leygardagur 20. februar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 20. FEBRUAR 1999
Nr. 35 - 20. FEBRUAR 1999
John Johannessen
Føstulåvints sunnudag 1939
varð gingin skrúðgonga úr
gomlu kirkjuni á Kirkju
kletti út til nýggju kirkjuna
omanfyri vegin á Tjørn
Hetta var ein sannur hátíð-
ardagur, hóast tað var við
blandaðum kenslum, at
gingið varð út úr gomlu
kirkjuni á Kirkjukletti.
Fyri fyrstu ferð í 400 ár
var danskur biskoppur kom-
in til Føroya at víga eina
kirkju. Maðurin, ið talan var
um, var biskoppurin í Keyp-
mannahavn. Fuglsang-
Damgaard.
Nógv fólk var komið til
Vágs at taka lut í hesum
hátíðardegnum, nú tann
nýggja stásiliga kirkjan
skuldi takast í nýtslu. Mill-
um gestirnar vóru vágbing-
urin Jákup Dahl. próvstur,
6 prestar, amtmaðurin, for-
mansskapurin í Løgtingi-
num og fleiri onnur. Hesi
vóru oll komin suður við
Tjaldrinum. Harumframt
var ein rúgva av fólki komin
til Vágs úr hinum bygdu-
num í Suðuroynni at luttaka
í hátíðarhaldinum.
Farið verður
úr gomlu kirkjuni
Sjálvt hátíðarhaldið byrjaði
við, at fólk savnaðust í
gomlu kirkjuni at siga hes-
um húsi, ið tey høvdu mong
minnir úr, farvæl. Fyrst varð
sungið „Lover Herren, han
er nær” og síðani røddi Ják-
up Dahl. próvstur. Hann
røddi út frá Sålma 90.1
„Harri. tú okkum skjól hey -
ur verið ætt eftir ætt“. Jákup
Dahl minti á, at fyri 200
árum síðani hevði staðið ein
kirkja á hesum sama staði.
Hendan kirkjan heyði verið
takt við hálmi og grastorvi,
og hevði hon 8 beinkir á
aðraru síðuni og 7 á hinari.
Hendan kirkjan var vorðin
ov lítil. og tí varð kirkjan.
tey nú vóru í, bygd. Eisini
hendan var nú vorðin ov
lítil, og nú var so aftur ein
nýggj kirkja bygd í Vági.
Eftir prædikuna reistist
fólkið og sang sálmin
„Guds ord det er vort arve-
gods”. Tá sálmurin var at
enda komin, gav próvsturin
prestunum, ið vóru við, lut-
irnar av altarinum at bera
út teirri nýggju kirkjuna.
Gingið varð út gjøgnum
bygdina, við danska bis-
koppinum fremst í rødini,
meðan sálmurin „Kirken
den er et gammelt hus“ varð
sungin.
Ein, ið var við til hátíðar-
haldið, hevur skrivað grein
í Tingakrossi um stóra há-
tíðarhaldið hendan dagin.
Hesin nevnir seg „deltager“.
Hann skrivar um stóru
skrúðgonguna millum onn-
ur hesi orð: „Det er ikke saa
ofte, at der fra Kirkens Side
bliver gjort noget for at hen-
lede Opmærksomheden paa
sig, men engang imellem
Limirnir i Ljómi á heysti 1940
tidindablad
Seinasta kirkjan å Kirkjukletti vard vigd 16. november 1862
. Hon stendur nú í Hovi
Kirkjan og Ljómur 60 ár
I gjár, 19. februar, fyltu Vágs Kirkja og Krikjukórið Ljómur seksti ár. Hesi
hava saman ment bæði tónleika- og trúðarlívið í Vági oll hesi seksti árini
kan det være godt at mærke,
at vi er en stor Flok, der,
trods alle Forskelligheder i
det daglige, er fælles om
dette, at vi vil elske, ære og
være tro imod Fædrenes
Kirke.
Vigslan
Eftir at Waagstein hevði
spælt præludium, bad Jåkup
Dahl, prévstur, inngangs-
bøn. Eftir hetta trein bis-
kuppurin fram fyri altarið í
gyltu bispakápu síni. Hann
talaði út frå Sálma 121, ið
sigur: „Ég eygu mini hevji
til fjallana upp. hvaðani
kemur mín hjálp?“
Biskuppurin segði mill-
um annað um kirkjuna: „I
dag strømmer igen fest-
klædte Skarer til Guds Hus
og glæder sig over dets
skønhed. Hvor ligger den
nye Kirke smukt, naar vi
første gang ser den fra Hav-
et. Hvor betragtende virker
det festlige Kirkerum. naar
man første gang betræder
det. Der er grund til at takke
Gud. Det er en Festdag,
ikke blot for denne Menig-
hed, men hele Menigheden
her oppe, og det er med
Glæde, jeg bringer hilsen
fra Menighederne rundt
omkring i Danmark, som er
med os i Dag med Tak og
Forbøn. I Tusind Aar stod
Kristi Kirke iblandt eder og
har dybe rødder i Eders
Hjerter. Hvor er det Folk
paa Jorden paa størrelse
med Eders, der har bygget
saa mange Kirker? Det er
Vidnesbyrd om Kærlighed
til Fædrenes Kirke. Denne
skønne Kirke vidner om det
samme. Af denne Kær-
bed
lighed voksede Offerviljen
frem. der har samlet Hjert-
erne om denne skønne op-
gave at bygge en Kirke til
Guds Ære
Ljómur
Um hetta sama mundið
høvdu fólk í Vági tikið stig
til at stovna kirkjukór. Hetta
kórið fekk navnið Ljómur.
og sang tað fyrstu ferð tá
kirkjan varð vígd. Tað var
Edith Dahl. ið stóð á odda
fyri stovnanini av Ljómi, og
stjórnaði hon kórinum til
hon doyði 9. januar 1960.
Ljómur hevur øll 60 árini
havt ómetaligan týdning
fyri guðstænastuna í Vágs
Kirkju, og hava kórlimirnir
somuleiðis hjálpt væl til í
sálmasanginum í kirkjuni.
Edith Dahl tók stig til at
stovna krikjukórið Ljóm
Farið verður úr gomtu kirkjuni á Kirkjukletti út í nýggju kirkjuna oman fyri Tjørn