Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í komandi viku verður skipað fyri stórum andaligum tiltaki, sum ungdómsbólkarnir í fleiri samkomum í Havn skipa fyri. liltakid umfatar eitt nú eitt stórt seminar, utimøtir og vitjan á skúlum kring landið. Eini fimtan fólk koma heilt úr USA til tiltakið. Yngd nr. 6 - 10. feb. 1999 Stort tvørkirkjuligt ungdómstiltak Terji Nielsen Jesus 99 — hetta er heitið. sum fyrireikararnir hava valt at givið rådstevnuni fyri ung. ið verður í Havn í komandi viku. Ráðstevnan byrjar hóskvoldið í næstu viku. men longu tveir dagar framman undan verður tarið í holt við útimotir og gøtuevangelisering. Fleiri sankomur saman Sum áður nevnt, so eru tað ungdómsbólkarnir innan fleiri andaligar samkomur her á landi, sum skipa fyri rådstevn- uni. Til dømis kunnu nevnast Filadelfia, Keldan, Frelsunar- herurin, Evangeliuhusid, Rhe- ma og Samkoman i Hoyvik. Ein av fyrireikarunum, Tórð- ur Poulsen frå Evangeliuhúsi- num, sigur við Yngd, at tað til dagligt er rættuliga fitt av samstarvi millum ungdóms- bólkarnar í hesum samkom- um, og at tað gongur stak væl við hesum arbeiðinum. Tórður sigur eisini, at summi vilja ikki verða við í tiltaki- num, men tað er tó eingin í samkomunum, sum er bein- leiðis ímóti, at tær ymsu sam- komurnar arbeiða saman. Vitjan úr USA Tað verða ikki bert føroying- ar, Sum fara at taka lut á ráð- stevnuni. Tveir amerikanarar fara í høvudsheitinum at standa fyri ráðstevnuni, og við sær úr USA hava teir eini 12- 15 ungfólk, sum fara at virka sum hjálparar hjá teimum á sjálvari ráðstevnuni. Teir báðir amerikanararnir eru Kim Unrau, ið til dagligt er ungdómsleiðari í samkom- uni Toronto Airport Christian Fellowship. og so Steve Witt, ið er leiðari av samkomuni Metro Church South of Cleve- land Ohio. Steve Witt, fyrr Toronto. nú Ohio, hevur áður vitjað í Før- oyum, og fleiri vilja helst minnast hann sum ein av tal- arunum á teirri sokallaðu "To- rontostevnuni" í ítróttarhollini á Hálsi fyri nókrum árum síð- Hesin Steve Witt hevur ferð- ast runt í eini 14 ár til slíkar ráðstevnur. Haraftrat umsitir hann eisini evnið profetering í kenda andaliga blaðnum Spread The Fire Magazine. Skráin Sjálv skráin fyri ráðstevnuna er ógvuliga umfatandi. Útlendsku gestirnir koma til Foroya komandi mánadag, og týsdagin verður so byrjað við einum tidindafundi, har greitt verður nærri frá ráðstevnuni. Tyskvøldid verður so skipað fyri utimøti, og haraftrat stendur gøtuevangelisering eisini á skránni, sum tað eisini ger oll hini kvøldini, meðan ráðstevnan er. Tá ið gøtuevangelisering er, merkir hetta, at ung frá sam- komunum fara út á gøtuna at bjóða øðrum ungum føroying- um inn í Frelsunarherin. har øll eru vælkomin, til eitt prát. Av tí at hølini hjá Frelsunar- herinum liggja so væl fyri í hjartanum av Havnini, er tað upplagt, at hesi verða nýtt til endamálið, og tað hevur Frels- unarherurin eisini bjóðað fram. Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður farið út á skúlar kring landið at vitja, og hoskvøldid verður so skipað fyri einum sokallaðum Inspi- rationsmøti fyri samke mutæn-