týsdagur 16. februar 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
ítróttar
A SE
ÁÁ
ÞAR z
oa
Nr. 31 — 16. FEBRUAR 1999
Neistin visti gott spæl og
vann å steypavinnarunum
Hondbóltur: Neistin er nú helst
einasta lið, sum kann hótta Kyndil
Neistin-VÍF 21-19 (11-9)
EMiL L. JACOBSEN
Við at vinna á VIF leygar-
dagin visti Neistin, at tær
eru størsta og kanska ein-
asta liðið, sum kann taka
Kyndil aftur í ársins lands-
kapping.
Í lotum spældi Neistin
sum eitt veruligt oddalið, og
tær kunnu iðra seg um, at
avrikini hava verið so
svingandi fyrr í ár, eins og
tað bert hevur verið óhepni,
sum í summum dystum
hevur verið orsøk til, at tær
einki stig hava fingið.
Men hóast tað framvegis
eru seks stig upp til odda-
liðið, kann Neistin frøast
um, at tað koyrir betur nú,
enn tað hevur gjørt fyrr í
kappingini. Og tað eru
framvegis seks dystir eftir
at spæla, og so er ein munur
upp á seks stig ikki Ogjør-
ligur at taka innaftur.
Tað hevur ikki víst seg at
verið so stórur saknur í
norsku Heidi Harviken,
sum skeyt nógv mål i byrj-
anini av kappingini, men
sum ikki gjørdi so nógv um
seg seinastu dystirnar, hon
spældi, og hinvegin er unga
Katrin á Neystabø blivin
betri og betri, sum árið er
liðið, og leygardagin var
hon aftur tann besta á vøll-
inum
Dystirnir millum Neistan
og VIF í år hava sum heild
verið javnir, og ofta er tað
gingið aftur og fram. Leyg-
lagin var munurin heldur
intid serliga stórur, og
ikki fyrr enn teir seinastu
fimm-tígeju minuttirnar fort
ja, hvønn veg tað
bar. Tá Katrin á Neystabø
skoraði til 21-17, og sjey
minuttir vóru eftir, var dyst-
urin í roynd og veru av-
gjørdur, hóast tað eydnaðist
nýkosnu steypavinnarunum
at koma upp á 21-19
VIF spældi uttan Oluvu
Poulsen og Lailu Friis, sum
báðar eru uttanlands í út-
búgvingargrindum, men tað
merktist ikki beinleiðis á
liðnum, har Jacklin Dur-
huus og loana Rapa enn
einaferð skutu bróðurpartin
av málunum.
Kortini kemur tað uttan
iva illa við hjá vestmenn-
ingum at missa tveir av
føstu spælarunum, tí liðið
er ungt og lutfalsliga óroynd
frammanundan.
So er ødrvisi hjá Neist-
anum, har spælarar sum
Kára á Dunga, Stina Mørk
og Inga Danberg hava spælt
í nógv år, og liðið er blivið
enn betri síðani Marjun
Jógvansdóttir kom við aftur,
fyrst og fremst í verjuni,
men eisini í ålopinum, har
hon av og á visti sína skot-
styrki leygardagin.
Dysturin var ikki sort
undirhaldandi og eisini væl
Marjun Jóa í 1sdóttir, sum
her roynir at sleppa
framvið Andreu Nielsen,
hevur styrkt væl um
verjuna hjá Neistanum, og
leygardagin skeyt hon
eisini tvey mál frammi í
álopinum
Mynd: Alvur Haraldsen
spældur. Tað kemur fram-
vegis ofta fyri, at kvinnu-
dystirnir eru ov rótutir og
merktir av persónligum feil-
um, men hesum var lítið av
leygardagin, og tí komu ikki
so nógvar óneyðugar av-
brótingar í tað flótandi
spælið. Serliga vísti Neistin
í løtum sera gott kontra-
spæl, har VIF-kvinnurnar
kanska eisini vóru nakað
seinar aftur.
VIF hevði longu undan
dystinum mist møguleikan
fyri at vinna føroyameist-
araheitið, men tær eru uttan
iva væl nøgdar við árið
kortini, hóast tað ikki hevur
gingið serliga væl í enda-
spælinum av landskapping-
ini, har tær nú hava tapt fýra
dystir á rað. Men steypa-
kappingina vunnu tær uppi-
borið, og so kann ein upp-
flytari ikki vera annað enn
nøgdur!
Neistin hevur vid sigrin-
um å VIF framvegis fatur å
Kyndli, og liðini hava fram-
vegis ein dyst eftir m6ti
hvørjumødrum (28. mars).
Kyndil vinnur neyvan alt
hitt, sum eftir er, og so ræd-
ur um hjå Neistanum ikki
at snáva, tá oddaliðið fer at
missa stig.
Stjórnan hevur eisini
framvegis ein lítlan møgu-
leika fyri at blanda seg heilt
uppi í toppinum, men sum
nú er bendir alt á. at tað
verður Neistin, sum skal
leggja trýst á føroyameist-
ararnar frá í fjør.
—