Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ítróttar re. Nr. 31 — 16. FEBRUAR 1999 | Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo H71 og Kyndil hava vunnið alt higartil i endaspælinum Hondbóltur: Bæði H71 hjá monnunum og Kyndil hjá kvinnunum hava vunnið allar sínar dystir higartil í endaspæli- num. Føroyameistararnir úr Kyndli hava nú vunnið átta landskappingardystir á rað, men hjá monnunum er tað fram- vegis sera javnt millum tey ovastu liðini. H71 og Kyndil spæla toppdyst í annadkvøld EmiL L. JACOBSEN Einki veruliga óvæntað úrslit var í hondbóltskappingini hetta viku- skiftið, og meðan Kyndil stormar fram í kvinnudeildini, har tær nú hava vunnið átta dystir á rað. er tað framvegis sera javnt millum ovastu liðini í mansdeildini. H71 vann sum væntað dystin í Runavík móti Tjaldrinum og nýtti samstundis høvid til at betra mun- andi um sín egna málmun. Størri spenningur var til dystin í Havn sunnudagin millum Kyndil og StIF, men her fekk óvæntað lætt spæl móti einum StIF-lidi, sum sær út til at hava mist eitt sindur av moralinum. ; So er beint øvugt við VIF, sum nú aftur blandar seg í oddastríðið, eftir at føroyameistararnir hava verið í einum djúpum aldudali fyrr í kappingini. Sigurin hjá teimum móti Neistanum lyfti teir upp und- ir liðina á StIF, og tað eru fram- vegis bert trý stig upp til oddalið- ini H71 og Kyndil. Samstundis merkti urslitid í dystinum leygardagin fyri Neist- an, at teir eru settir til viks í FM- stríðnum, sum nú stendur millum fýra lið. KIF spældi ikki hetta vikuskift- ið, men er framvegis seks stig frammanfyri Tjaldrið, sum nú stevnir beint niður í 2. deild. O- sigurin móti hoyvíkingum í egnari holl leygardagin var sigandi stór- ur, og Tjaldursmenn hava nú mist meira enn 600 mál — 33,4 í miðal fyri hvønn dyst og meir enn 100 mál fleiri enn næstniðasta liðið. I annadkvøld verður útsetti dysturin millum Kyndil og H71 spældur, og her kunnu vit rokna við eini sera spennandi uppgerð. Vinnarin fer tvey stig framum tap- aran, og um liðið, sum vinnur í morgin, endar sum føroyameist- ari, kunnu teir av røttum siga, at tað var í hesum dystinum, at eitt stórt fet varð tikið fram móti gull- inum. ! Eisini í morgin spæla StIF og Neistin á Skála og KIF og VIF í Vestmanna. Allir hesir tríggir dyst- irnir skuldu verðið spældir sunnu- dagin 31. januar, men tað var sama dagin, sum U18 landsliðið spældi móti Moldova, og blivu dystirnir tí av góðum grundum útsettir. Kyndil heldur fram Hjá kvinnunum tykist Kyndil framvegis at hava tamarhald á støduni, og liðið skal tapa triggjar av teimum seks dystunum. sum eru eftir, um FM-heitið skal gleppa teimum av hondum. Kynd- il hevur vunnið átta teir seinastu dystirnar, og hóast tað kann henda, at tær tapa tríggjar av teimum, sum eftir eru, er tað ikki alt ov sannlíkt. Men hinvegin hava før- oyameistararnir tríggjar torførar útidystir eftir móti VIF, Stjørnuni og StIF umframt dystin móti Neistanum í næstseinasta umfari, so her eru allar súðir ikki syftar, hóast munurin er nokkso stórur á stigatalvuni. Besta boðið upp á ein avbjóðara er Neistin, sum vann á VIF leyg- ardagin. Tað hongur betur saman hjá Neistanum nú, enn tað hevur gjørt fyrr í kappingini, og um Neistakvinnur fáa neyðugu hjálp- ina frá hinum liðunum, samstund- is sum tær megna at gera sitt, kann tað gerast sera spennandi, tá Neist- in og Kyndil hittast í næstseinasta umfari 28. mars. A triðja plássi er Stjørnan, sum kom aftur úr Vági sum av torv- heiðum sunnudagin. Tað er kan- ska skeivt at avskriva Stjørnuna longu nú, men tær hava langan veg, um tað skal eydnast at fáa gullið til Klaksvíkar. SUF megnaði heldur ikki at gera nakað við Kyndil, og silvurvinn- ararnir frá í fjør koma í ollum fórum ikki hægri upp enn tað sama í år. Urslitini hava verið ov óstøðug bæði í grund- og í enda spælinum. Hjá VIF hevur tað bert gingið niður á bakka í endaspælinum Fyri bert einum mánaði síðani kundi VIF, um tær vunnu á Kyndli í Havn, koma upp á fyrsta plássið, men tær taptu og hava bert tapt síðani og eru nú heili 11 stig aft- anfyri ocdaliðið. Men eingin hev- ur nakrantíð kravt av VIF-kvinn unum, at tær skuldu gerast for oyameistarar, og í steypakapping ini vóru tær best Bæði botnlidini VB og GI Tjaldrið hava verið torfør at rokna út í ár, og tey eru framvegis einsa møll í botninum. Hvorki av lið- unum spældi um vikuskiftid, so eingin broyting er hend í niður- flytingarstríðnum