fríggjadagur 12. februar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
me
|
|
|
|
|
Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
Ejler Jacobsen er ein sum byggir skip saman við norðmonnum:
Meg kunnu tey kanna
akkurat sum tey vilja
PROFILE
--Ejler Jacobsen
er ein av teimum,
sum skal kannast
fyri at vita um alt
er í lagi. Hann
byggir skip sam-
an við norðmonn-
um, men hjá
teimum eru ongar
snildir brúktar
fyri at geva norð-
monnum serlig
rættindi, sigur
hann
AKI BERTHOLDSEN
Her er onki skúgvað undir
borðið. Meg og mítt skip
kunnu tey kanna akkurát
sum tey vilja.
Seinastu tíðini eru nøkur
skip komin í føroyska fiski-
flotan, sum føroyingar og
norðmenn eiga í felag.
Og ein av teimum, sum
byggir skip, saman við
norðmonnum er vælkendi
Ejler Jacobsen í Havn
Men hann sigur, at hjá
honum er onki hokus pokus,
sum gevur norðmonnum
stórri åvirkan og stórri av-
gerðarrætt enn tað fram-
gongur av partapengunum.
Síðani málið um Froya-
nes tók seg upp. hevur fiski-
vinnuumsitingin í Lands-
stýrinum boðað frå, at hon
fór í holt við at kanna eig-
araviíðurskiftini hjá teimum,
sum høvdu bygt skip saman
við útlendingum
Eftir lógini kunnu útlend
i 1 |
rerga 1 mestå lagi I
einum føroyskum skipum,
og teir kunnu heldur ikki
hava atkvødurætt fyri meiri
enn tad.
Men í sumum førum, har
føroyingar og norðmenn
hava útvegað skip í felag,
hevur verið ført fram, at tað
eru norðmenn, sum hava
veruliga ræðið á skipunum,
tí umframt partapeningin,
seta norðmenn so nógvan
ábyrgdarpening í tey og
gera samstundis serligar av-
talur um atkvødurætt og
vinningsbyti.
Hetta hevur fingid fiski-
vinnuumsitingina at boda
frá, at hon fór at kanna tey
skip, sum eru útvegað í
samstarvi við útlendingar
fyri at vita um lógin er hild-
mm.
30% - og onki meir
Nú er nakað síðani, at Ejler
Jacobsen i Havn gjørdi av-
talu við norðmenn um at
byggja eitt nýtt, sera fram-
komið og stásiligt nótaskip.
Talan er um nýggju
Krúnborg, sum kemur til
Føroyar seinni í ár.
Og sambært fráboðanum
úr fiskivinnuumsitingini, er
hesin nýggi báturin ein av
teimum, sum verður lagdur
undir lupp.
Men tað ræðir ikki Ejler
Jacobsen.
-Míni viðurskifti kunnu
tey kannað akkurát sum tey
vilja, sigur hann.
Hann sigur, at norðmenn
eiga 30% av partapengun-
um í Krúnborg. hvorki
meiri ella minni.
Og hjá teimum er ongar
snildir brúktar fyri at fáa
ognarvidurskiftini í skipin
um, ella ræðið yvir ti, at
síggja Yðrvísi út. enn tey eru
í veruleikanum
— Hjá okkum eiga norð-
menn ongan ábyrgdarpen-
ing ella annan pening, sum
ger, at teir eiga meiri í skip-
inum enn hesi somu 30%.
— Og hjá okkum er heldur
ongar serligar avtalur gjørd-
ar um atkvgurnar, sum gev-
ur norðmonnum størri ræð-
ið á skipinum enn tey 30%
í partapengum geva rætt til,
sigur Ejler Jacobsen.
Hann leggur afturat, at
norski samstarvsfelagin hjá
honum hevur heldur ongan-
tíð gjørt krav uppá at fáa
stórri ræðið á skipinum enn
tað, og hann hevur heldur
ongantíð roynt at leggja seg
út í tær avgerðir, sum eru
tiknar.
Stásiligt skip
Annars sigur Ejler Jacob-
sen, at higartil gongur tað
sum ætlað at byggja tað
nýggju Krúnborg.
Skrokkurin verður bygd-
ur í Póllandi, og har verður
eisini nýggi motorurin sett-
ur í hann verður liðugur um
mánaðarskiftið apríl mei.
So skal hann sleipast til
Noregs, har hann verður
gjørdur liðugur.
Báturin verður liðugur í
Nýggja Krúnborg hjá
Ejler Jacobsen verður
ståsiligasta fiskiskip í
fóroyska flotanum. Reið-
arin sigur, at norðmenn
eiga 30% í skipinum,
hvorki meiri ella minni
oktober.
Tá ið nýggja Krúnborg
hjá Ejler Jacobsen er komin
higar til lands, verður hon
uttan samanbering stásilig-
asta fiskiskipið í flotanum.
At síggja til líkist hon
nýggja nótabátinum hjá
klaksvikingum, Christiani í
Grótinum.
Men nýggja Krúnborg er
væl breiðari enn Christian í
Grótinum og tekur tí eisini
munandi meiri
Krúnborg lastar 2.500
tons. Hann er 74, 25 metrar
langur og tað er nakrar
sentimetrar longri enn
Christian í Grótinum
Men hann er 14 metrar
breiður og tað er 1,4 metur
breiðari enn Christian, sum
er 12,6 metrar breiður
Motorkraftin í Krúnborg
er øgiligi
Hon hevur motor uppá
7.500 hestar og tað gevur
henni eina ferð uppá 18 míl.
Men í hesum sambandi
fortelur Ejler Jacobsen at á
somu skipasmiðju verður
eisini ein nótabátur bygdur
til Írlands. Hann er 18 metr-
ar styttri enn Krúnborg,
men líka breiður og hann
hevur 10.000 hestar undir
lúkuni.
Nýggja Krúnborg kostar
118 norskar milliónir.
Tað eru knappar 110
milliónir føroyskar krónur.
— Skipið var upprunaliga
fíggjað í Noreg. Men síðani
ymisk lógfrøðilig viður-
skifti fingust í rættlag í For-
oyum, hevur Realurin her
heima yvirtikið fíggingina.
Tað verða einir 14-16
mans við nýggju Krúnborg.
Arbeiðsplássini flutt á
land
Ejler Jacobsen sigur, at tað
hevur sera stóran týdning at
nótabátarnir sigla skjótt, tí
tað gongur skjott at fylla teir
og tað ræður um at brúka
so stutta tíð sum gjørlt at
sigla.
Summi hava hug at fýlast
á, at vit byggja eitt so dýrt
skip til so fá arbeiðspláss.
Men hetta heldur hann er
skeiv hugsan.
— Her er talan um at flyta
arbeiðsplássini upp á land.
— Eitt skip sum nýggja
Krúnborg kann leggja øgi-
ligar nøgdir uppá land.
Roknast kann við, at eitt
skip sum nýggja Krúnborg
kann fiska eini 60.000 tons
um árið, um tað gongur sum
ætlað.