hósdagur 11. februar 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
-
føroyskt innihald
in partur av eini læruprosess, har vit tó eisini
; 7.
€'}
3 tilt SÉ
FOYSKA land
70
Jan M R
i >» ða Q
SK elagrð Atlants
K ) stovnað - og
ert ánaður síð-
felagið gjørdi
er dski ol u
C etersen. stjóri
g er nøgdur við
song higartil og ikki
5 ) samvinnuna við
ufelvgini í sam
K n. Amerada Hess
He 1 fyr
8 ) við á fundum
DEIØSDOIKUN dá Samtax
mm. % -
talan var
annar á
og hin á
istigi. Her vórðu sein-
London
um tveir fundir.
tekniskum STI
astu úrslitini løgd fram av
rættiliga ungum jarðfroð-
ingum. geofysikarum og
> vórðu so umrødd
meira royndu og
u serfrødingunum
Wilhelm Petersen heldur
seg hava fingið nógv burtur
úr hesum fyrstu fundunum,
}VSÁ MILLS
støðurnar um áhugaverd
oki. støddir og jarOfrødi er
nakad, sum man kann fyri-
halda seg til.
Tydandi partur av
lærugongdini
Stjórin i Atlants Kolvetni
sigur, at hóast at alt hetta er
so nytt, so er tað nettup ein
sera týðandi partur av læru-
prosessini at vera vid, har
tingini henda, og úrslitini
verða løgd fram og umrødd.
Hóast tað í løtuni kann
verða ilt at fáa eygað á, hvat
eitt føroyskt oljufelag kann
geva sum íkast ul eitt so
stórt oljusamtak. so liggur
tað í kortunum. at Átlants
Kolvetni skal koma inn í
myndina og gera eitt itøki-
ligt arbeiði, so skjótt man
veit meira um útbjóðingina.
Hvussu samtakið kann
fyrihalda seg til grein 10 í
kolvetnislógini, sum snýr
seg um føroyskt innihald í
eini komandi oljuleiting, er
nettup nakað, sum føroyska
oljufelagið skal til at ar-
beiða við og vísa á.
Wilhelm Petersen: -Vit
hava longu fingið eina á-
bending um, at nettup
spurningurin um at geva
samtakinum eitt føroyskt
innihald, er nakað, sum vit
tíðindablaðið
røs vid teir stóru
va okkara íkast, og tað er at geva oljuvinnuni á
runninum eitt foroyskt innihald eisini
mugu taka okkum av. Vit
skulu ikki bara vera eitt
viðhang í hesum samar-
beiði. men her er tað innlit
okkara í føroyska samfel-
agið, sum skal koma sam-
takinum til góða, tå ein
endalig umsókn skal gerast.
Wilhelm Petersen leggur
dent å, at føroyska luttøkan
i samtakinum hevur einki
við leveransir av verum og
tænastum at gera. -Men vit
hava hinvegin eitt innlit í,
hvat hvor kann og tkki, og
hvat ber til í Føroyum og
ikki, nakað, sum øll olju-
feløg og samtøk hava brúk
fyri at vita fara tey at bjóða
her - at tikið verður hædd
fyri einum so munadyggum
foroyskum innihaldi sum til
ber.
Marknaávtalan
týðandi vegamót
Enn er bert eitt starvsfólk á
lønarlistanum hjá Atlants
Kolvetni. Wilhelm Petersen
sigur. at teir hava enn ikki
tikið stóðu til at seta fleiri
starvsfólk, tí enn veit man
ikki heilt. hvussu tíðarkarm-
urin verður tvs. nær avtala
um markið verður undir-
skrivað og tíansheldur heilt
neyvt, nær útbjóðingin
verður latin upp.
-So skjætt vita nær markið
kemur uppá pláss og nær
útbjóðingin verður, ber til
hjá okkum at seta tíð á, og
fara vit tå at søkja eftir fólki,
í fyrstu atløgu eftir fólki við
tekniskari bakgrund so sum
jarðfróðingum. geofysik-
arum og oljuverkfrøding-
um.
Roynt verður at finna før-
oyingar til hesi størv.
Arbeitt verður annars við
at gera eitt sokallad „pro-
spect" yvir næstu tekning
av partapeningi. Hetta er
um at vera liðugt. Fyrsta
tekningin var meira grund-
að á eina forrætningsidé.
Tað hevur so víst seg at bera
til. og nú er so eisini fingin
samstarvsavtala. Hetta skal
so føra til enn eina tekning
av partabrøvum.
Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1999
Wilhelm Petersen heldur
tað annars vera tydningar-
mikið at vera við, har tingini
henda. Hann dylur ikki fyri,
at teir kenna seg væl í
nýggja samarbeiðinum.
Uppá fyrispurning um teir
óttast fyri, at feløg í sam-
takinum skulu verða løgd
saman við øðrum feløgum
sigur hann, at tað vísir seg,
at her kann alt henda og at
tað er eingin trygd móti
samanlegging, at tú er eitt
stórt felag.
Annars heldur hann tað
vera eina styrki hjá sam-
takinum, at her eru tvey av
teimum stóru og mest týð-
andi — oljufeløgunum í
grannalondum okkara No-
regi og Danmark við.
Ben Arabo negdur
Tað var ikki bert ein før-
oyingar til steðar, tá umboð
fyri oljufeløgini í The Fa-
roes Partnership møttust í
London herfyri. Umframt
Wilhelm Petersen var eisini
føroyski stjórin í Amerada
Hess, Ben Arabo við. Tað
hevur hann tó verið so van-
ur við hesi seinastu árini.
Ben hevur nettup fingið sína
upplæring hjá Amereda
Hess, sum er operatørur í
samtakinum.
Hann hevur arbeitt hjá
felagnum í London í trý ár,
eftir at hann tók cand merc.
útbúgving í Danmark. Ben
Arabo heldur, at samstarvið
við føroyska felagið hevur
virkað sera væl og heldur
hann eisini, at tað var bæði
søguligt og týdningarmikið
at hava stjóran í Atlants
Petroleum við á fundunum.
-Einki er at ivast í, at tað
leggur virdi til prosessina
og restina av samtakinum,
at eitt føroyskt felag er vid
og situr við borðið saman
Føroyskur oljustjóri til
bords saman vid teimum
„stóru“ - Wilhelm Peter-
sen frá Atlants Kolvetni á
fyndi í London
Frá fundinum í London
herfyri. Aftast vm. Jim
Efstathiou, Norsk Hydro,
Richard Hardmann,
Amerada Hess, Troels
Dam, Dong, Chris
Latkiewitz, Amerada Hess,
Mike Welland, Lasmo og
fremst fv. Graham Goffey,
Lasmo, Ben Arabo,
Amerada Hess, Wilhelm
Petersen, Atlants Kolvetni
og Jan Evensen, Amerada
Hess. Mynd Jeremy
Rendell
við útlendsku oljufeløgun-
um. Tað er so at vóna. at
føroysku umboðini fáa
nógv burtur úr tí hetta er jú
ein liður í eini læruprosess.
Ben Arabo heldur fyri, at
avtalan hevði ikki havt
sama virði, var talan bert
um ein íløgupartnara. Hig-
artil hevur samstarvið rigg-
að væl og báðir partar síggja
fram til tað, sum fer at
henda í Føroyum.
-Eg haldi eisini tað er
týdningarmikið fyri Atlants
Kolvetni at vera við frá
byrjan og síggja, hvussu alt
fyrireikingarbeiðið undan
eini útbjóðing sær út.
-Men er tað ikki eitt
sindur bakvent at taka eitt
foóroyskt felag uppí, sum í
fyrstu atløgu kanska bara
hevur útreiðslur við sær,
tá hugsað verður um,
hvussu tað verður spart
alla staðni í oljuvinnuni?
-Avgjørt ikki. Tað er
nettup í sambandi við eina
útbjóðing. at føroysk lut-
tøka hevur tydning, tí tað
eru viðurskifti, sum hava
beinleiðis samband við før-
oyska samfelagið, sum ein
má kanna. So har er felagið
avgjørt við til at leggja virði
aftrat.
Ætlanin er, at føroyska
felagið skal leggja virði til
samtakið frá fyrsta degi við
síni vitan royndum frá sam-
felagnum her.