Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. februar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 13. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið 02 Høgni Hoydal, landsstýrismaður, mælir til at: Broytta vælferðarskipan Á fundi hjá Føroyingafelagnum í Århus hóskvóldið segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at danska vælferðar- skipanin eigur at verða skift út. Og tað eru bara danskir pengar, sum binda Føroyar at Danmark EDVARD JOENSEN Ymiskt er, sum bendir á, at fullveldið fer at hava aðrar broytingar við sær enn tær, vit dagliga hugsa um. >Tað er ikki vist, at tann danska vælferðarskipanin, vit kenna í dag, er tann besta,< segði Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður, mill- um annað á fundi, sum Før- oyingafelagið í Árhus skip- aði fyri hóskvgldið. Tí arbeiðir Landsstýrið eisini við at gera eina nýggja, føroyska pensi6ns- skipan. Talan er um eina samhaldsfasta skipan, har goldið verður inn eftir orku, og útgoldið aftur eftir tørvi. Tað vil siga, at tikið verð- ur av hvørji einastu lønar- útgjalding til ein samhalds- fastan grunn, sum so øll fåa úr aftur. Men tey, sum umframt hava persónliga trygging, skulu rokna við, at útgjaldið úr teirri almennu fer at lækka í mun til tað, tey fáa aðrastaðni. Spurdur, um hann helt politiskan meiriluta vera fyri hesi skipan, svaraði Høgni Hoydal, at í Lands- stýrinum er meiriluti fyri hesum. Og hann ivast ikki f, at tad eisini fer at verda tad f Løgtinginum, tå tann tid kemur. Heldur ikki var hann bangin fyri, at Fólkaflokk- urin fór at slíta eina sam- gongu upp á eitt slíkt mál. Danskir pengar ráða í Føroyum Føroyingar og danir hava ikki tann stóra mentunnar- felagsskapin, sum fleiri vilja vera við, segði Høgni Hoydal. Sambært landsstýr- ismanninum eru tað bara pengarnir, sum binda okk- um at Danmark. »Føroyska fólkið er okk- ara størsta tilfeingi. Og tað er hetta tilfeingi, vit skulu grunda okkara fullveldi á. Oljan ger einki fullveldi,< segði Høgni Hoydal. Hann heldur tó ikki, at gamla, romantiska sjálvstýristosið er nakað, vit byggja full- veldið á. „Fullveldi er einki enda- mál í sær sjálvum,< segði Høgni Hoydal. >Men vit mugu hava fullveldi fyri at koma víðari. Høgni Hoydal er sann- førdur um, at verður úrslitið av eini komandi fólkaat- kvødu ikki eitt ja fyri full- veldi og nýggjari grundlóg, fáa vit eitt afturstig, sum vit kanska ikki hóra undan. heimsmynd Endamálið við fullveldi- num er ikki at byrgja okkum inni, sum onkur vil vera vid, at vit fara at gera, segði Høgni Hoydal. Onki við at ganga í húðaskóm og dansa føroyskan dans fyri ferða- fólki. Gamla heimsmyndin við nationalstatum er farin. Í dag er gongdin tann, at lond taka seg saman í størri eind- ir sum eitt nú ES. Men treytin fyri at sleppa upp í eitt slíkt millumtjóða samstarv er, at talan er um eitt sjålvstødugt samfelag. Tí mugu Føroyar fyrst verða sjålvstødugar, áðrenn vit kunnu fara at tosa um limaskap í ES. »Men ES limaskapi eri eg tó hart im6ti,« gjørdi lands- styrismadurin púra greitt. Hyggja vit at, hvussu gongdin í heiminum er í dag, síggja vit, at komandi øld tykist fara at verða tíð- arskeiðið hjá smátjóðunum, metir Høgni Hoydal. Tann gamla heimsskipanin er við at fara, og eitt hugtak sum valdsfaktorur hevur fingið nýggjan týdning. Gomlu hernaðarskipanin- ar eru farnar í søguna. Nú eru tað onnur ting, sum av- gera, hvør tann sterki er. Heimurin er við at skipa seg sum ein marknaður. Og tíðin, har eitt land skuldi hava stóra umboðan víða um í heiminum, er ikki til meira. Í framtíðini fara vit at samstarva um umboðsstov- ur úti í heimi, og tað fer at vera stórur fyrimunur fyri tær smáu tjóðirnar. Væl fyri og tó Føroyingar eru væl fyri, tá vit tosa um útbúgving. Vit eru væl fyri innan kunning- artøkni. Og vit eru rættiliga liðiligir, tá ræður um at til- laga okkum nýggjum um- stóðum. Ikki minst kreppan í nitiårunum hevur víst hetta, segði Høgni Hoydal. Kortini heldur hann, at eiga vit at gerast enn meira professionellir. Og har kann oljuvinnan hjálpa okkum. Hendan sama oljan, sum Høgni Hoydal ikki hevði annað at siga um, enn at hon fer so ikki at bjarga okkum nakað fullveldi. Hann metti oljuvinnuna sum eitt ævin- týr í høvdinum á føroying- um. >Er oljuvinnan ikki bara tað reina gass? Oljan er einki framtíðartilfeingi. Er hon har, ja so heldur hon kanska í eini 50 ár. Og so er tað sera óheppið, um vit tá standa eftir einans við cin- um tveyhundrað >yuppiar- um« við fínum dokument- mappum, sum halda seg liva mitt í verðini. Nei, vit eiga at brúka teir oljupengar, sum møguliga koma, at skipa okkara út- bugvingarpolitikk soleiðis, at vit hava eina framkomna útbúgvingarskipan, tá full- veldið kemur. Ein meiriluti í landsstýri- num ynskir eina sam- haldsfasta pensjónsskipan, har fólk gjalda eftir orku og njóta eftir tórvi. Tá meiriluti eisini er í tingi- num fyri hesum, verður ein slík skipan samtykt, sigur Høgni Hoydal Høgni Hoydal segði, at hann kundi hugsad sær, at tað beinleiðis verður sett í okkara komandi grundlóg, hvat oljupengar skuldu brúkast til. Tá onkur fundarluttakari spurdi, um tað ikki var held- ur ógvusligt, at seta slíkt í grundlógina, svaraði hann, at tað var fyri at verja polit- ikkararnar móti tí trýsti, sum annars verður lagt á teir um at sleppa fram at hesum pengunum. »Skal bert ein løgtingsl6g til, kann tað ov skjótt enda við, at teir fara til eitt nú stuðul ella veðhald.< Skulu arbeiða Høgni Hoydal, landsstýris- maður, er eldhugaður í sín- um fullveldisarbeiði. Og hann ætlar at arbeiða skjótt. Á fundinum í Árhus hós- kvøldid, segði hann, at mål- ið hjá Landsstyrinum er, at vit skulu hava avgreitt okk- ara viðurskifti við danir longu komandi ár. Tað merkir sjálvandi ikki, at vit hava avgreitt allar smálutir endaliga longu tá. Men vit skulu longu kom- andi ár til fólkaatkvgðu um bæði fullveldisspurningin og grundlógina. Og Høgni Hoydal heldur fast við, at fullveldisspurn- ingurin skal avgerast á eini fólkaatkvgðu eina ferð fyri allar. Spurdur, um ikki tvey løgting áttu at avgreida mál- ið við vali ímillum, svaraði hann nei. Og nóg mikið er eisini við vanligum meiri- luta. Um hann so bara er upp á 50,1%. Tu Hanstholm 96 55 03 50 Hedehusene 46 59 34 98 … tekur tað at rokka eina av okkara nýggju farmastødum - tað sama hvar tú ert í Danmark. Farmastødirnar eru allar mannaðar við serkonum fólki, ið kenna til farmaflutning til og úr Føroyum. Her svara og loysa vit allar ivaspurningar um farm og flutning. Í Hedehusene og Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutnings- leið. Norrøna fer avstað leygarkvøld og mánamorgun eru vit frammi i Føroyum. Smyril Line Cargo Smyril Line Cargo Jónas Broncksgøta 35 Trafikhavnsgade 7 100 Tórshavn 7730 Hanstholm Tlf. 31 59 00 Tlf. 096 55 03 50 Fax 31 89 60 Fax 096 55 03 51 Smyril Line Cargc Birkedam 10 6000 Kolding Tlf. 076 30 08 55 Fax 076 30 09 55 Smyril Line Cargo Guldalderen 6 2640 Hedehusene TIf. 046 59 34 98 Fax 046 59 30 34 SMYRIL LINE TÍN SKJÓTASTA FARMALEIÐ —n