
tiårunum sótu fyri ein stóran
part eldri og gamlir menn á
tingi. Teir vóru sáttligir í tí
teir søgdu, men tær stóru
konfrontasjónirnar, sum
vóru í okkara samfelag und-
ir krígnum og eftir kríggið
sótu øgiliga djúpt í politik-
arunum. Kanska vóru teir
varnir við at siga nakað,
men eg merkti á orðaskifti-
num, at gamalt agg lá undir
Eg haldi ikki, at politikarar
í dag bera so nógv uppá
gamalt agg
I hesum valskeiðnum
hevur tvær reisur verðið
skipað fyri evnisdøgum fyri
politikarar, har teir eru
kunnaðir um ávís mál og
viðurskifti. Og tingformad-
urin vísir ikki aftur, at hann
fer at skjóta upp fyri for-
mansskapinum at hava ein
evnisdag um samskifti.
- Kanska áttu vit at havt
ein evnisdag um, hvussu vit
samskifta. Eg eri hugaður
fyri at tosa við hinar í for
mansskapinum og umsit-
ingini um tað. Um ikki í vár.
so kanska í heyst. Tað hexði
kanska verið við til at
hækka orðaskiftið í tingi
num. sum ein og hvor log
tingsformaður ynskir. sig
Finnbogi ísakson.
Gunnleyg Durhuus, NLP-ráðgevi og skeidhaldari:
Vit hava ov litla virð-
ing fyri hvor gørum
"URIDKJØLBRO
Folk samskifta ymiskt. Før-
oyingar sinåmillum
ødrvisi enn eitt nú danir. ið
vit plaga at leggja undir at
meiri enn vit. Men
Gunnleyg Durhuus, NLP-
ráðgevi og skeiðhaldari.
meinar ikki. at vit duga verri
at samskifta enn onnur fólk
At samskifta er ikki bara at
tosa, tað er eisini at lurta.
- Vit síggja ofta í føroysk-
um kjaksendingum í sjón-
varpinum, at samskiftið
millum persónar, sum eru Ó-
samdir um eitthvørt, er heilt
út av lagi. Tað er heilt van-
ligt at síggja, at fólk vanta
virðing fyri hvør øðrum og
tosa
tosa
meiningunum hjá hvor ødr-
um. Tað er í lagi. at vit eru
Osamd, men vit eiga at virða
meiningina hjá hvor øðrum.
tí hevur tú virðing fyri øØr-
um hevur tú samstundis
virðing fyri tíni egnu mein-
ing. Vit síggja í kjaksend-
ingum. at partarnir ístaðin
fyri at lurta eftir hvor ødr
um, leggja hinum partinum
orð í munnin og eru púra
fastlæstir í teirra egnu mein-
ing. Tá meti eg, at tað er av
týdningi hjá vertinum i
sendingini at fara aftur um
meiningina hjá pørtunum
og spyrja. hvat tað er sum
ger, at partarnir nú hava
meiningina teir hava, og
hvorji virði liggja aftanfyri.
Annað. ið eisini ofta hendir
í politiska ordaskiftinum í
Føroyum er, at politikarar
nir fara eftir persóninum í
staðin fyri eftir málinum.
Teir høvdu vunnið nógv um
teir brúktu meira grund-
leggjandi treytir og viður-
skifti. ið gera seg gald: indi
i sinåmillum gevandi sam
skifti, sigur Gunnleyg Dur
huus.
(Brot úr samrødu við Gunn-
leyg Durhuus í Sosialinum
leygadagin 6. februar).
Gunnlevg Durhuus, arki-
tektur, NLP-ráðgevi og
skeiðhaldari
PT AAL