fríggjadagur 12. februar 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 12. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
R Fr
= Vit fåa ikki verið biligari
Tað sigur Mortan Rasmussen á Postverkinum í eini viðmerking til Postverkið
nú hevur fingið kapping um lýsingarblóðini frå handlum. — Prísirnir eru ásettir
eftir kostnaðarstóðinum og í lótuni kunnu teir ikki setast lægri sigur hann
fótin fastan á marknaðinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Postverkið hevur fingið
kapping. Inntil fyri stuttum
var tað nærum óhugsandi at
nakar annar enn Postverkið
fór undir at bera út, men
soleiðis er ikki longur. Ein
fyritøka er byrja og hvat
hevur Postverkið so at siga
til tað.
Vit hava tosað við Mortan
Rasmussen á Postverkinum
og biðið um hansara við-
merkingar til kappingina.
Postverkið er í vanda fyri at missa ein stóran part av postinum um nýggja fyritókan fær
— Hatta er vandin, tá ein
skal áseta prísin eftir kostn-
aðin, og vit mugu staðfesta,
at prísirnir hjá okkum nokk
eru í hægra lagið til hvat
fyritøkurnar vilja gjalda,
sigur Mortan Rasmussen.
Hann, visir á, at treytirnar
hjá Postverkinum eru
broyttar nú stovnurin er tik-
in av fíggjarlógini.
— Nú fáa vit ikki eina
krónu á fíggjarlógini og tað
merkir, at vit mugu lagað
prísirnar eftir kostnaðar-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
stødinum Samstundis
mugu vit åsanna, at kostn-
aðurin av tí adressuleysa er
so høgur, at vit hava annan
møguleika enn at seta prís-
in, sum vit hava gjørt. Ors-
gkin er tann einfalda, at
Postverkið eisini skal hava
ein vinning av arbeiðinum.
Men hvat siga tit til at
missa lysingarblødini?
— Eg vil siga tað so, at
missa vit tey nú, so missa
vit eina undirskotsforrætn-
ing, so tað er ikki tað ring-
asta, men tað merkir ikki,
at vit kanska koma inn aftur
á tann marknaðin tá vit hava
eitt lægri kostnadarstødi,
sigur Mortan Rasmussen
Hann leggur dent á, at
Postverkið er í eini broyt-
ingartíð og tað merkir mill-
um annað at teir stríðast við
at fáa kostnaðarstýðið niður.
— Tá tað er hent er ikki
óhugsandi, at vit kunnu
bjóða ein lægri prís enn tann
vit bjóða í dag.
Kappingarlógin
I løtuni er stødan hjá
Postverkinum tann, at tað
kann ikki fara inn og bjóða
undirprís á eini vøru og so
fíggja tað við inntøkum frå
ðrum aktivitetum.
Tað er í stríð við
kappingarlógina og tískil
ólógligt. Tí verða vit
noyddir at laga okkum eftir
teimum umstødum, sum eru
givnar okkum. Og merkir
tað, at vit fáa kapping, sc
mugu vit taka tað við
Men hvat um teir nú fara
at bjóða tykkum av á óðrum
økjum?
So fær tad størri fylgjur
Fara teir t.d. eftir blødunum
so merkir tað at vit mugu
skerja virksemi av álvara,
sigur Mortan Rasmussen og
vísir á at ein stóru partur av
húskjunum í landinum bara
fær blød, og tí verður ikki
neyðugt at fara inn í nógv
hús, um blødini verða tikin
frá Postverkinum.
Postútberingin ov dýr:
Brúka ikki longur postverkið
Fyritøkur, ið vanliga hava nýtt postverkið til at bera út lýsigarblóð síni, eru
nú farnar at nýta privat utberigarfelag. Orsøkina siga tey vera einfalda. Hon
er tann, at postverkið er alt ov dýrt at nýta.
JOHN JOHANNESSEN
Ein av fyritøkunum, ið er
givin at nyta Postverkid at
bera ut lysingar, er Skemm-
an í Havn. Frá Skemmumni
siga tey, at orsøkin til, at tey
góvust at nýta postverkið
var, at Postverkið hækkaði
prísirnir so ógvusliga nógv
Postverkið hækkaði nevni-
liga útberingargjaldið av
lysingarblødum úr 80 oyr-
um fyri hvørt blaðið HI |
krónu og 40 oyru fyri hvert
blaðið. Hetta sigur Skemm-
an seg als ikki hava ráð at
gjalda, og tískil er hon farin
at nýta eina privata fyritøku
at bera út lysingarblød
teirra.
Vilja hava fleiri við
Frá Skemmuni í Havn siga
tey, at gott hevði verið um
fleiri fyritøkur tóku seg
saman at nýta hetta sama
útberingarfelagið. Hetta,
siga tey. hevði styrkt felagið
so mikið, at tað betri var ført
fyri at kappast við Postverk-
ið. Millum annað nevna tey,
at tað hevði verið serstak-
liga gott, um tidindablødini
somuleiðis góvust at nýta
Postverkið og í staðin nýttu
sama privata útberingarfel-
agið.
Sjálvt um nýggja felagið
er nógv bíligari enn Post-
verkið, røkkur tað ikki eins
væl og Postverkið út um
landið enn. Nýggja felagið
klára: nevniniliga ikki at
bera blød ut útoyggjarnar
eins skjótt og Postverkið.
Men tó klárar nýggja fel-
agið at bera blød og annað
út á størru bygdirnar í Suð-
uroynni, Sandoynni, Vág-
oynni og Norðoyggjum utt-
an nakran trupulleika, fáa
vit at vita frá starvsfólkun-
um í Skemmuni.
Hevdu nýtt Post-
verkið, var tað bíligari
Frá Skemmuni verður sagt,
at tey eru stak væl nøgd við
nýggja útberingarfelagið,
Skemman er ein av handlunum. sum hevur valt at brúka
nýggja útberingarfelagið og orsókin er einfalt tann, at
Postverkið er ov dýrt
men um Postverkið var bíl-
igari so var ikki neyðugt
við einum slíkum útbering-
arfelag, og høvdu tey so nýtt
Postverkið.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Umboð fyri Skemmuna
sigur, at Føroyar eru eitt so
lítið land, at ikki ber til at
hava eins høgir prísir fyri
útbering, sum útberingar-
Foroya Astma/
Allergifelag
Eftir ársaðalfundin 06/02 1999 bleiv
nýggj nevnd vald og er skipað soleiðis.
Snæbjørg Orvarodd Tórshavn, for-
kvinna.
Jón Slættanes Tórshavn, næstformað-
ur/kassan eistari
Bergtóra Djurhuus, Vágur.
Eykalimir eru:
Johild Jacobsen Tórshavn og Petur
Mortensen Tórshavn.
Mercedes Benz 300 diesel í sera góð-
um standi, nýsýnaður, hevur m.a. el-
sóltak, el-rútar, sentrallás, leðurinn-
trekk, fartelef on, stereoanlegg við 10
diskum. Bilurin hevur koyrt 205.000
km.
TIf. 219400
feløg hava í ødrum stórum
londum. Umboðið sigur, at
fyritðkurnar, ið hava brúk
fyri útbering her í Føroyum,
tískil ikki hava møguleika
at vinna eins nógv av pen-
ingi, sum fyritøkur, ið hava
milliónir av kundum. Tískil
kunnu tær heldur ikki gjalda
eins nógv fyri útbering, sum
hesar risa fyritøkur gera.
Tá vit spurdu, hvussu lág-
ur prísurin hjá privata út-
LITAÐ TÓGV til for-
oyska kvinnu- og
mansbúnan
Fandango
Sverrisgøta 7 - 100 Tórshavn - Tlf. 318125
beringarfelagnum er, sam-
anborin við tann hjá Post-
verkinum, fingi vit tað svar,
at talan er um eina avtalu
millum Skemmuna og út-
berararnar, og tíksil verður
prísurin ikki upplýstur. Tað
er nevniliga soleiðis, at hver
fyritóka sær hevur møgu-
leika at samráða seg til ein
prís við útberingarfelagið,
fáa vit at vita frá umboði
fyri Skemmuna.