Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. februar 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 13. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið Grón vika á Hotel Fóroyum: Her er eingin grønur atsmakkur - Maturin smakkar væl, og tú verður meiri enn mettur, siga luttakararnir í Grónu Vikuni, ið hevur verið á Hotel Føroyum hesa vik- una. Tað er mest fyri at broyta ósunnar matvanar, at fólk tekna seg til hetta tiltakið. TURIÐ KJØLBRO N ev minnast uttan iva nyndina í bløðunum av rhardu Bláhamar fyri økrum árum síðani. a nynduð við síðuna av 30 rugbreyðum. Tað sum hesi nogvu rugbreyðini viga, tað vil siga eini 40 kilo, var tað sum Tórharda hevði tapt í vekt. Og hon smæðist ikki við at siga, at henda myndin av henni hevur hingið uppi í læknavidtaluhølum um landið sum eitt ræðudómi um. hvussu tað kann ganga, um ein ikki ansar eftir. hvat ein etur. Tad er í grundini eftir eini einfaldari mannagongd. at Tórharda hevur tapt 40 kilo. Hon hevur lagt allan feitan og søtan mat á hillina, og er í staðin farin at eta soltið, grónmeti og frukt. Út frá egnum royndum hevur hon síðstu árini skipað fyri Grønari Viku. Eitt slíkt skeið hevur verið hesa vik- una á Hotel Føroyum við seytjan luttakarum, fimtan konufólkum og tveimum mannfólkum. - Eg gevi meg als ikki út fyri at vera nakar serfrød- ingur. Eg leggi skeiðið til rættis soleiðis sum eg sjálv havi klænkað meg uppá. Tað er at eta frukt, grónmeti, pasta, rís. og annan soltnan og fipurríkan mat. Føroyski maturin er sum so ikki ov feitur, men eg síggi, at ung- fólk eta rættiliga ósunt, grillmat, chips og cola. Eg eri als ikki fanatikkari, tað skal bara vera soltið, sigur Tórharda, sum sjálv hevur tikið lut í grónum vikum í Danmark. - Tað er ringt at halda nýggjar matvanar við líka, men eg havi varugan av, at fólk klára væl at fylgja forskriftunum tey fáa á skeiðnum. Summi tapa seg upp til fimm kilo við at taka lut í Grónu viku, og eg veit um, at onkur hevur tapt upp til 30 kilo við at broyta matvanar, sigur Tórharda. Luttakårarnir á skeið- num verða vigaðir hvønn morgun og fáa uppskriftir heim við. Væl smakkandi matur Iey seytjan á skeiðnum hjá Forhardu hesa vikuna eru á einum máli um, at orsøkin til, at fólk eta ov lítið grøn meti og frukt er. at tey ikki Há. hvussu væl hesum matur í grundini smakkar. Tad eru serliga mann- folk, ið hava fordómar móti slíkum mati. Konufólk vita væl, at grónur matur er sunnur og góður. Hesin mat- ur smakkar væl og kann gerast rættiliga spennandi. sigur Tórharda Og Oli Petersen, teknari á Sosialinum, sum hevur verið á Grønu Viku, er samdur við Tórhardu - Tað er eingin grønur at smakkur, sigur Oli skemt- andi. Hann hevur sett sær fyri at tapa ikki minni enn 16 kilo, og tað er mest fyri at fáa gongd í at broyta mat- vanarnar, at Oli er farin til hetta grøna tiltakið. - Eg havi leingi putlast við at tapa meg, men tað er ongantíð blivið til nakað. At fara á Grønu Viku er fyri at fáa eina ordiliga byrjan og fyri at koma burtur frá mín- um egna køliskåpi. Mær dámar væl her, maturin er mettandi og smakkar heilt øgiliga væl. Hann er í grundini nógv ødrvisi enn tað eg eti til dagligt. Eg eti alt ov lítið grønmeti og frukt, men eg eri byrjaður uppá at ansa eftir ikki at eta ov feitan mat. - Eg havi altíð etið breyð við osti til morgunmat, men nú leggi eg ostin á hillina og eti frukt uppá breyð í staðin. Vónandi klári eg at halda hesa nýggju mat- skránna við líka, tá ið eg komi heim til min egna kok. Eg ætli mær í øllum førum at royna, sigur Oli Petersen, sum ætlar sær úr 106 kilo niður á 90 kilo. - Til dagligt foli eg ikki. at eg eri 16 kilo ov tungur. men skuldi eg gjørt nakað kropsligt arbeiði hevdi eg følt tað. Fyri at fáa gongd á Fyri ikki so langar! tíð síð- ani var ein lækni frammi og segði, at føroyingar sum heild eru alt ov feitir. Tað Tiggju av luttakarunum saman vid fyriskiparanum er kortini ikki hetta úttal- sið, sum hevði fingið hvøkk í teir seytjan luttak ararnar at tekna seg til Grønu viku. Eg eri komin á Grønu Viku fyri at tapa meg og fyri at leggja mær matvanarnar um. Hetta er fyrstu ferð eg eri her og mær dámar væl. sigur Asta Abrahamsen úr Klaksvík - Síðani eg helt uppat at roykja havi eg tikið nógv uppá. At taka lut á einum sovorðnum skeiði er fyri at fáa gongd á at tapa meg. Maturin smakkar sera væl og tú verður meiri enn mett- ur. Eg veit ikki, um eg fari at klára at halda forskrift- irnar allan vegin igjøgnum, men eg fari so at royna. Tað ringasta verður at leggja av at fáa mær ein drekkamunn, áðrenn eg fari til songar, sigur Jastrid Thomsen úr Oyndarfirði. Og tí taka hinir luttakararnir undir við. Elsti luttakarin á skeið- num er Nancy Vesturbú í Havn. Hon er farin av teim áttati, men aldurin sæst ikki á henni. Hon er frísk, ferðug og rørir seg nógv. - Hetta er fyrstu ferð eg eri her og eg eri komin higar fyri at liva betur og orka betur. Og fyri at taka tað róligari, sigur Nancy Vest- urbú. - Fólk eru rættiliga vana- bundin, tá ið tað snýr seg um mat. Til dagligt eti eg soltnan mat, men tá ið eg ikki kann røra meg stórveg- is er ringt at halda vektini niðri, sigur Johild á Løg- mansbø úr Miðvági, sum hevur verið á grønum skeið- um bæði í Danmark og Før- oyum fleiri ferðir. Sosial samvera | Fyri at kunna taka lut i Grønu Viku nytist einum Tórhardu Biåhamar, á Grønu Vikuni á Hotel Førovum Mynd: Jens Kr. Vang - Eg fái javnan åheitanir frá fólki um at skipa fyri Grønari Viku, sigur Tórharda Blåhamar. ikki at viga nakað ávíst. - Onkur hevur tørv á ein- um skumpi til at broyta mat- vanar, onnur vilja bara sleppa at liva sunt í eina viku. Nógv hava roynt hetta undanfarin ár og vilja koma aftur. Annars eru tað líka so nógv fólk, kanska serliga kvinnur, sum hava tørv á at koma saman við øðrum kvinnum, sigur Tórharda, sum javnan fær áheitanir frá fólki um at skipa fyri slíkum skeiðum. - Eg havi leingi putlast við at tapa meg, men nú skal tað vera, sigur Oli Peter- sen, ein av luttakarunum á Grønu Vikuni. Mynd: Jens Kr. Vang. Mynd: Jens Kr. Vang.