Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 18. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið Formurin fyri mam- mografi screening kannast Landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at tå ið eftirlits- myndugleiki okkara mælir til, at slik kanning verður gjórd, so eiga vit at seta slíkar kanningar í verk, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í svari sínum viðv íkjandi fyrispurningi um fyribyrging av bróstkrabba ÓLAVUR Í Beiri Tad var Katrin Dahl sum setti Helenu Dam å Neyst- abg tríggjar spurningar í sambandi við mammografi screening í Føroyum. Katrin Dahl, vildi hava at vita, um landsstýrið hevur ætlanir um at virka fyri, at reglulig røntgenkanning av bróstum - mammografi screening - sum tað eisini verður rópt, verður sett í verk? Í øðrum lagi vildi Katrin Dahl hava at vita, um tað er so, at útgerð og fakligur før- leiki til slíkar kanningar er á Landssjúkrahúsinum? Og í triðja lagi, um so er, heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott? Formurin Viðvíkjandi fyrsta spurn- inginum, svarar Helena Dam á Neystabø, at eftir- litsmyndugleikin hjå før- oyska heilsuverkinum, danska Sundhedsstyrelsen, hevur mælt til, at mammo- grafi screening verður gjørd av kvinnum í aldursbólki- num 40-59 ár, landsstýris- maðurin kannar í løtuni, um hetta eisini skal setast í verk í Føroyum og undir hvørj- um formi. Og til næsta spurningin, svarar heilsumálaráðharrin, at mett verður, at útgerð og fakligur førleiki er tilstaðar á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó givið, at verður almenn mammografi screening sett í verk i Føroyum, so er neyðugt við ávísum umpri- oriteringum, ella at fleiri ressoursir verða tilførdar sjúkrahúsinum. Tað er tó altavgerðandi undir hvørj- um formi, ein møgulig mammografi screening verður gjørd Fyrireikingar Til triðja spurningin, svarar Helena Dam á Neystabø, at Tá eftirlitsmyndugleikin mælir til kanningar. so eiga tær at verða gjørdar, sigur Helena Dam á Neystabø landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at tá ið eftir- litsmyndugleiki = okkara mælir til, at slík kanning verður gjørd, so eiga vit at seta slíkar kanningar í verk Tað skal tó åsannast, at ávís fyrireiking skal gerast, áðr- enn slíkar kanningar kunnu setast í verk, og stóða eigur eisini at verða tikin til undir hvørjum formi, hesar kann- ingar skulu gerast. Hetta verður í løtuni arbeitt við innan heilsuverkið. Nógv mál fyri á býráðs- fundi í Havn í kvold JOHN JOHANNESSEN Klokkan 18 í kvold verður býráðsfundur í Havn. Nógv mál eru sum vant á skránni, og millum málini hesuferð eru millum onnur val av leigunevnd fyri tvey ár og viðgerð av byggisamtyktini fyri samanløgdu kommun- urnar, Argir og Havnina. Fleiri úlmæli eru komin frá fíggjarneyndini, og skulu hesi eisini viðgerðast á býráðsfundinum. Fíggjar- neyndin mælir býráðnum til, at 4,6 millónir skulu játt- ast av iløguætlanini fyri 1999 til bygging av komm- unulæknavidtaluhølum i Gundadali. Figgjarnevndin mælir umframt hetta til, at 500.000 krónur verða nýttar til kirkugarðin og 370.000 krónur til projektering av nýggjari venjingarhøll í Hoyvík. Eisini verður mælt til at jåtta 7,5 millónir til framhald av at gera Markn- agilsvegin lidnan. Grønlendska lands- tingið mannað A landstingsvalinum í Grønlandi tysdagin vóru 28.129 fólk á vali, og svarar tað til 75% av teimum, ið hava valrætt. Stóri taparin á valinum var Atassut, sambandssinn- aði sosial-liberali flokkurin, sum við valið fekk 7.100 og sjey landstingsumboð. Flokkurin hevði framman undan 10 tingumboð. Javnaðarflokkurin, Siu- mut, hevði eisini stóra aft- urgongd, meðan stóri vinn- arin var Katusseqatigiit, sum fekk 3452 atkvødur og fýra fólk vald á ting Nýggju umboðini hjá Atassut eru: Daniel Skifte Anders Nilsson Augusta Salling Finn Karlsen Otto Steenholdt Siverth K. Heilmann Jakob Sivertsen Godmand Rasmussen Inuit Ataqatigiit fekk 6194 atkvødur og 7 tingfólk: Josef Motzfeldt Malinánguak M. Mølgaard Asii Narup Johan Lund Olsen Lars Sørensen Ole Lynge Olga Poulsen Siumut fekk 9897 og 11 tingfólk: Jonathan Motzfeldt atkvødur Jørgen Wæver Johansen Hans Enoksen Ruth Heilmann Simon Olsen Per Berthelsen Mikael Petersen Anders Andreassen Lars Karl Jensen Tommy Marø Vittus Mikaelsen Katusseqatigiit fekk 3452 atkvødur og 4 tingfólk: Anthon Frederiksen Mogens Kleist Loritha Henriksen Mads P. Grønvold Uttanflokka: Per Rosing Petersen fekk 1409 atkvødur. | Landsrætturin til Føroya i næstum: John Petersen málið fyri aftur | John Johannessen ið, id er málið um John Petersen, kemur fyri. John Petersen varð í Før- oya Rætti fyrr í ár kendur sekur fyri at hava neyð- tikið eina unga gentu. Hann stendur fast við, at Christian Andreasen verji hjá John Petersen. Nú hev- ur hann fingið sær annan verja, og verður hesin tann kendi danski sakførarin, Thomas Rørdam, ið vit m.a. kenna frá føroysku | Týsdagin 2. mars hevur Eystari Landsrættur sítt fyrsta sakarmál í Føroyum á hesum sinni. Dómarar verða Blinkenberg Waage og Karsten Bo Knudsen. hann er ósekur, og tí er skipamálunum. | Rættarviðgerðirnar avym- hevur hann kært málið fyri Málini, ið koma fyri í | isku málunum halda fram Eystara Landsrætt. Eystara Landsrætti á hes- | til 11. mars, tá størsta mål- I Føroya Rætti var um sinni eru 15 í tali. Tlf. 317500 Hotellid við útsýninum Forrættir: 1. Fesk súpan við kjøt- og mjølbollum og heimabakaðum breyði 2. Rómaútágjord aspargessuppa við asparges og heimabakaðum breyði 3. Rækjuborðiskur við salati, dippi og heimabakaðum breyði Ætla tit at gera dagin minnisrikan við góðum mati - ringið so tlf. 317500 og fáið nærri at vita. Høvudsrættir: 1. Heilstokt lambssteik við grønmeti og sós av soðnum 2. Svínakambur stoktur sum villibráð við Waldorffsalati, grønmeti og villinisós 3. Gamaldags oksasteik við glaseraðum perluleyki og sós av soðnum Omaná: 1. Súreplaterta við súrróma 2. Appelsin fromasja & 3. Frukt við rákremi | 3 rættir fyri 160,-1/2 pris fyri børn undir 12 ár Ókeypis matkoyring í býin