Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild: Jan Miller Jonhard Hammer Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen Eiríkur Lindenskov | Fíggjarleiðari: | Blaðfólk: internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tréndarson | Dagny Joensen NN — Áki Bertholdsen, i Turid Kjølbro Niclas Johannesen Dagfinn Olsen John Johannessen ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Áivur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp Sosialurin Bústaður: Argjavégur 26, Argir | | Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Øsosialurin.fo »krigsavbjoding« Oddagrein EIN av oddamonnunum i fólkaflokkinum, Bjarni Djur- holm og eftir øllum at døma ein av krunprinsunum i flokkinum, tå farið verður inn i næstu old, hevur verið og er rættiliga bersøgin, tá tað snýr seg um umroðuna av málum, ið hava tilknýti til ætlaða fullveldið. Tað er ikki so langt síðani, at tingmaðuri, var rættiliga av- gjørdur og atfinningarsamur móti tjóðveldisflokkinum í sambandi við umrødu av fullveldismålinum. NU hevur sami Bjarni Djurholm aftur peikifingurin á lofti, og hann er enn einaferð vendur móti samstarvs- felogum sínum í tjóðveldisflokkinum. Tingmaðurin hevur sett Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra eina roð av rættiliga borandi spurningum. Hann spyr m.a hvørja mannagongd landsstýrismaðurin ætlar at nýta tillagingunum og skerjingunum av almenna sektor- num. Hann spyr, um landsstýrismaðurin ætla at spara burtur ávísar almennar funktiónir ella at skera javnt í øllum sektorinum? Hann spyr, hvørjar dupult- funktiónir KH ætlar at skera burtur? Og víðari spyr hann, hvussu KH tulkar orðini í samgonguskjalinum um, at almenni bygnaðurin skal gerast bíligari og koma í betri javnvág við vinnuliga sektorin? Víðari verður spurt, um fíggjarlógarupskotið fyri komandi ár verður ein spegilsmynd av fráboðaðu rationali- seringunum í almenna sektorinum? Og loksins spyr BD, hvussu stórar sparingar KH hevur sett sær sum mál at fremja árliga, og hvusu nógv ársverk almenni sektorurin fer at minka við árliga í skiftistíðini? Og fyri at skera hetta enn einaferð út í papp verður spurt, hvussu nógv % landsstýrismaðurin væntar, at raksturin av almenna sektorinum verður bíligari, tá ríkisveitingin er burtur? TA gløggi útvarpsrnaðurin spurdi tingmannin, hví hann ikki viågjørdi so týðandi spurningar innanhýsis samgonguni heldur enn at fara út til almenningin við teimum svaraði BD, at tað er rætturin hjá tingmonnum at seta spurningar. Í okkara hugaheimi var hetta eitt Ofullfiggjad svar. Neyvan munnu hesir spurningar hóva samgongumonnunum i Tjóðveldisflokkinum. Helst kenna tjóðveldisfólk hetta sum at vera stungin í bakið av einum av „sínum egnu“. Og rætt er tað, at hetta líkist ikki sort eini krigsavbjóðing. Var tað umboð fyri andstoðuna, sum setti hesar sera útspekuleraðu spurningar, hevði tað verið lættari at skilt. Men hví júst fólkafloksmaðurin Bjarni Djuurholm? Er hetta ikki bara ein avdúking av tí leikluti, sum fólkaflokkurin í veruleikanum spælir handan leiktjøldini í fullveldismaneguni? Sjálvandi hava tingmenn fullan rætt til at seta spurningar. Tað er ein týðandi partur av tingarbeiðinum, men hesir fyrispurningar avspegla nakað nógv djúpri, nakað nógv meira útspekulerað. Og eftir okkara tykki er hetta hin gamla fólkafloksreseptin uppá at ríða á tveimum hestum í senn. Samtíðis sum flokkurin vil hava vald, vil hann eisini spæla andstoðflokkur. Hann vil hava fullkomið vald. Og tað hevur hann eisini í dag - við at „eiga“ løgmanssessin hevur hann buktina og báðar endar. Tjóðveldisfólk skulu bara stíga eitt fet skeivt, og tey fara út av tromini - væl hjálpt av sinum samgongufeløgum. TJÓÐVELDISFLOKKURIN hevur so eisini eitt for- kláringsproblem, nú hann eisini vil ríða á tveimum hestum, tvs. bæði stinga út fullveldi og sleppa undan skerjingum. Og tá tað oftani ræður um taktikk í politikki, so er greitt, at fólkaflokkurin vil gera alt fyri at kroysta tjóðveldisflokkin upp í ein krók. Fólkafloksmenn vita, at tað í hesum flokki eru høgra- og vinstrakreftir. Hvussu setir tú kílar millum tær? Karsten Hansen sigur við aðalstýrini, at nú skal fullveldiå síggjast aftur á komandi fíggjarlógum. Samtíðis sigur hann við SVF, at tað ber til at gera almenna sektorin bæði betri og bíligari, uttan tó at kunna siga nakað um, hvar skal skerjast og sparast. Tað er bara tann gamla plátan. Kann hugsast, at hann ætlar at rationalisera t.d. á sjukrahusøkinum og niðurleggja dupultfunktónir ella hvat? Hetta er alt spurningar, sum politiskt eiga at kunna svarast, áðrenn fullveldisnevndirnar koma við sínum tilmælum. Tað heldur í hvussu er fólkaflokkurin, síðani hann krevur svar av KH, áðrenn nakað er klárt frá arbeiðsbólkunum. Sosialurin - Vit kenna á okkum, at tørvur er á einum Lungnafelag í Føroyum, sum kann stuðla arbeiðinum við fyribyrgjan, tað er helst í hernað ímóti tubbaksroyking og luftdálking annars sum heild, at stuðla kanningum gransking av lungnasjúkum, at geva tí einstaka, sum verður raktur av lungnasjúku, møguliga figgjarligan styrk til viðgerð, møguliga umbygg- in av heiminum fyri at lætta um. Vit vóna góða undirtøku segði Jón á Steig, yvirlækni á fundi í Havn í gjár, í sambandi við ætlan at seta á stovn lungnafelag í Føroyum. Hann segði: >Heilt upp til okkara dagar hava vit føroyingar, tá talan dettur niður á lungnasjúkur, fyrst of remst hugsað um tuberklarnar, sum vóru ein hervilig og ofta deyðilig sjúka fyrstu 2-3 ártíggjund- ini í hesi øldini. Fyrrverandi landslæknin Hanus Debes Joensen skrivaði í Fróð- skaparritinum 5. bók 1956 um tuberklarnar i Føroyum tøl eru frå årunum 1876 til og vid 1955 Sidani 1951 og til og vid 1997 hava vit eftirkannað allar tuberklafráboðanir. 1908 varð Sanatoriið (Bróstsjúkrahúsið) í Hoy- dølum bygt, rúmaði 32 sengur 1932 varð bygt nýtt hús, Nýggjahús, við 32 sengrum, so nú vóru íalt 54 sengur. 1927 varð TB-bygningur- in við Dronning Alexandr- ines Hospital bygdur við 20 sengrum til vidgerdar av tuberklasjúku, sum var aðrastaðni enn í lungunum. 1928 ul 40 høvdu vit Bar- akkirnar fyri børn vestan fyri niðanfyri Dronning Alexandrines Hospital við 20 sengrum, sum var opin frá 01.03-31.10. So íalt vóru 94 sengur til tuberklasjúk fólk í Føroyum hesi árini. 1928 varð Tuberklastødin sett á stovn. I 1924 varð Føroya Felag móti tuberklasjúku stovnað og var tað hetta felagið, sum bert 3 år seinri varð við til at byggja TB-bygningin. 1939 fingu vit lógina um tvungna tuberklakanning av fiskimonnum. 1946 varð byrjað at BCG- vaccinera (Calmette- vaccinera). Eftir hetta átak/ódnartak móti tuberklasjúkuni fækk- aðu tuberklatilburðirnir um miðjan hesa øld og i 1962 varð Sanatoriið latið til Stu- dentaskúla og ein tuberkla- deild við Landssjúkrahúsið varð bygd við 16 songjar- plássum, tað er eystari end- in av svørtu barakkini. Hesi songjarplåssini eru seinni latin til madisinsku deild- ina. Seinastu 20 årini hava verið bara heilt fáir, frá O til 2 tilburðir av lungnatub- erklum. Heilivágurin er í dag so mikið góður, at fólk gerast smittufrí eftir 2-3 vikum nýtast ofta ikki at verða innløgd. Lógin um tuberklakann- ing av fiskimonnum varð avtikin miðjan 1980-ini og givid vard at BCG-vaccin- erad øll, eisini um midjan 1980-ini. Hvat er so arbeiðið á einari Lungnaklinik (TB-stød) í dag? Fyrst og fremst kronisk bronkitis. Atvoldin til hesa sjúku er í alra flestu fórum tubbaks- royking og at vit roykja í Føroyum og byrja tidliga er staðfest við kanningum av skúlaungdómi í 9. flokki, har føroysk børn royktu mest samanborið við 25 onnur vesteuropeisk lond og eisini byrjaðu tíðliga og Lesarabrev Nikurin í Stóravatni Omman greiddi okkum børnum frá, áðrenn vit sluppu út at spæla, at halda okkum langt frá nikinum, hann var satt at siga eitt far- ligt ódjór, ein barnalokkari av rang, hann sá so fittur út, sum rissan hjá ommu, so var hann so snildur, at hann longdist eftir sum fleiri bórn komu til, men so fór hann aftur í vatnið > r hann búði og børnini komu ikki aftur. Nú líkist henda søga sera nógv um Tinganes har koma fleiri og fleiri lands- stýrismenn at sita, til síðst ein í sjálvstýrismálum við on im aðalstýri. Ein kann spyrja seg sjålv- an um hann bara skal sita og filosofera, men tå er í hvussu er peningaoydsian. So leingi vit ikki hava nakað sjålvstyri og nakað stórt ynski sýnist ikki at vera ímillum fólk yvirhøv- ur, men so leingi vit fáa aðr- ar at gjalda ber jú alt til. Heilsan Jákup Dalsgaard royktu hvønn dag eftir 13 ára aldurin. Cancer í lungunum: Atvoldin til cancer er eis- ini oftast tubbaksroyking og flestu lungna-cancersjúkl ingar hava árini framman undan havt kroniskan bron- kitis. Tíðleikin av lungna- brakka økist nógv í Føroy- um hesi seinru årini Asthma: Er ein av sjúkunum sum lungnaklinik í dag arbeiði við. Tidleikin av hesi sjúku er tví- til trífaldaður hesi bæði seinastu mannaminn- ini og vísa kanningar í norð- anlondum og vestureuropa at um 6-8% av fólkinum hava hesa sjúku. Allergi: Nýggir asthmasjúklingar verða allergikannadir á Lungnaklinikkni, um teir ikki eru tað fran. mn undan. Undir allergiskar sjúkur (ovurviðkvæmissjúkur) hoyrir hoyfepur, har tíðleik- in er eini 12-18%, notusjúka sum nakar eini 18-20% og barnaeczem sum økist í stórum og tíðleikin er nú 10-12%. Lungnafunktiónsmáting- ar við alt neyvari tólum verða gjørdar á Lungnaklin- ikkini. Viðgerð og eftirkanning av tuberklasjúklingum og kanning av teirra avvarð- andi er sjálvsagt eisini arb- eidsøkid hjá Lungnaklin- ikkini. Nevndi at Føroya Felag móti tuberklasjúku varð stovnað 1924. Alt, sum tub- erklahóttanin er minkað, eru sjálvsagt uppgávurnar hjá abbi ok.ara Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, id syndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið góði sonur, fostursonur, pápi og HERÓLVUR ANDREASEN andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og gávur, og eina hjartans tøkk til prest, sangarar, berarar og gllum tykkum sum hildu ervið eftir hann. Lina og Baldvin Jónsson Merry og Angeli Tindskarð hesum felag minkaðar. Stóri vandin í dag tykist okkum vera tubbaksroyking og tær harav standandi sjúk- urnar: kronisk bronkitis og lungnacancer. Harumframt er at nevna astma og em- fysem (>stór lungur<), sum hoyrandi til tær stóru og oft- ast invaliderandi lungna- sjúkurnar. - Vit kenna tí á okkum, at tørvur er á einum Lungna- felag í Føroyum, sum kann stuðla arbeiðinum við fyri- byrgjan, tað er helst í hernað ímóti tubbaksroyk- ing og luftdálking annars sum heild, at stuðla kann- ingum og gransking av lungnasjúkum, at geva tí einstaka, sum verður raktur av lungnasjúku, møguliga fíggjarligan styrk til við- gerð, møguliga umbygging av heiminum fyri at lætta um. Vit vóna góða undirtøku. Jón á Steig, yvirlækni