hósdagur 18. februar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 18. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
13
Ova í Krudttønden
Føroyingurin Ova er í hesum dógum við í forvitnisligum leiki i Danmark.
Talan er um klædna- og málningalistamannin og tónleikaran Ova, ið nú
eisini kann skrivað sjónleikari á navnakort sítt
DAGFINN OLSEN
Ova, 10 byr i Danmark og
er listafólk, hevur gjørt vart
við seg innan mangar lista
greinar. Klæðir. máiningar
og við tónleikabólkinum
Maður:Glotti.
út fyri tveimum árum síð
ani. Nú kann Ova eisini
skriva sjónleikari á navna
10 gav fløcu
kortið
Ova er í hesum døgum
við í leiki á Krudttønden.
Frá 16. til 20. februar verður
leikurin .,Hausfrau í even-
tyrland“ sýndur og Ova tel-
ist millum leikararnar.
Falan er um leik eftir
Peter Juhl, ið snýr seg um
ungan mann, ið vil verða
dansari. Hann hevur house
warming fyri vinunum og
spakuliga verður stovan til
eitt ævintýraland. Leikurin
er í hesum markleysa rúmi-
num við tí absurda og
skemtiliga. Maðurin er and-
rogyn, bæði maður og
kvinna og biseksuellur
Leikurin fæst eisini sum
heild við spurningin um
kynsamleika. Um at sam
eina tað kvinnuliga og
mannliga í okkum og gerast
heil menniskju, verður sagt
í leikskránni.
Leikurin er tað, ið eisini
kann kallast „Konsertperfor-
mance“ og tónleikurin er av
funk, rock, techno slagnum.
Ova sæst miðskeiðis í
myndini
HAUSFRAU I EVENTYRLAND
Huosrero HOLDER INDFLYTTERFBST OG GÆSTERNE KOMMER KUN FOR
KT FÅ FAT I HANS NEGLELAK, SOM HAN HAR GEMT I EVENTYRLAND.
De TAGER ALLE ÞERTIL OG LEDER OG LEDER
OG SPLLER PISPOP OG LEDER
Bjørn Afzelius
deydur
DAGFINN OLSEN
Kendi svenski sang:
sangskrivarin, Bjørn
Afzelius, doyði tysnåttina
Hann gjørdist 52 åra gamal
og hevði í longri tíð verið
sjúkur við lungnakrabba
Bjørn Afzelius hevur vitjað
í Føroyum fleiri ferðir, bæði
við egnum bólki og saman
við Mikael Wiehe, ið hann
samstarvaði nógv við.
Eftir lokið studentsprógv í
1968 fór Bjørn lesa í Lund
Hann hevði ætlanir um at
gerast = journalistur
lærari.
Hann kom í samband við
Mikael Wiehe og stovnaðu
irin og
ella
teir Hoola Bandoola Band
Bolkurin gav fyrstu plåtuna
ut i 1971 og gavst i 1976
Bólkurin ojørdist væl
umtóktur og eisini kendur
fyri í solidariteti at lata pen-
ingaupphæddir til áhuga
bólkar kring allan heim
Hetta gjørdi Bjørn Af-
zelius eisini sjålvur seinni.
Hann var politiskt staddur
á vinstravonginum og var
sera virkin
Sum einstaklingur gekk
tónleikaliga væl hjá Afze-
lius og varð hann heiðraður
í Danmrk og í Noreg. Hann
hevur verið mettur millum
fremstu orð- og tónasmiðir
í Norðurløndum.
Hann royndi seg eisini sum
rithøvund í 1993 við bókini
„En gång í Havana“, ið ikki
fekk góð umm: en
Familjan hevdi nógv at
siga fyri Bjørn Afzelius og
eftir hann eru døturnar
Rebecca, 20 ár og Isabella,
18 ár
Bjørn Afzelius er væl
umtóktur í Føroyum eisini
og t.d. Jóannes Jacobsen og
Frændur hava nýtt hansara
tónleik. T.d. hevur Steintór
Rasmussen (Frændur)
hegnisliga latið sangin „Tú
ert tað fagrasta eg veit“ í
føroyskan búna og eisini
sangin. ið Bjørn skrivaði
um dóttrina Isabell"
Bjørn Afzelius doyði 52 ára gamal tysnåttina av lungnakrabba. Hann vitjaði fleiri ferðir
i Føroyum. Her avmyndaður á jazzfestivali í Norðurlandahúsinum í 1993
Heildarkvota fyri makrel 44.000 tons
NEAFC hevði eykaársfund i Brússel 8. og 9. februar 1999. Fundurin varð hildin fyri at royna at koma fram til eina
avgerð um regulering av makrelfiskiskapinum í altjóða sjógvi. Eisini var skráseting av hagtólum fyri fiskiskapin á
djúpum vatni og eftir kongafiski í Irmingarhavinum á skránni
Føroyar hava kravt at verða
virdar sum strandaland við-
víkjandi makreli. men No
reg og ES hava áður ikki
verið sinnað at gera hetta
Tó er samsvarandi teimum
sínámillum avtalunum mill
um åvikavist Føroyar og ES
og Føroyar og Noreg fyri
1999 stadfest, at Føroyar
eisini eru strandalond.
Spurningurin um at reg-
ulera makrelfiskiskapin í al-
tjóða sjægvi var eitt av evn
unum, sum var á skránni á
regluliga ársfundinum hjá
NEAFC í november 9198
Hóast drúgvar royndi
vórðu gjørdar at koma til
eina semju. var hetta tó ikki
gjørligt. Tá hetta varð stað
fest, kunnadu Danmark
(vegna Føroyar og Grøn
land), ES og Noreg hini
limalondini um eitt uppskot,
sum hesi trý sum stranda
lond høvdu arbeitt við undir
fundinum. Uppskotið varð
ikki sett undir atkvødu
greiðslu.
Ísland góðtekur ikki, at
bert Føroyar, ES og Noreg
eru strandalond. Hóast
makrelur ikki hevur verið
fiskadur í íslendskum
vísir Ísland á kann-
ingar, har makrelur er fingin
í íslendskum sjógvi. Eisini
vísir Ísland á tilfar, sum
Russland legði fram á eyka-
ársfundinum um útbreiðslu
av makreli norðan fyri For-
oyar og í Norskahavinum.
Grundað á hesar kanning
arnar varð víst á, at tað er
sannlikt, at makrelur eisini
er í íslendskum sjógvi. Onn-
ur lond hava ikki tikið undir
við íslendska sjónarmiðin-
um um Ísland sum stranda-
land.
Tey trý strandalondini
settu sær fyri at koma fram
til, hvussu serliga Russland
kann taka undir við eini
NEAFC loysn fyri makrelin
í altjóða sjós evi. Eftir drúgv
ar tingingar millum partarn-
ar eydnaðist heldur ikki á
hesum fundinum at koma til
eina semju millum stranda-
londini ødrumegin og
Russland hinumegin
Strandalondini tóku stødi í
uppskotinum frá november
1998 um stigvísa minking
av russiska fiskiskapinum
eftir makreli í altjóða sjógvi.
Russland gjørdi greitt, at tað
fór at mótmæla eini sam-
sjogvi,
tykt, sum ikki gav Russl-
andi 45.000 tons. Til sam-
metingar kann verða nevnt,
at Russland í miðal hevur
fiskað um 18.000 tons av
makreli í altjóða sjógvi.
Hóast hesa støðu mettu
strandalondini, at NEAFC
skal gera eina samtykt um
makrelfiskiskapin. Hetta
hevur m.a. samband við. at
er ongin altjóða regulering,
kunnu ikki-limalond fiska í
altjóða sjógvi, uttan at lima-
londini hava skyldu at av-
at tey koma í havn og
kunnu umskipa sína veiðu
Undir fundinum varð fleiri
ferðir nevnt eisini av
Russlandi - at tað møgulga
bert er ein spurningur um
tíð, til onnur lond eru komin
væl við í makrelfiskiskap-
inum.
Við atkvødunum hjá
teimum trimum stranda-
londunum Danmark (vegna
Føroyar og Grenland), ES
og Noreg og Pólandi varð
samtykt at áseta eina heild-
arkvotu fyri makrel í altjóða
sjógvi upp á 44.000 tons
fyri hvort av árunum 1999-
2001. Av hesum skal Russ-
land í 1999 hava 30.000
VISd4,
tons, strandalondini undir
einum 10.000 tons, Ísland
2.000 tons, Póland 1.000
tons og onnur lond 1.000
tons. Íslandi og Russland
atkvøddu ímóti uppskotin-
um.
Tað samtykta uppskotið
er grundað å, at stranda-
londini í 1999 eru bundin
av eini mest loyvdari mak-
relkvotu upp á 500.000
tons Fyri at samtyktin skal
verða galdandi fyri 2000 og
2001, er tað ein fortreyt, at
strandalondini verða samd
um at áseta eina heildar-
kvotu fyri teirra fiskiskap
Henda partin løgdu før
oysku umboðini stóran dent
á, tí á tann hátt eru Føroyar
ikki bundnar at halda samt
yktina í 2000 og 2001, um
so er, at ongin semja verður
gjørd millum strandalond-
ini.
I tråd við hetta vístu Før-
oyar á týdningin á at fara
undir fundir millum
strandalondini at viðgera
reguleringar av makrelfiski-
skapinum. Aftaná ársfundin
hjá NEAFC í november
1998 gjørdu Føroyar av at
bjóða ES og Noreg til fund-
ar i Føroyum i januar 1999
at tosa um fiskiskapin eftir
makreli, men av ymiskum
orsøkum kundu ES og
Noreg ikki møta. Millum
strandalondini varð gjørt av
at hava fund i Tórshavn 17
17. mars 1999. Hetta verður
fyrsti fundur millum
strandalondini við reguler-
ing av fiskiskapinum fyri
eygað
Eykaársfundurin við-
gjørdi eisini uppskot um at
fara undir neyvari skråset
ing av upplýsingum við
víkjandi fiskiskapinum eftir
kongafiski í Irmingarhav
inum og viðvíkjandi fiski
skapi á djúpum vatni sum
heild
Samrådingarnevnd
I føroysku sendinevndin:
vóru Andras Kristiansen.
deildarstjóri (samrådingar-
leiðari). Jens Helgi Toftum.
fulltrúi, Jákup Reinert,
fiskifrødingur, Esther Dahl
umboðsmaður Føroya i
Brussel, Sofus Poulsen, um-
bodsmadur Føroya i Aber-
deen og Kristian Martin
Rasmussen umbodandi Før-
ova Reiðarafelag stendur i
tíðindaskrivi frå Fiskimåla
styrinum
Rættleiding
I løgreglutidindunum
tysdagin søgdu vit frå
løgreglustødini i
Klaksvík. at einki
hevði verið at gjørt í
vikuskiftinum Vit
skrivadu, at løgerglan
hevði vist á, at berg
holið norðureftir er
stongt um náttina. og
helt løgreglan møgu-
liga hetta vera orsøkina
til. at ikki so nógv fólk
savnast í býnum um
kvøldarnar.
Onkur norðanfyri
bergholið hevur kent
seg stoyttan av hesum,
og fara vit tí at biðja
um umbering og har-
afturat at koma við ein-
ari rætting. Bergholið
er nevniliga ikki stongt
í vikuskiftunum.