hósdagur 11. februar 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OA
Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
Sámal Petur í Grund, tingmaður við samgonguflokkarnar:
- Vit eiga at
kunna meira um
fullveldisgongdina
Eg ivist stórliga í, um tað verður kunnað nóg nógv frá
landsstýrinum um fullveldisgongdina. Hóast kanningar-
nar eru í gongd og eingi ítókilig úrslit fyriliggja, so áttu
samgonguflokkarnir at kunna nógv meira um gongdina í
fullveldismálinum, soleiðis at fólk ikki vóru ótrygg við
stóðuna. Her kundi verið talan um ábendingar og ávegis
úrslit heldur formaður sjálvstýrisfloksins á tingi, Sámal
Petur í Grund
JAN MULLER
Nú sokallaða sjálvstýris-
samgongan hevur mannað
landsstýrið í umleið átta
mánaðir hava vit spurt Sám-
al Petur í Grund, formann í
tingbólki sjálvstýrisfloks-
ins, hvat hann heldur um
gondina í fullveldismálin-
um!
-Lat meg fyrst siga, at eg
sjálvur var tann fyrsti, sum
skjey upp eina slíka sam-
gongu. Tað var á einum
veljarafundi í Eysturoynni
stutt fyri valið. Vit halda
annars, at hetta er nakað,
sum má ganga skjótt, tí vit
hava jú bert avmálda tíð
sum samgonga. Men vit
mugu ongantíð yvirhála tað
forsvarliga. Og tað haldi eg
heldur ikki vit hava gjørt.
-Nú hoyra vit bæði í
tinginum og aðrastaðni, at
ein stórur partur av al-
mennu fyrisitingini er
vorðin lagdur lamin, tí
allar kreftir skulu brúkast
til at arbeiða við og inn-
rætta samfelagið til full-
veldi!
-Um tað er rætt veit eg
ikki, men tað er greitt, at
alt, sum nú verður gjørt, má
verða við atliti til tær ætlanir
tú hevur politiskt.
-Sær tú tann møguleikan
fyri tær, at arbeiðsbólkar-
nir, sum eru settir, kunnu
koma til ta niðurstøðu, at
fullveldisætlanin ikki er
haldbar?
-Sjálvandi kunnu nevnd-
irnar koma til ta niðurstøðu,
hóast eg ikki trúgvi uppá tað
sjálvur. Eg havi eina turka-
trúgv uppá, at vit klára okk-
um væl og virðiliga við
fullveldi. Vit hava m.a. í
samgonguskjalinum treytað
okkum. at tað skal vera hild-
in folkaatkvøda um málið.
soleiðis at tú ikki mást leypa
tvørtur um uttan at hava
fólkið við.
Stór krøv til upplýsing
Sámal Petur í Grund leggur
aftrat, at hetta aftur krevur
av samgonguni, at hon upp-
lýsir og kunnar um gongd-
ina alla tíðina. so fólkið er
trygt við støðuna.
-Sjálvur haldi eg, at hetta
setir ómetaliga høg krøv til
kunnan og upplýsing, og eg
skal viðganga, at eg ivist
stórliga í, um tað verður
kunnað nokk um málið og
gongdina.
Sámal Petur í Grund vísir
á, at tað í sambandi við, at
Grundlégarnevndin fer i
gongd við sítt arbeiði,
verður tosað um hoyringar.
-Ég kundi gott hugsað
mær, at fólkið fekk eitt sind-
ur meira upplýsing um..
hvussu langt man er komin
á fullveldisleiðini - hvgnn
veg peikar tað, sum higartil
er komið fram. Tað tú hoyrir
er bert okkurt tjak í løg-
tinginum, sum so verður
endurtikid í bløðunum ella
í loftmiðlunum.
Uppá fyrispurning hvussu
hetta skuldi verið gjørt sigur
Sámal Petur í Grund, at tað
átti at verið skipað fyri
kunnandi fundum. Lands-
stýrið kundi saktanst fyri-
skipað hesum ella sam-
gonguflokkarnir í felag líka
so væl sum at ein einstakur
flokkur ger tað.
Sámal Petur í Grund vísir
á, at tað nú hevur verið
arbeitt við hesum í eina tíð,
og heldur hann, at fólk
longu nú hava krav uppá at
kunna seta spurningar og
fáa svar - um ikki heilt iøki-
lig og liðug svar, so kortini
ábendingar um nøkur ting.
Tingmaðurin hjá sjálv-
stýrisflokkinum viðgongur,
at nógv av kanningarar-
beiðinum er nústaðni sett í
gongd og tí er tað ringt at
koma við nøkrum úrslitum.
men kortini heldur hann, at
tað átti at borið til at komið
við ávegis úrslitum.
-Ég merki tað, tá eg tosi
við fólk, at tey eru eitt
sindur ørkymlad - frustr
erad. Tú sær, at fólk tekur
stóðu út frá onkrum. sum
hendir. Takið bara hetta
málið við skipinum Froya-
nesi - út frá tí hoyrir tú fólk
siga, at nú atkvøda tey ikki
fyri fullveldi. Ella vit taka
málið um landsverkfrød-
ingsstovnin. Fólk knyta slik
mål uppí spurningin um
fullveldi, hóast hesi tingini
fyri so vítt hvorki hava eitt
ella annað við fullveldi at
gera.
Sámal Petur í Grund held-
ur tó ikki, at fólk sum heild
í dag eru minni positiv fyri
fullveldisætlanini enn eftir
valið. Hann heldur, at hóast
fólk nú kanska eru meira
ivasom um fullveldi enn tey
vóru við valið, so metir
hann kortini, at tað er fleir-
tal fyri tí. Hann vísir á, at
tað í øllum flokkum finnast
fólk, sum ynskja fullveldi.
-Men sær tú ikki fyri
tær, at tað verður torført
at fáa ein meiriluta av
fólkinum fyri fullveldinum
tann dag fiskurin minkar,
prísirnir falla og vit
kanska fáa staðfest, at
eingin olja er í undir-
grundini?
-Tað geri eg ikki. Tað er
har eg haldi, at upplýsingin
má til. Henda upplýsing
skal sjálvandi eisini fevna
um teir veruligu vandar,
sum eru og kunnu koma
aftrat. Og hvat hendir í sam-
felagnum, um trupulleikar
taka seg upp.
-Men nú umsita tit í
sjálvstýrisflokkinum tað
stórsta økid á figgjar-
lógini, nevniliga almanna-
og heilsuøkid. Hava tit
nakad itøkiligt bod uppå,
hvussu man kann spara å
almanna- og heilsuøkinum
í krónum og oyrum, tá vit
taka stig til fullveldi og
hava fingið fullveldi fult
út?
-Allir flokkar mugu sjålv-
andi koma við sínum boð
uppá, hvussu samfelagið
kann rekast, tá vit fáa full-
veldi.
-Men hava tit ikki eina
trupla uppgávu, um tit
sum umsita størsta máls-
økid á fíggjarlógini bæði
skulu varðveita vælferðina
'g ganga á fullveldisleið,
sum eftir ollum at doma
inniber skerjingar?
-Hatta við skerjingunum
haldi eg vit skulu bíða at
svara til vit síggja, hvat
kanningarnar visa, og hvørj-
ir møguleikar verða fyri at
fáa pengar, sum skulu koma
ístaðin fyri blokkin. Og har
nyttar tað sjálvandi ikki at
brúka flosklar. Eg veit
heldur ikki í løtuni, hvar
ngarnir skulu koma frå,
men eg veit, at fortreytirnar
eru so góðar í Føroyum sum
kanska onga aðrastaðni, at
tað ber til.
Hvat viðvíkur kanning-
unum so vónar Sámal Petur
í Grund, at teir, sum gera
kanningarnar, ikki eru
blindir fyri, at tað kunnu
vera vansar á vegnum, og
at tað ikki barea verður tagt
burtur.
-Tað vildi verið at hildið
fólk fyri tað turra spott, um
vit í samgonguni rætt og
slætt bíløgdu eitt úrslit, sum
júst hóvar okkum.
-Tað vit oftani hoyra
frá flokkum í landsstýr-
inum er, at tað skulu játt-
ast fleiri pengar til tey
ymsu økini!
-Tað vit hoyra er, at vit
hava eina milliard kr. minni
at ráða yvir, tá blokkurin er
vekk. Men tað trúgvi eg ikki
er rætt. Tað at vit missa
blokkin er ikki okkara
størsti trupulleiki. Hesin er
er, at vit hava eina mono-
búskap. Trupulleikin er
tann, at útsvingini í fiskar-
ínum eru so greflig. Tosar
tú so um avreiðingarvirðini
av fiskinum vit missa, so
hoyrir tú bara hetta øgiliga
talið, og so siga fólk, at tað
ber ongantíð til. Men av-
reiðingarvirðið er ikki tað,
sum landskassin missur,
men ein lítil prosentpartur
av tí.
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at hóast vit hava henda
trupulleika við bara at hava
eina høvudsvinnu, so átti
eitt land, sum er so ríkt sum
okkara, sum hevur ein so
litlan part at rekja av ti
samladu viddini, id er om-
anfyri sjóvarmálan og við
so fáum fólkum at metta. at
kunnað verið eitt paradís.
Oljan komandi og
farandi
Tingmaðurin gevur ikki
fyrrverandi formanninum í
Ráðgevandi Nevndini,
Niels Skak-Nielsen rætt, tå
hesin sigur, at Føroyar bert
kunnu fåa fullveldi vid olju-
inntøkum.
-Oljan kann vera góð í
eini broytingartíð og til at
konsolidera samfelagið við.
men fara oljupengarnir inn
í raksturin av samfelagnum,
so ganga vit beint móti fall-
itini. Annars er oljan bara
nakað, tú hevur í eina av-
markaða tíð, tí er hon heldur
ikki nakað tú kanst byggja
eitt fullveldi uppá.
Sámal Petur í Grund,
formaður í tingbólki sjálv-
stýrisfloksins er ónógdur
við ta kunning, sum sam-
gonguflokkarnir lata Før-
ova fólki um gongdina í
fullveldismálinum
Sámal Petur í Grund, tingmaður:
Olja úr Vinnu-
málastýrinum
Oljumál mugu takast úr Vinnumála-
stýrinum, ið hevur nokk av trupulleik-
um at dragast við sum er. Tað er rætt
at gera hetta nú, áðrenn arbeiðið
uppá fyrstu útbjóðing byrjar av ál-
vara
Spurningurin um Vinnu-
málastýrið skal umsita olju-
mál ella eitt sjålvstødugt
aðalstýri skal taka sær av tí
hevur verið frammi í
seinastuni, og herfyri segði
Eyðun Elttør, landsstyris-
maður í oljumålum við
Sosialin, at arbeitt verður
við at fáa oljumálini í eitt
serstakt aðalstýri. Tað ljóð-
aði sum tað bara var ein
spurningur um tíð til hetta
er komið uppá pláss.
Eisini formaðurin í ting-
bólkinum hjá sjálvstýris-
flokkinum, Sámal Petur í
Grund er fyri, at vit fáa eitt
oljumálastýri burturav, sum
er púra óheft av Vinnumála-
stýrinum.
-Sjálvandi skal oljumála-
ráðharrin hava sína egnu
oljumáladeild, sum er óheft
av Vinnumálastýrinum. Vit
góvu eitt kraftigt signal, tå
samgongan varð skipað og
vit settu ein oljumálaráð-
harra, og tað er líkasum., at
tað fánar burtur, fær lands-
stýrismaðurin ikki arbeitt
út frá sínum egna stýri. Fyri
mær fær hann ikki arbeitt á
sama føti sum. hinir lands-
stýrismenninir, hevur hann
ikki eitt sjålvstødugt stýri
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at hann sjálvur hevur
roynt eina skipan, har tað
eru tveir landsstýrismenn,
sum referera til sama stýri.
og tað ber ikki til.
Nú marknatrætan tykist
nær eini loysn, so fer tørv-
urin á at hava eitt serstakt
oljumálastýri at verða stór-
ur heldur tíngmaðurin.
-So er tað kanska onkur.
sum spyr, hvat vit skulu
gera við eitt oljumálastýri.
áðrenn vit vita nakað um
olju. Til tað vil eg siga: hvat
skulu vit gera tann dagin vit
finna olju, og vit ikki hava
styr á hesum. Tað er annars
púra burturvið at hava olju-
na inni í tí styrinum, sum
hevur nokk av trupulleikur
sum er
Málið um at taka oljuna
burtur úr Vinnumålastyri
num og í eitt serstakt olju
málastýri hevur verið um-
rétt á samgongufundi. Sám-
al Petur í Grund sigur, at
flokkarnir eru samdir um.
at hetta skal skipast soleiðis
einaferð. Spurningurin er so
bara nær, og tað er hetta,
sum tað kanska er eitt sind-
ur av Osemju um