Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. februar 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: | Mentan og vinnulív byggja land Oddagrein EIN tjóð - eitt land - eitt fólk - byggir í stórum á tess egnu mentan og ta vinnuliv, sum finst í landinum, og er hetta ikki minst galdandi fyri eina lítla tjóð sum okkara. Vit eru fá, og hóast heimurin er vorðin minni og minni, so liggja vit enn í útjaðaranum. Hetta hevur bæði fyri- munir og vansar við sær. Spurningurin er, hvussu vit megna at brúka hesa „fá“stoðu og hesa fjarstoðu til okkara fyrimun - til nakað gott - nakað skilagott! TAÐ er greitt, at einsamøll og isolerað koma vit at standa veik, tí er sambandið og sam- starvið við umheimin av alstórum týdningi. Men til tess at menna okkum sum fólk og til tess at taka ábyrgd av egnum landi og gerð- um, so mugu vit eisini hjúkla og stimbra um tað vit hava, og tað vit kunnu gera enn betri her heima hjá okkum sjálvum - við tí tilfeingi vit eiga rættin til - tað verið seg menniskjanligt og við atliti til framleiðslu av ymsum slag. TAÐ er greitt, at mentanin og vinnulívið - hó- ast hesi kunnu tykjast so ymisk og mótstríð- andi - nettup hvor í sínum lag og saman eru tveir týðandi lunnar, sum bera okkara sam- felag. Og hetta átti tí eisini at verið avspeglað í miðlunum. Sosialurin, sum hevur vidgjørt hesi bæði málsoki í mong ár, ætlar sær nú at gera enn meira burtur úr. Hetta tí at tað er rætt og skilagott, men eisini tí, at nettup ein fortreyt fyri einum utviklingi í Føroyum, har vit fáa meira sjálvstýri ella fullveldi, er ein virkin og livandi mentan eins og eitt sunt og virkið vinnuliv VIT leggja í blaðnum í dag fyri við eini greina- roð, ið skal vera okkara og lesarans íkast til ynski um at orða ein foroyskan mentanar- politikk at virka frá næstu old. Vit fara at hava samrødur við fólk heima sum burturi um hetta áhugaverða og viðkomandi evnið, men vit fara her at heita á fólk, sum hava áhuga fyri málin- um um eisini sjálvi at seta seg í samband við okkum, tað verið seg um hugskot til okkum at fara víðari við ella tit koma við tykkara egnu viðmerkingum. Skulu vit oll fáa nakað ítokiligt burtur úr hesum at orða ein mentanarpolitikk, so eiga flest oll eisini at verða við í orðaskift- inum. Tað má ikki blíva so, at tað bara vera okkara politikarar, sum mynda slíkt orðaskifti. TA talan er um vinnulívið eru fortreytir og mál júst tey somu. Síðuleypandi við mentan- artjakið fara vit á blaðnum tí eisini at viðgera ein foroyskan vinnulívspolitikk. Og í báðum forum fer hetta at verða merkt av, at okkara blaðfólk í sínum dagliga arbeiði fara at gera meira burtur úr umrøddu málum. Men tað besta, sum kann henda, er, um vit fáa lesaran tvs. Foroya fólk við í hesa prosessina, har tað av álvara verður sett fokus á mentan og haraftrat vinnulív. Ahugaverda greinaroðin hjá Ronnie Thomassen og Gesti Hovgaard her í blaðnum í desember 98 var partur av íkasti okkara um at orða ein framtíðar foroyskan vinnulívspolitikk. Sosialurin Marknaðardeild: | Niclas Johannesen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, | Jan Miller | Jonhard Hammer Dagfinn Olsen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn | Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen John Johannessen Alvur Haraldsen Telefon: 311820 | Eirikur Lindenskov — | | | Utgevari, uppseting og prent: Telefax. 314720 | Fíggjarleiðari: | Blaðfólk: | | Spíf Sosialurin | emal | Sveinur Tróndarson = | Aki Bertholdsen, | ítróttarskrivari: ) Bústaður: | — postØsosialurin.fo | Turið Kjølbro Emil L. Jacobsen Argjavegur 26, Argir ) Viðmerkingar: Søgan endurtekur seg! Vit, sum eru komin eitt sindur upp í árini, minnast hvussu nær summir løgdu sær at øsa fólk upp áðrenn folkaatkvøduna í 1946. Hend øsingin eydnadist rættiliga væl, ti annars sið- iligir hampamenn leikaðu garvillir um geilar og tún geylandi at í Førovum skuldu føroyingar ráða. Og víst varð á allar milli- ónirnar, sum føroyingar áttu til góðar í Stóra-Bretlandi. Føroyar vóru jú ríkasta land í heiminum. Men alt tann stundin, folkaatkvødan skuldi vera, nærkaðist. tókt- ist tað eins og fjáltur kom á teir, sum fremstir skuldu standa Onkur av teimum heitti tí á veljararnar um hverki at vera fyri loysing ella ímóti loysing. Nú skuldu teir ístaðin seta »nei« á atkvødusedilin. Men, nú var ov seint. Nú vendist ikki aftur. Teir høvdu mist valdið á teim- um, sum teir høvdu eggjað og øst upp. Vargur var kom- in í fylgið. Men ótvað hevur áheitan- in havt ávirkan, ikki einans á tey loysingarhugadu, men eiisni á tey sum vóru ímoti loysing, tí synd er at siga at valluttøkan var serliga stór, 67,6% av teimum. sum høvdu atkovðurætt vóru á vali og hetta kann ikki sig- ast at vera serliga nógv, táið hugsað verður um luttøku t.d. til vanligt løgtingsval. Annars vóru atkvødutøl- ini hesi: Fyri loysing vóru 5.660 atkvødur. Fyri stjórnaruppskotinm vóru 5.499 atkvødur. Ogyldugar vóru 481. Hetta vóru helst mest nei- atkovður. Atkvødurætt í 1946 høvdu 17.216 føroyingar. Sostatt greiddu 5.576 veljarar ikki atkvødu. Kongur rak legtingið heim. Allir tingmenninir - uttan ein - aktaðu boðum dana- kongs! Nú er kanska ikki so nógv at siga til, at tingmanningin hjá ávíkavist javnaðarflokk- inum og sambandsflokkin- um aktaði, tí hesir flokkar vóru ikki loysingarsinnað- ir, men tað er heilt ófatiligt at tingmanningin hjá fólka- flokkinum gjørdi tað sama, tí fólkaflokkurin hevdi jú talað fyri loysing. Eftir á tingi sat ein einsamallur maður, sum var valdur á javnaðarlistanum vesturi í Vágum. I 1946 var eisini løgtings- val, og nu visti tad seg, at hin måttmikli fólkaflokk- Robert Mohr Poulsen til minnis Hósdagin 11. februar and- aðist Robert Mohr Poul- sen, Tórshavn 78 ára gam- al. Hann var føddur 11. september 1920 i Fugla- firði. Foreldur hansara vóru Mourentsa f. Mohr og Johan í Toftum, skipari í Fuglafirði. Um tað mundið Robert fer í læru hjá Hans B. Arge, smiðjumeistara úti í Grind í Havn, hevði pápin keypt hús og tróð í Havn og tey vóru tá flutt til Havnar. Robert var ein teirra, sum tók tey tungu tøkini, tá harðast leikaði á í stríðs- árunum 1940-45. Hann legði út á hav, tå hann nóg illa hevði fingið prestsins hond á hovdið. Knappliga 14 ára gamal fór hann við sluppini „Guide Mee«, sum påpin, Johan i Toftum førdi. Ro- bert hevur fortalt, at påpin var harður við seg, »men tá eg sjálvur so fegin vildi til sjós. ja so skuldi eg sleppa. men so skuldi eg so sanniliga eisini arbeiða sum aðrar menn - og so- leiðis bleiv tað<. Ta ferð- ina - í 1934 - fiskadu teir undir Íslandi við snøri, fóru úr Føroyum 20. mars og vóru heima aftur um 20. september - fortjenastan var 340 krónur. Afturkomin fer Robert í smiðjulæru hjá Hans B. Arge, smiðjumeistara. Mangan hevur Robert tal- að um lærumeistara sín og konu hansara, sum hann heyði stóra viðring fyri. Seinri tók hann handverk- araprovan í Keypmanna- havn. Tríattárini í Føroyum vóru trong í so mongum, so tað munaði væl, at Ro- bert slapp til sjós teir 3 summarmánaðarnar í lær- uárunum, so hann kundi vinna sær nøkur oyru eyka og tað kom væl við hjá lærudreingi í Havn tá. Robert var í læru sum jarnsmiðjur, tá kríggið brast á; ei er at undrast , at ikki allir vóru so fegnir at fara til sjós, vandasigling var burturav. Men longu 24. apríl 1940, sum Danmark vóru hertiknar av Týskinum 9. apríl og For- oyar av bretum 11. apríl. mynstraði Robert sum kyndari. Tá hann hevdi verið umborð 6 mánaðir, fer hann á Navigasjóns- skúla í 7 mánaðir - so aftur til sjós, hesaferð við trol- aranum >Norðbúgvanum<. Tá >Norðbúgvin< so verð- ur lagdur fyri teym eitt skifti, fer hann við trolara- Robert umborð á Sjóborgini 1941 tá føroysku fiskiskipini vórðu armerað num >Tór Il< - og tá >Tór I1« verður lagdur fyri teym eitt skifti, fer hann aftur við »Nordbugvanum«, sum tå for til fiskiskap. Hetta var i hardastu krigsorrustu å Nordurhøvum. Mesta av ti, føroyingar tå seldu å bretska marknaðinum. var fiskur teir keyptu úr Íslandi og førdu á marknaðin, ser- liga i Aberdeen og i Fleet- wood. Robert var kyndari við >Sjóborgini < í 1941 og við >Skálabergi< í 1944. At hann so títt skifti hýru, var tí at trolararnir í millumbilum vóru lagdir fyri teym. Robert var við >Tór II« túrin beint frammanundan trolarin var torpederaður av týskinum undir Íslandi og fórst 7. september 1942 og somu- leiðis túrin beint framman- undan >Sjóborgin< fórst 13. august 1941. I 1941 og 1942 fórust ávikavist 47 og 48 mans á sjónum og hesi árini mistu føroyingar åvikavist 12% og 7% av samladu skips- tonasjuni av krigsåvum. Krígsárini vóru ein svørt tíð hjá foroyingum at bal- ast á høvunum millum spreingiknøttar, torpedoir og úr luftini bumbum, helt Robert fyri. Sjålvur var hann fyri løsti, tå >Sjó- borgin< í 1941 var álopin av flúgvara. Seinni tók Robert mot- orpassaraprógv og var nú fleiri ár sum motorpassari við strandfaraskipum, bæði hjá Mjólkaforsýning- ini og Strandferðslu Landsins, seinni var hann eisini til skips. Seinnu ar- beiðsárini til Robert gavst javnaðarmaður. Jógvan Adolf Johannesen urin minkaði úr 11 ting- monnum niður í 8. Sambandsflokkurin var- veitti sínar 6 ungmenn, sum gjørdi tað mistak at stilla upp saman við sjålvstyris- flokkinum, sum ongan ting- mann hevði fingið tey tvey undanfarnu valini, misti tveir tingmenn og fekk ein- greinin endar á síðu 8 at arbeiða fyri aldur, var hann í vinnu hjá komm- ununi. Tað var næstan ikki tað, hann ikki megnaði. hegningur og arbeiðssam- ur sum hann var. Robert var fakfelags- maður, hann var neyndar- limur í Havnar Arbeiðs- mannafelag í fleiri ár. Ikki minni var hann politiskt virkin, og at hann var duldi hann ongantíð fyri, altíð stríðsfúsur tá tað galt flokkin. Hann var í floks- leiðsluni í fleiri syftum, sum álitismaður var hann Oførur, og altíð var hann við í politiska orðaskifti - num. Vit, sum kendu Robert, takka honum fyri trúfesti; har vóru eingi mork, tá hann metti tað vera rætt at taka eina hond i, soleiðis var hann í øllum hann var uppii. Frið lýsa vit yvir minnið um Evald Robert Mohr Poulsen. jl.