Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 …… Æ ANeSÅ ein nrirn tíðindablaðið S082lufn Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1999 Seinastu nógvu árini hevur Postverkið sitid tungt á tí marknaðinum, sum snýr seg um at bera post út, men tann tíðin er farin. Nú fær postverkið kapping frá privatari fyritóku, sum í fyrstani hevur valt at brúka kreftirnar upp á at bera adressuleys lýsingarblóð út SVEINUR TRÓNDARSON Stutt fyri ársskiftið komu kinum um fyri. Hvort húsarhald m hevur við mill- nbilum fingið lýsingar- LINE blød frá t.d. Keypsamtøk- uni, SMS, Bónus og nógv- um ødrum fyritøkum, og spurningurin er, um tað í framtíðini yvirhøvur kann loysa seg, at senda lýsing- arblødini við postverkinum. Eisini dagblødini merkja sviðjan av broytingunum, tí aðurin fyri blaðútber- na hækkar eisini sera Alternativar loysnir Tað eru serliga fyritøkurnar kring landið, sum verða raktar av hesum príshækk- ingum og tí hava nógvar Postverkið hevur av álvara fingið kapping um lýsingar- blødini, nú nýggj fyritøka er farin undir at bera adress- uleysan post út. Enn er alt í eini byrjunarfasu, men vit arbeiða seriøst við málinum, sigur Høgni Stakksund Mynd: Alvur Haraldsen teirra hugt seg um eftir alt- ernativum loysnum av út- beringartrupulleikanum. Og nú sær tað út til, at fyri- tøkurnar hava funnið tað tey leita eftir. Tí fyri stuttari tíð síðan fór ein nýggj fyritøka undir at bera lysingarblød út kring alt landið. Tað eru tveir ungir menn í Havn, sum hava tikið hetta stigið og teir síggja góðar møguleikar fyri at fáa tað at bera til fíggjarliga. Høgni Stakksund, sum saman við Lars Múller, hev- ur tikið stig til fyritøkuna, sigur í eini viðmerking til Sosialin, at mannagongdin hjá Postverkinum er púra burturvið. — Tað er púra eingin meining í, at ein fyritøka, sum skal senda lysingarblød til alt landið eina ferð um vikuna, skal gjalda einar 30 til 35 túsund krónur fyri tað hverja ferð, sigur hann. Og tað er orsøkin til at teir báðir fóru at hugsa um at gera eitt alternativ til »gomlu« útberingina. — Vit eru báðir í handils- heiminum frammanundan, og tí hevði tað okkara á- hugað. Og hvat úrslit eru tit komnir til? — Okkara útrokningar siga, at tað ber til, at fáa tað at hanga fíggjarliga saman. Tað er tó ein treyt, at vit hava nøkur blød, og ikki bara eitt. Men tí er nokk eingin vandi fyri, tí nógvar fyritøkur hava víst áhuga fyri nýggju utberingarfyri- tøkuni Ikki bara sum at siga tað Hetta er nú ikki fyrstu ferð, at roynt verður við a'icrna- tivum útberingarskipanum her á landi, men tað ræðir ikki hesar ungu menninar. — Men tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir eitt slíkt tiltak, sigur Høgni Stakksund. — Tað er nógv, sum ein skal fáa upp á pláss, eitt nú við ábygdarfólki kring land- ið. Eisini skulu útberarar fá- ast í teimum ymsu bygdun- um og ruturnar skulu sam- skipast, og tað er kanska tann torførasti parturin, tí kunnleikin manglar tá ein byrjar. Men tað seinasta er við at koma upp á pláss nú, sigur hann. — Ein annar trupulleiki er við fólki. Í byrjanini er tað altíð trupult at fáa fólk at taka slíkar uppgávur av tí at inntøkumøguleikarnir verða avmarkaðir i byrjan:- ni. Hetta broytist tó, tá fleiri lysingarblød leggjast til, sigur Høgni. Góð tænasta er treytin Men er tað ikki torført at fáa fyritøkur at »taka kjans- in< við at skifta útberara? — Tað sær ikki soleiðis út. Sum sagt hava nógvar fyri- tøkur víst áhuga, men treyt- in er, at vit mugu hava eina tænastu, sum er betri enn tann hjå postverkinum. Og tad er okkara. Vit fåa blød- ini inn månadag og skulu hava borið tey út í seinasta lagið tyskvøld. Hetta hevur eydnast, við fáum undan- tókum. Í veruleikanum er meginparturin borin út månakvøld, og tað er ein nógv betri tænasta enn post- verkið kann bjóða og til ein heilt annan prís, sigur Høgni Stakksund. Men hava tit so avmarkað tykkum til tað adressuleysa, ella ætla tit eisini at fara at bera annan post út eisini? — Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn. Í fyrsta um- Postverkið fær kapping Høgni Stakksund er annar av stigtakarunum fari fara vit at brúka orkuna upp á at fáa hesa skipanina at virka. Men vit fara tó at hyggja eftir ðrum møgu- leikum eisini. Skipanin er ov dýr Høgni Stakksund fýlist á skipanina, sum postverkið ber adressuleysar sendingar út eftir og hann hevur líka sum hug at bera eitt sindur yvir við Postverkinum. — Tað kann ikki verða rætt, at tað eru postboðini, sum skulu hava allar inn- tókurnar av tí adressuleysa. Mynd: Jens Kristian Vang Postverkið skal hava ein vinning av útberingini eis- ini, og tí má prísurin hækk- ast. Men at fara hækka hann so nógv, sum Postverkið hevur lagt upp til, er heilt burtur í vón og viti. Tí sigur tað seg sjávlt, at fyritøkur- nar mugu hyggja eftir alt- ernativum møguleikum, sigur hann. — Okkara kostnaður er nógv lægri og tí er prísurin, sum vit taka fyri at bera lýs- ingarblødini út eisini nógv lægri, sigur Høgni Stakk- sund at enda. Korinta Jarnfoss, formaður í Postfelagnum: - Postfelagið er ikki orsøkin Formaðurin i Postfelagnum dugir ikki at síggja hví hennara limir skulu verða orsøkin til at prísirnir fyri adressuleysu útberingina nú skulu hækkast. — Var rætt framfarið, so vóru prísirnir broyttir yvir eitt tíðarskeið, o byrja fyri langari tíð síðan, sigur hon SVEINUR TRÓNDARSON Tað verða limirnir hjá Post- felagnum, sum fara at merkja sviðjan um ein nýgg útberingarfyritgka fær fótin fastan og ter at geva post- verkinum kapping. Tað er sjálvandi ilt at siga so tíð- liga, um tað fer at bera seg ella ikki, men tað er greitt, at klárar nýggja fyritøkan at koma í gongd, so er neyvan hugsandi, at hon steðgar við lysingarblødini Og fer hon at taka annan post frå postverkinum, so verða tað limirnir í Post- felagnum, sum standa fyri niðurskurði. Hvørjar við- merkingar hevur formaðurin í Postfelagnum til tað? - Eg fái ikki sagt so nógv um nýggju fyritøkuna, tí eg havi sæð so lítið til hana enn, sigur Korintha Jarn- foss - Men tað er greitt, at klára teir at fóta sær og skipa seg ordiliga, so verða tað limir- nir hjá Postfelagnum, sum missa. Vit hava ein sáttmála við Landsstýrið um útber- ingina, sum sigur, at okkara limir fáa ein hálvan tíma um fyri hvørji 100 eintøk teir bera út, og hetta + -dur út- roknað eina ferð um mán- aðin, sigur hon. Men gerst skipanin ikki alt ov dýr, tá tit skulu fáa so nógv fyri útberingina? - Tað er ikki okkara limir, sum eru orsøkin til at pris- irnir fara upp nú. Tað kann væl verða, at vit fáa í meira lagið, men Postverkið átti fyri langari tíð síðani at ver- ið farið undir at hækka prís- irnar á adressuleysum og á blødunum. So hevði ein hækking nú ikki verði so ógvuslig, sigur Korintha Jarnfoss. Er tað so eftir tíni meting leiðslan á Postverkinum, sum hevur sovið í tíma- num? - Ja, tað er tað eingin ivi um, sigur hon Ein vandi í longdini Korintha Jarnfoss dugir væl at síggja vandan fyri, at lim- irnir hjá Postfelagnum kunnu missa enn meir, um nýggja fyritøkan fær útber- ingarskipanina at virka. - Men eg rokni ikki við, at tað fer at bera til hjá teim- um, og eg vænti eisini at tey adressuleysu lysingarblød- ini fara at koma aftur til okkara, sigur hon. - Men sjálvandi er tað al- g tað skuldi verið tíð ein vandi. Tað sigur seg sjålvt, at minkar postnøgdin við, at eitt nú blødini fara yvir til tað nýggja felagið, so verða tað okkara limir sum missa í ólukkumát, men sum eg segði áðrenn, so vænti eg ikki, at tað fer at henda, sigur Korintha. Postfelagið fylgir tó við gongdini í málinum, og vit munnu fara at hoyra meira til teirra um nýggi kapping- arneytin ger teimum lívið ov hart. i