Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 10 tíðindablaðið Nr. 27 — 10. FEBRUAR 1999 TOO SO OO: IL SO MK DDO coco NSS OSS: RAÐAÐ ANNT ON TI KA LOF 518 TAKS USS UNO SOS: DA KT NA Føroya Symfoni- orkestur Petur Birgir Petersen, pianistur, spælir klaverkonsert nr 23 av Mozart á vár- konsertini hjá Førova Symfoniorkestri Sunnudagin 28. februar hevur Føroya Symfoniorkest- r sína årligu várkonsert. Hon verður í Norðurlanda- isinum kl. 16.00. Hesa ferð verður tað ein rein vienerklassisk konsert við verkum av Mozart og Schubert. Solistur verður Peter Birgir Petersen í klaverkonsert nr 23 av W. A. Mozart: harumframt verður á skránni ouverturan til >Gandafloytuna< av Mozart og symfoni nr 6 av Franz Schubert. Dirigentur erður Anders Oberg, solocellistur í kgl. kapellin- tta verður 39. konsertin hjá FSO, síðani tiltakið að í 1984 t n tOVI Ra Vit hava stoyt- doyvarar til allar bilar Nu hava vit eisini -manchettir til - stoytdoyvarar SR ÞE re er. ve er p/f Esmar Simonsen tlf. 444405 - Fax. 444629 Viðmerkingar: Sakligur fyrispurningur til Høgna Hoydal Høgni skal hava tøkk fyri, t hann Sosialinum leygardagin gevur tilsøgn um altíð at vilja luttaka í einum sakligum orðaskifti um stjórnarmál. Ætli at taka hann uppá orðið og skal tað aktuella málið verða lýst á ein serdeilis sakligan hátt Vit fingu í undanfarnu tingsetu eina nýggja stýris skipan. Samb. henni skuldi løgtingið hava tvinnar høv- uðsuppgávur, og tær eru 1) at vera lóggevandi og 2) at hava eftirlit við at landsstýr- ið fylgir samtyktum løg- ungslógum Í síni eftirlitsuppgávu hevur løgtingid fingið fylg andi hovuðsamboð Í |. møguleikan fyri at seta landsstyrismonnum fyri- spurningar. Orðaskiftið um ein fyrispurning skal boða landsstýrismannin- um frá støduni hjá ting- inum til umsitingina av viðkomandi máli LE] .møguleikan at seta ein kanningarstjóra at kanna hvort landsstýrismaður hevur borið seg óreglu- liga at. Henda møguleik- an kann ein triðingur av løgtungsmonnum nýta. Tískil kann andstødan vanliga seta kanningar- stjóra +) .møguleikan at seta fram uppskot um misålitisvått- an. Hvussu virkar hetta i praksis? Styrisskipanin gevur ti- skil løgtinginum fullan møguleika fyri at tryggja sær, at tað veruliga er hægsta vald, og at uppgávan hjá landsstýrinum >bert< er at seta løgtingslógir í verk og at umsita tær. So er spurningurin hvussu hetta virkar f praks- is. Hetta verður sera væl lýst av málinum um yrkisráðið hjá lønjavningargrunninum, sum skuldi vera mannað við umboðum frá vinnuni og landsstýrinum og vera ráð- gevandi í málum viðvíkj- andi »lønjavningarstovuni«, sum umsitir inntøkutrygd fiskimanna. Løgtingid samtykti á vår 1997 uppskot frå landsstyr- inum um >yrkisráðið< sam- an við broyting í hesum uppskoti sum ein samd vinnunevnd mælti til og eitt samt ting tók undir við. Broytingin segði, at yrkis- ráðið umframt at ráðgeva um »inntøkutrygd v.m.« eisini skuldi rådgeva um »fyrisitingina hjå lønjavn- ingargrunninum«. Hálvt annað ár seinni ella á heysti 1998 er henda lógin framvegis ikki sett í verk Tískil setur ein tingmaður landsstýrismanninum i fiskivinnumålum ein fyri- spurning um hvi hetta ikki var hent. Tá málið verður svarað í tinginum er tað løg- maður sum er komin at um- fiskivinnumál. Tað framgongur av svarinum, at reella orsøkin til at lógin ikki var framd var tann, at landsstýrismaðurin = ikki bríggjaði seg um ta broyting í nevndu lóg sum løgtingid hevði samtykt eftir tilmæli frá vinnunevndini. Men annars var høvudsgrund- gevingin hjå løgmanni, at nevnda broyting hjå løg- tinginum skuldi stríða ímóti stýrisskipanarlógini. Tað er tó ikki enn fram- løgd nøkur løgfrødislig grundgeving fyri hesum sjónarmiði. FF hevur fyri trimum vikum síðani biðið landsstýrið um at fáa tær metingar hjá løgfrødingum sum løgmaður hevur nýtt sum grundarlag fyri sínum grundgevingum í tinginum uttan at frætta aftur. Hin- vegin er alt sum bendir á, at løgmaður hevur villeitt tingið. Undir 3. viðgerð, tá hetta málið seinni kom á ting aftur, kom fram, at orð- ingin um uppgávurnar hjá yrkisráðnum var minni vitt- gangandi enn orðingin um uppgávurnar hjá sjúkrahús- ráðunum, sum eru beinleið- is tilegnadar í samband við nýggju stýrisskipanina. Her var nevniliga sagt, at sjúkra- húsráðini kundu ráðgeva um »øll« viðurskifti við- víkjandi = sjúrkahúsunum. T.v.s. við ongari avmarking. Hóast hetta gav løgtingið á ongan hátt løgmanni tey boð, at ein samtykt lóg skuldi fremjast. Tískil hevur hesin møguleikin at hava eftirlit við landsstýrinum víst seg at vera nyttuleysur. sta »Kanningarstjorin« avsettur Enn minni var heimildin at seta ein kanningarstjóra nýtt, hóast tað skuldi vera nærliggjandi við nevndu ivamálum. Hesin møguleik- in má longu roknast fyri at vera >avmonteraður<. Løg- tingid hevur i tveimum før- um sett ein kanningarstjóra. I bådum førum er hann heilt rætt komið fram til skeiva mannagongd hjá landsstýr- ismonnum, eisini hjá mær sjálvum viðv. brot á javn- stóðulógina. Urslitid hjá kanningarstjóranum hevur ikki verið so frægt sum við- gjørt í tinginum ella í nakr- ari nevnd. Tískil varð heldur ikki gjørd nøkur nidurstøda. Hesar kanningar hava verið kostnaðarmiklar, so tað verður neyvan nakar kann- ingarstjóri settur aftur. Tískil skal heldur ikki roknast við hesum møgu- leika at hava eftirlit við Oli Jacobsen setir Høgna Hoydal fyrispurning landsstýrið. Løgtingid samtykkir at tað er ikki hægsta vald Løgtingid fekk ein møgu- leika afturat. Tað var tá løg- maður legði uppskota ting um at avtaka yrkisráðið við nøkurlunda somu grund- gevingunum sum í áður nevnda svari til tingmann. Málið fór í vinnunevndina, har samgongumeirilutin utt- an nakran spurning sam- tykti at taka undir við upp- skotinum. Annars skuldi tað verið upplagt at nevndin kannaði hvat hald var í grundgevingini um at sam- tykta lógin stríddi ímóti stýriskipanarlógina. Tað gjørdi hon ikki. Annars er tað åhugaverdur spurningur, hvørt tað í eini ivasak er løgtingid ella landsstýrið sum avger hvort ein lóg stríðir ímóti stýrisskipanini ella ikki. Uppgávan hjá løg- tingsskrivstovuni er jú at tryggja, at samtyktar lógir eru í samsvar við stýrisskip- anina. Sjálvsagt kann hon mistaka seg. Men tað má undra, at ein løgtingsnevnd uttanum sína »egnu« skriv- stovu góðtekur ein leysan pástand úr landsstýrinum um at løgtingid hevur gjørt eina samtykt sum stríðir ímóti stýrisskipanini. Endin á hesum málinum gjørdist, at hver einasti sam- gongutingmaður tók undir við nevnda uppskoti væl vitandi at grundgevingarnar fyri = uppskotinum vóru skeivar. Nidurstødan av allari hesi tingviðgerðini kann ikki vera onnur enn: 1. Vit hava ein løgmann sum ikki kennir tað sum sína skyldu at seta í verk samtyktar løgtingslågir. 2. Vit hava eitt løgting sum heilt greitt hevur giv- ið til kennar, at tað er upp til vælvildina hjá einum landsstýrismanni í hvørj- um máli um hann fremur eina løgtingsløg ella ikki. Tamilmálið Hetta mál kann væl sam- metast við Tamilmálið. Her var talan um ein ráðharra sum gekk ímóti eini fólka- tingslóg, og ein forsætisráð- harra sum villeiddi fólka- tingið í einum uppá seg >lítlum< máli. Just her síggja vit munin á hvussu ein stýrisskipan eigur at virka og hvussu hon ikki eigur at virka. Ráðharrin mátti leggja frá sær og varð settur fyri ein ríkisrætt. Samstundis varð hann lið- ugur maður í politikki. Fleiri av hansara embætis- monnum fingu sekkin og forsætisráðharrin legði frá sær, tá ein >kanningarstjóri< kom til ta niðurstøðu, at fólkatingið var villeitt í tam- ilmálinum. Spurningurin til Hegna Hetta mál er als ikki ein spurningur um eina nevnd meira ella minni. Tann veru- ligi spurningurin er hvørt vit hava eina stýrisskipan sum virkar ella ikki og ikki minst um tað er nakar vilji at fáa hana at virka. Í hesum ligg- ur eisini hvort løgtingið vil fasthalda, at løgtingslég skal fylgjast, eisini i førum tá talan er um lógir sum tingmenn ikki bríggja seg um. Tað er óneyðugt at siga, at hevur løgtingid fyrst einaferð latið sær lynda, at landsstýrið ikki skal fela seg bundið av eini løgtings- lóg. kann sama stødan vera galdandi fyri eina og hvørja lóg. Tískil er spurningurin til Høgna Hoydal, landsstyris- mann: Heldur tú, at Før- oya fólk kann fela seg trygt at fara inn í eitt full- veldi við teirri umsiting av stýrisskipanarlógini sum greitt er frá í hesi grein. Óli Jacobsen