Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 — 16. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna: - Í ST snýr alt seg um diplomati, at duga at snúgva sær og at tala sína søk. Tey, ið veruliga hava nakað at siga, viga hvørt orð, sum gleppur teimum av munni. - Sum luttakarar kunnu vit ikki gera so nógv, men tað hevur týdning kortini at vera við, tí tú lærir nógv. Men fáa vit fullveldi seti eg spurnartekin við, um vit skulu taka lut, tí tá skulu vit rinda fyri okkara egnu luttóku. Pengarnir kunnu nýtast betri onkra aðra staðni. sigur Lisbeth L. Petersen. TuRIÐ KJØLBRO Síðani 1990 hava føroyskir og grønlendskir politikarar havt i bodi at hava tvey um- bod við í donsku sendi- neyndini á aðalfundinum hjá ST í New York. sum er á heysti á hvørjum ári. Løg- tingskvinnan og kommun- alpolitikkarin, Lisbeth L. Petersen, var vid seinasta heyst, og i gjårkvøldid greiddi hon frå luttøkuni og upplivingunum i Mettu- stovu i Havn. - Danska stjórnin vil visa, at hon gongur virkin uppí arbeiðið i ST og at Føroyar og Grønland eru við, sigur Lisbeth L. Petersen. Umboð fyri Grønland var Laannguaq Lynge, sum Lis- beth L. Petersen framman undan kendi. Hon hevur verið býráðsformaður i Nuuk og sum limur í fíggja- rneyndini í landstinginum hevur hon vitjað í Føroyum. Saman við hinum í donsku sendinevndini hittu tær sjálvan Koffi Annan, ið er aðalskrivari í ST. - Tað er sjálvsagt eitt ser- ligt upplivilsi, tí hann er jú kendur um allan heim. Ein lítil maður við stórari út- stråling. Orsøkin til, at hann vitjaði okkum var, at danin Poul Nielson hevði boðið honum morgunmati. Poul Nielson er í uppskoti til ein nevndarsess i UNDP, sum er størsti menningarfelags- skapurin í ST. Formaðurin f hesi nevnd er næstur hjå sjålvum aðalskrivaranum. Sum eg havi skilt dugir Poul Nelson væl at fåa pening til vega og tað er ti, at hann kemur uppå tal, sigur Lis- beth L. Petersen. Fridarvardveitandi Danska sendinevndin, sum er politikarar, embætisfólk og grasrótsfelagsskapir, so- kallaðir NGO-arar, ið stendur fyri Non Govern- ment-Organisation, heldur til fyri seg á ST-Missjónini. Aðalfundurin varir í tveir mánaðir og føroysku po- litikararnir taka lut ein mán- að í part. Finnur Helmsdal, løgtingsmadur, var við á aðalfundinum fyrra partin av aðalfundinum, tá ið høv- uðstalurnar í sambandi við aðalfundin vórðu hildnar, meðan Lisbeth L. Petersen var við seinna mánaðin. tá ið allir fundirnir í kjalar- vørrinum vórðu hildnir. - Hvønn morgun høvdu vit fund í donsku send- inevndini á ST-Missjónini. har avtalur vórðu gjørdar fyri dagin. Fundir vóru hildnir ymsa staðni í býnum og Vit fingu at vita, hvat kundi hava áhuga fyri okkum og hvørji evni vóru á skránni, greiðir Lisbeth I Petersen frá. - Aðrenn eg fór av stað ivadist eg í, um hetta yvir- høvur var viðkomandi fyri okkum. Men eg havi veru- liga fingið eyguni upp fyri, hvussu stóran týdning og hvussu stórt virði ST í grundini hevur. Tað hevur ómetaligan stóran týdning, at allar hesar tjóðirnar hitt- ast. Við diplomatiskum ar- beiði kunnu nógvir trupul- leikar greiðast. Alt er fræg- ari enn kríggj. Friðarvarð- veitandi herliðini hjá ST hava fingið nógvar at- finningar. Til dømis í So- malia vóru herliðini bland- að uppí kríggið, men tað var tí, at har var ikki friður tá ið tey komu til landið. Upp- gávan hjá hesum herliðum er at varðveita frið, sum longu er staðfestur. - Eitt, sum gjørdi stórt inntrykk á meg, var ar- beiðið, sum International Peace Academy fremur. Tey fara á staðið fyri at royna at fáa frið millum ættarbólkar, minnilutar, upprunafólk og onnur, ið liggja í stríði. Nógva staðni er henda upp- gávan sera trupul, grasrøt- urnar á staðnum leggja nógva orku í og royna at ávirka støðuna. Takkað verið teimum verður nógv gjørt, sigur Lisbeth L. Peter- sen. Skuldarspurningurin Nógvir felagsskapir eru i umfatandi ST-arbeiðnum og nógvir fundir eru alla tíðina. Har verður granskað og lagt fram, vidgjørt og gjørt av. Ætlanir gjørdar og settar í verk um øll týðandi evni. Nógv fólk, nógvar eldsålir, nógv pappír og sjálvsagt eisini nógvir pengar. - Høvudsevnini á aðal- fundinum vóru rúsevnis- trupulleikar, mannarættindi. yvirgangur og kriggj. Roynt verður alla tíðina at fáa felagsnidurstødur. sum ymsu londini kunnu arbeiða víðari út frá. Og tað er sjálvsagt ógvuliga trupult, tí ikki færri enn 185 lond eru limir í ST. Londini eru býtt í bólkar. Til dømis er afri- kansku londini fyri seg. tey latínamerikonsku fyri seg. tey eystureuropeisku fyri seg og tey vestureuropeisku fyri seg og so framvegis. Tað skal eitt stórt diplo- matiskt arbeiði til fyri at kunna gera niðurstøður, sum øll hesi ymisku londini kunnu standa inni fyri, sigur Lisbeth L. Petersen. - Skuldarspurningurin hjá ST er ein tann størsti trupul- leikin, stovnurin hevur at dragast við. USA er tann størsti skuldarin og ameri- kanarar hava ymsar um- beringar fyri ikki at gjalda. Teir siga eisini, at ST- stovnurin er ov dyrur, at alt gongur seint fyri seg, og at pappirsveldid er stórt. Eg havi varhugan av, at ST sum stovnur ikki er væl um- tóktur í Amerika. Arbeiðið hjá ST fevnir jú um øll heimsins lond og ameri- kanarar hava onkursvegna nóg mikið við seg sjálvar. Tey vita lítið um Europa og hava heldur ikki stórvegis áhuga at kenna til viður- skiftini her. Eitt orðatak millum amerikanskar po- litíkarar er, „um onkur snísir niðri á Balkan, fær alt Europa krím“. Við øðrum orðum, at europearar eru ov sartir. Veruleikin er tó, at USA leggur uppí kríggj og ósemjur aðra staðni. Loynilig skjól Í kjallaranum á gomlu ST- høvudsborgini var Lisbeth L. Petersen á fundi, har Richard Butler, leiðari UNSCOM, greiddi frå um trupulleikarnar í Irak. - Hetta var ein tann størsta upplivingin á ferðini. Ric- hard Butler er ein róligur, men avgjørdur maður. Hann greiddi frá, at Irak er eitt sera ríkt og fruktagott land við nógvum møguleikum, og at fåtækradømid er skapt av iraksku stjórnini. Í fund- arrúminum vóru nakrir stál- kassar. sokallaðir høsna- farmakassar og teir hava eina heilt serliga søgu. Vit minnast øll, at tveir versynir Saddam Husseins rýmdu úr Irak. Tá greiddi hesin eini versynurin frá, at loynilig skjól hjá iraksku stjórnini vóru fjald fyri ST-eftirlits- fólkunum í hesum kassun- um á einum høsnafarmi. Tað var ein rættiliga løgin kensla at sita i rúminum, har hesin kassarnir, sum eftir øllum at dóma hava so stór- an tydning, vóru, sigur Lis- beth L. Petersen. Ætlanin var, at donsku luttakararnir skuldu hitta kenda senatorin fyri demo- kratarnar, Edward Kennedy, bróður kenda forsetan J. F. Kennedy. Henda ætlanin var tó av ongum, men í stað- in hittu tey høgru hond hjá senatorinum, ið er ein kvinna. Edward Kennedy hevur í nógv ár stríðst við at fáa samtykt eina nýggja lóg um sjúkratrygging. ið tryggjar allar amerikanarar so ella so, men republikan- ararnir vilja ikki vita av henni. - Meiningin var, at Ed- ward Kennedy frá donsku sendinevndini skuldi fáa innlit í, hvussu hesi viður- skifti eru í Danmark. Í USA stýra tryggingarnar øllum. Tað almenna letur bert ein lítlan part av sjúkraviðgerð- ini og hevur tú ikki eina góða trygging fært tú bert ta heilt neyðturviliga við- gerðina. Hóast Edward Kennedy hevur roynt so ofta at broyta skipanina heldur hann á at fáa samtykt eina nýggja lóg um trygg- ing. Uppskotið er at tvinga allar = arbeiðsgevarar at gjalda trygging fyri arbeiðs- fólkið, síðani skal landið taka sær av teimum, ið ikki eru arbeiðsfór. Henda kvinnan, sum er høgra hond hjá senatorinum, hevði bið- ið um at hitt donsku sendi- nevndina. Tað verður onga- Við diplomati kunnu nógvir trupulleikar greiðast - Tað hevur verið eitt sera stórt upplivilsi at taka lut á aðalfundinum hjá ST. Í byrjanini vóru so nógv inntrykk, at eg hevði um at gera við at Petersen ntíð í USA sum í Danmark, at tað almenna rindar fyri alt, men endamálið er at fáa eina beiri skipan enn ta ver- andi, sigur Lisbeth L. Peter- sén. Eingin samskipan Kona ein av donsku luttak- arunum á ST-aðalfundinum fekk eina heilt serliga upp- living. Hon er heimasjúkra- systir og skipað varð so fyri, at hon eina viku kundi vera við eini heimasjúkrasystir, sum arbeiddi í teimum fá- tækastu og teim ríkastu býlingunum í New York. - Trupulleikin við heima- røktini í New York er, at har er als eingin samskipan og tí fer nógvur peningur til spillis. Í Chinatown var hon inni hjá einum eldri kines- ara. Ein heimahjálpari sat inni hjá honum allan dagin og gav hon mat, tá ið hann var svangur. So komu onnur og gjørdu annað fyri hann uttan at nakað av hesum varð samskipað. - Seinni um dagin kom hon so í tann ríkara býar- partin og har kom hon inn til eina eldri damu, sum tos- aði spanskt. Har var øgiliga fínt og henda skuldi á vitjan. Tað vísti seg so, at hetta var mamma Julio Iglesias og hann kom á gátt meðan tey vóru har. - Heimasjúkrasystrarnar í teimum ringastu byarpørt- sodna alt, sigur Lisbeth L. Mynd: Alvur Haraldsen. unum hava lívverjar, annars koma tær ikki, tí har eru so nógv brotsmannalið orsak- að av stóru rúsevnismis- nýtsluni. Henda danska heimasjúkrasystirin hevur nógvar royndir í yrkinum, men hon lærdi nógv hesa vikuna. Hon hevði aldri droymt um, at so stórt vesæladømi er til. Og niður- stødan hjá henni var, at tað er nógv, sum ikki skal eftir- apast av amerikanarum. Ein sovorðin rúgva av pappírum skulu fyllast út til trygg- ingarfeløgini og stórur part- ur av degnum fer til hetta arbeiðið. í grundini meiri enn til at vitja tey sum hava tørv. A ferðini hitti Lisbeth L. Petersen eisini Michael Douglas, ein av kendastu sjónleikarunum í USA. Hann er Missioner of Peace og hevur í sínum ungu árum gingið mótmælisgongur ímóti kríggi. - Hann letur sítt kenda ummæli til ST fyri at marknadarføra eina og hverja góða søk. Hann helt fyrilestur um våpnasølu og hann fekk nógvar næskar og ágangandi spurningar frá fundarluttakarunum, sum hann dugdi væl at svara. Ein var til dømis, hvussu hann kundi tosa ímóti våpnum, tå ið vápn verða seld á gøtuni í USA, sigur Lisbeth L. Petersen