hósdagur 11. februar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fa
Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1999
tidindabladid
11
Tyrlutænastan skal vera
plaserað á landjørðini
— Í grannalondum okkara er farið burtur frá at hava tyrlu umborð á skipum,
tí henda skal altíð vera klár, vera plaserað sentralt, so hon skjótast kann
koma á staðið og kunna hava neyðuga læknahjálp ella aðra hjálp við, tá
Ólavur í Beiti
Tað var Anita á Fríðriks-
mørk sum fyri viku síðani
setti Jørgen Niclasen, fiski-
málaráðharra fleiri spurn-
ingar í fyrispurningi um
vaktarskip og vaktartæn-
astu, og vildi Anita m.a.
hava at vita frá Jorgen
Niclasen, um ætlanin við
byggingini av skipinum ein
liður í eini heildarætlan fyri
vaktar- og bjargingartæn-
astu við Føroyar? Hvørji
krøv verða sett til vaktar-
og bjargingartænastu i sam-
bandi vid fullveldisætlan-
ina? Hvørji krøv verða sett
til vaktar- og bjargingartæn-
astu í sambandi við eina
møguliga komandi olju-
vinnu? Hvørji krøv verda
sett til eina framtíðar tyrlu-
tænastu fyri Føroyar?
Avtalur gjørdar
Í svarinum til heesar spurn-
ingar. sigur Jørgen Nicla-
sen, at landsstýrið hevur á-
byrgdina av bjarging, og til
tess at røkja tyrlutænastuna
til hetta endamál er gjørd
ein avtala við donsku sjó-
verjuna, tá teirra tyrla er tók.
Eisini hevur tyrlan hjá At-
lantic Airways verið nýtt til
ymiskar uppgávur.
Sjóverjutyrlan verður
ikki ein varandi loysn, men
fyribils er avtalan longd fyri
1999. Tað er nógv, sum
týðir uppá, at neyðugt er
við útbygdari tyrlutænastu
í Føroyum.
- Landstýrið er av teirri
áskoðan, at hesar upp-
gávur eiga at verða sam-
skipaðar, og hevur tí sett
seg í samband við Atlantic
Airways um møguleikan at
samskipa framtíðar tyrlu
tænastu. Tyrlutænastan i
framtíðini skal m.a. rekja
hesar uppgåvur: SAR
(search and rescue) ella
LOB (leiting og bjarging).
fiskiveidieftirlit, sjúkra
flutning. ferðafólka- og
farmaflutning til og frá út
oyggjum og útplássum og
slingflúgving. upplýst
Jørgen Niclasen.
Tilbúgvingarætlan
Víðari vísti hann á, at At-
lantic Airways megnar ikki
í dag at røkja allar hesar
uppgávur og arbeiðir tí við
eini verkætlan, sum kann
nøkta tørvin við tyrlu at
røkja nevndu uppgávur. Tá
verkætlanin er liðug, má
stóða takast til hesa. Henda
ætlan er ein liður í tilbúgv-
farið verður avstað, segði Jórgen Niclasen m.a. í svari sínum til fyrispurning
ingarætlanini.
Tyrla at røkja omanfyri
nevndu uppgåvur må hava
eina hóskandi stødd. má
taka 12 - 14 persónar og
hava møguleika at fara
(range) út á 200 fj. sjómark-
ið. ,
I grannalondum okkara
er farið burtur frá at hava
tyrlu umborð á skipum, tí
henda skal altíð vera klár,
vera plaserað sentralt. so
hon skjótast kann koma á
staðið og kunna hava neyð-
uga læknahjálp ella aðra
hjálp við. tá farið verður
avstað. Tí er eingin ivi um,
at føroysk tyrlutænasta skal
vera plaserad á landjørØini,
og tad figgjaliga sigur okk-
um, at hon sjålvandi skal
samskipast, svaradi Jørgen
Niclasen m.a. aftur í tingi-
num.
Úttalilsi landsbankastjórans ørkymla
OLAvur Í BEiTI
Jenis av Rana, tingmaður
Midflokksins, hevur nú sett
løgmanni fyrispurning um
evruna, og vil m.a. hava at
vita, hvørjar ætlanir Føroya
landsstýri hevur viðvíkjandi
viðurskiftum Føroya til
nýggja gjaldoyra - evruna?
Og hann spyr víðari, um tað
nøkur politisk avgerð er tik-
in um, hvussu farast skal
fram, um Danmark tekur
avgerð um at skifta krónuna
um við evruna (egið før-
oyskt gjaldoyra ella fram-
hald við donsku krónuni)?
Hevur samband verið mill-
um donsku stjórnina ella
danska forsætisráðharran og
Føroya landsstyri um om-
anfyrinevndu vidurskifti?
Hevur Føroya landsstyri
tikið avgerð um støðu før-
ovinga undir evt. fólkaat-
kvødu í Danmark um til-
knýti til evruna? Hvussu
metir landsstýri, at ein evt.
avgerð í Danmark um at
nýta evruna kemur at ávirka
ætlanir landsstýrisins um
fullveldi?
Limaskapur
I viðmerkingunum til fyri-
spurningin, sigur Jenis av
Rana, at ein av fremstu em-
bætismonnum okkara, stjór-
in í Landsbankanum, hevur
sagt seg hava merkt eina
breiða politiska undirtøku
fyri evruni í Føroyum, og
at skifta danir donsku krón-
una út við evruna, er lítil
ivi um, at vit gera tað sama
í Føroyum.
— Sum svar til undirritada
undir viðgerðini av uttan-
landsfrágreiðing løgmaris,
segði løgmaður seg einki
kenna til úttalilsir embætis-
mansins. Sjálvsagt undra
hesi úttalilsir mangan, ser-
liga tá embætismaðurin tos-
ar um breiða politiska
semju.
— Vit vita, at krefitr eru,
sum miðvíst virka fyri, at
Føroyar skulu gerast limir í
ódemokratiska felagsskap-
inum ES. Hesar kreftir tykj-
ast arbeiða miðvíst, tosa um
tættari tilknýti, tó at flestu,
ið hava minstu hóming av
viðurskiftunum við ES —
m.a. út frá bláa og íkki
minst reyða álitinum — vita,
at eitthvørt tættari tilknýti
vidførir innliman, fyrr ella
seinni (ein miðvísur ES-tak-
tikkur).
— Øll orsøk er tí at halda, at
úttalilsi landsbankastjórans
kunnu (mis)brúkast í mið-
vísum royndum so spaku-
liga at ávirka føroysku
mannahugsanina ávegis
ES-limaskapi. Harmiligt er,
um føroyskir politikkarar ó-
tilvitandi verða brúktir i
hesum leiki, og er tað tí um-
ráðandi at fáa veruleikan
klárlagdan, serliga um (og
hvørjar) ætlanir eru tiknar í
landsstýrinum í hesum
máli.
— Frammi í kjakinum
seinastu tíðina hevur verið
stóða føroyinga í ti fólkaat-
kvødu, sum danir væntandi
skjótt skulu til í stødu-
takanini til evruna. Danskir
politikkarar eru, sum føra
fram, at fóroyingar sjálvsagt
skulu luttaka í slíkari. Vert
hevði verið at fingið at vita
ætlanir landsstýrisins í hes-
um máli, og um fløktu pen-
inga- og valutaviðurskiftini
verða hildin at fara at ávirka
arbeiði landsstýrisins við
fullveldismálinum, sigur
Jenis av Rana í viðmerk-
ingum sínum til fyrispurn-
ing settur løgmanni.
Ólavur í Beiti
Dan Petersen vildi í fyri-
spurningi hava at vita,
hvussu mong havtasku-
og svartkalvaggrn eru
loyvd at hava undir?
Hvussu mong gørn eru
hóskandi fyri stovnsrøkt
og veiði? Hvussu leingi
hava gørn loyvi at standa
í sjónum? Hvussu leingi
standa gørnini í meðal?
Hvussu leingi livir fisk-
urin í gørnunum? Hvat er
hjáveiðiprosentið upp á 5
sett eftir, tá partur av hes-
um fiski ikki er kvoter-
aður annars?
Í svari sínum til hesar
spurningar, sigur Jørgen
Niclasen, fiskimálaráð-
harri, at sambært kunn-
gerð frá oktober1995 er
garnaskipum á havtasku-
og svartkalvaveiði ikki
loyvt at seta ella hava
standandi í sjónum fleiri
enn 1400 gørn, sum eru
27,5 m til longdar, ella um
onnur garnalongd verður
nýtt, so má samlaða garn-
astrekkið ikki fara upp um
samsvarandi longd.
Loyvini ikki fleiri
Viðvíkjandi næsta spurn-
inginum sigur fiskimåla-
ráðharrin, at tað er Ogvu-
liga ringt at siga, hvussu
mong gørn eru hóskandi
fyri stovnsrekt og veiði
av havtasku og svart-
kalva á ytru føroysku
landleiðini. Hetta kemst
m.a. av, at talan er um
nýggja vinnu, og at tíðar-
skeiðið, roynt hevur ver-
ið, er stutt. Harafturat er
veidiøkid hjá garnaskip-
unum støðugt víðkað.
— Men landsstýrið hev-
ur ikki í hyggju at økja
um talið av loyvum at
fiska svartkalva, sigur
Jórgen Niclasen. Og til 3.
spurning, sigur hann, at í
verandi lóggávu eru ong-
ar reglur um, hvussu
leingi havtasku- og svart-
kalvaggrn hava loyvi at
standa í sjónum.
2-3 dagar
Til spurningin um hvussu
leingi gørnini standa, sig-
ur fiskimálaráðharrin, at
sambært skiparum á
garnaskipum, Fiskimála-
stýrið hevur tosað við, er
ymist frá skipi til skip,
hvussu leingi gørnini
standa. Í royndarfiski-
skapinum eftir havtasku
á innaru leiðini vísti tað
seg, at frægast fekst burt-
urúr, um gérnini stóðu
einar 2-3 dagar. Hjá garn-
Reglurnar fyri garna-
veiði á landleiðunum
endurskoðast
Sambært kunngerð við seinni broytingum er
loyvt í mesta lagi fýra skipum at reka bein-
leiðis veiði eftir havtasku og svartkalva. Eisini
er loyvt trimum skipum at reka beinleiðis veiði
eftir svartkalva við gørnum og einum skipi
at reka beinleiðis veiði eftir havtasku. Øll 8
garnaloyvini, sum heimild er at lata sambært
kunngerðini, eru latin, sigur fiskimálaráðharrin
í svari sínum til fyrispurning um garnaveiði
Dank. Petersen,
løgtingsmadur
Javnadarfloksins
askipum á svartkalvaveiði
ganga vanliga 3-4 dagar
ímillum, at drigið verður.
Viðvíkjandi spurningi-
num, hvussu leingi fisk-
urin livir, sigur Jørgen
Niclasen, at mest sannlikt
er, at fiskur livir rættiliga
stutt eftir, at hann er kom-
in í gørn — kanska bara
nakrar fåar timar.
Fiskidagaskipan
Og til seinasta spurning,
sigur Jørgen Niclasen, at
garnaveiða eftir svart-
kalva og havtasku var
upprunaliga ikki ætlað at
umfata fiskasløgini undir
tåverandi kvotuskipan å
føroysku landleidunum.
Tí varð í kunngerð frå 20.
oktober 1995 ásett, at hjá-
veiðan av toski. hýsu,
upsa. kongafiski ikki má
fara upp um egnu kvotu
hjá hverjum skipi sær, og
at hjáveiðan av ødrum
fiskasløgum í mesta lagi
må vera 5 prosent av
vektini av veiðinggdini
fyri hvønn túr.
— Hjáveiðireglurnar eru
ikki broyttar, síðani farið
varð frá kvotuskipan til
fiskidagaskipan á før-
oysku > landleidunum.
Nevnast kann, at i Fisk-
imålastyrinum verdur i
løtuni arbeitt vid at end-
urskoða reglurnar fyri
garnaveiði á føroysku
landleiðunum, herundir
hjáveiðireglurnar. Til
tess at fáa garnaskipini
undir eina fiskidaga-
skipan hevur Fiskimála-
stýrið biðið Skipanar-
neyndina viðgera málið,
upplýsir fiskimålaråd-
harrin í svari sínum til
Dan Petersen.