mikudagur 17. februar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 32 — 17. FEBRUAR 1999
MBF óttast stýrisskipanarligu broytingarnar:
Vit sakna
nakað itøkiligt
Á umboðsráðsfundi 27. januar í ár samtykti MBF yvir-
lýsing, har heitt verður á politikarar um at hava brekað
og sjúk í huga, nú farið verður undir fullveldisætlanina.
Doris Hansen, MBF. saknar ítókiligan politikk, nú
nógv er frammi um stýrisskipanarligar broytingar, full-
veldi og búskaparligar tillagingar og í yvirlýsingini
síga limirnir í MBF seg óttast fyri, hvussu hetta fer at
ávirka liviumstóður teirra
DAGFINN OLSEN
— Vit eru bangin fyri broyt-
ingunum, sum fara at
henda, tí ein hoyrir so lítið
ítékiligt um, hvat fer at
henda á teimum økjum,
sum eru sera umráðandi fyri
gomul, sjúk og brekað, sig-
ur Doris Hansen, forkvinna
í Meginfelag teirra Brek-
aðu, í samband við ætlaðu
broytingarnar, ið eru vænt-
andi, nú farið er undir at
fyrireika fullveldi.
Tad er sera nógv prát
um stuðul sum skal burtur,
blokkurin skal burtur, bygn-
aðarbroytingar av ymsum
slag og sela av arvagransk-
ing, men eingin tekur tey
fólkini, sum eru her í dag,
uppá tungu. Hvat fáa tey í
pension, hvar skulu tey ar-
beiða og búgva?, spyr Doris
Hansen.
Doris Hansen saknar í-
tøkiligan politikk, nú nógv
er frammi um stýrisskipan-
arligar broytingar, fullveldi
og búskaparligar tillagingar
og í yvirlýsingini siga lim-
irnir í MBF seg óttast fyri,
hvussu hetta fer at ávirka
liviumstødur teirra.
— Vit sakna okkurt ítgki-
ligt. Ein politikk, sum er her
og nú. Vit blanda okkum
ikki uppí fullveldi, ella ikki,
men sakna okkurt itøkiligt
um, hvat vit skulu gera við
hesi fólkini og hvussu skulu
tey liva, sum øll onnur van-
lig fólk í samfelagnun:. Tað
er bert beint fyri val, at tos-
að verður um tað, sigur Dor-
is Hansen.
Eftirbátur
I yvirlýsingini hjá MBF, har
19 feløg eru við, verður eis-
ini nevnt, at »enn restar
nógv í, til vit kunnu siga, at
vit eru komin uppá eitt
nøktandi = nordurlendskt
stødi«.
— Vit eru eftirbåtur í hes-
um samanhanginum. Bædi
figgjarliga, við viðgerð, ar-
beiði og bústgðum. Tað er
ikki bara tað, at ein fær eitt
brekað barn, tá verður nógv
gjørt á t.d. sjúkrahúsinum .
Men tá ein kemur heim, tá
mugu foreldrini í gongd við
at uppsøkja øll tey ymsu
verkini og tey mugu sjálvi
vera eitt sug frammanfyri
alla tíðina, tí uppfylgingin
er ikki nóg góð. Og tá for-
eldrini gerast eldri, so kem-
Doris Hansen, forkvinna í MBF
ur trupulleikin viðvíkjandi
hvat skal verða av barni-
num, tá foreldrini ikki eru
meira, sigur Doris Hansen,
og leggur afturat, at hetta
er eitt óneyðuga uppslítandi
lív fyri hesar familjur.
Smá feløg
Tey flestu feløgini í MBF
eru smá og ikki væl fyri
fíggjarliga. Ofta eru tey
sprottin úr donkum felgg-
um, men eru serstøk små
føroysk feløg, ið hava
møguleika at luttaka á fund-
um niðri, men mugu gjalda
sjálvi.
A umboðráðsfundinum
samdust feløgini um at gera
yvirlýsingina, fyri at minna
á, at tey liva eisini í dag.
Í yvirlýsingini verður
millum annað sagt, at >nú
broytingar møguliga skulu
gerast í stjórnarskipanarligu
viðurskiftunum, óttast limir
okkara fyri, hvussu hetta fer
at ávirka liviumstøður
teirra<. Dentur verður lagd-
ur á, at feløgini taka ikki lut
í politisku telvingini um
fullveldisspurningin, men
heita á politikararnar um at
hava tey brekaðu og sjúku í
huga, tá um framtíðina
ræður.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerking frá Karsten
Hansen, fíggjarmálaráð-
harra, áðrenn blaðið fór til
prentingar. Vónandi eydn-
ast hetta til komandi blað.
Fíggjarmálaráðharrin hevur
annars havt fund við tey
ymsu aðalstýrini um fíggj-
arætlanirnar ár 2000. Út-
gangsstødid er, at fullveld-
isætlanin skal síggjast aftur
á fíggjarlógini og fi: ast
skulu rationaliseringar inn-
an tey ymsu aðalstýrini.
tíðindablaðið S082u7
Vikuskiftisferð
fyri farm!
| Nú kunnu allir foroyskir innflytarar njóta vikuskiftið, meðan
farmurin er á veg.
| Vit hava latið upp 3 farmastødir i Danmark. Í Hedehusene og
| Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm
líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi
hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flut-
ningsleið.
Norrøna fer avstað leygarkvøld og mánamorgun eru vit frammi
í Føroyum.
Smyril Line Cargo
Jónas Broncksgeta 35
Smyril Line Cargo
Trafikhavnsgade 7
100 Tórshavn 7730 Hanstholm
TIf. 31 59 00 Tlf. 096 55 03 50
Fax 31 89 60 Fax 096 55 03 51
Smyril Line Cargo
Birkedam 10
6000 Kolding
Tli. 076 30 08 55
Fax 076 30 09 55
Smyril Line Cargo
Guldalderen 6
2640 Hedehusene
Tlf. 046 59 34 98
Fax 046 59 30 34
; SMYRIL LINE
TIN SKJOTASTA FARMALEID
us
h
stephanssons