leygardagur 20. februar 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I>
tíðindablaðið/ -
Nr. 35 - 20. FEBRUAR 1999
BE -
Jógvan Tróndheim:
"arín/
- Tíðin hevur gingið heilt
øgiliga skjótt. Kg havi
altíð havt nógv at gera
og vanliga havi eg ar-
beiði til fleiri mánaðir
niður fyri, sigur Jógvan
Tróndheim
- Eg slappi av, tá ið eg
komi niður í kjallaran
- Eg kann ikki siga, at eg havi fylgt við menningini í prentarayrkinum, tá ið eg stríðist við blýggið enn. Hvussu leingi
eg haldi fram, veit eg ikki, eg livi væl og slappi av, tá ið eg komi niður í kjallaran. Mær tykist synd í teimum, ið
verða noydd at gevast at arbeiða, tá ið tey verða 67. Skal ein halda uppat tá, má ein fyrireika seg væl og hava eitt-
hvert at takast við. Tað ber sjálvandi altíð til at fáa tíðina at ganga, men eg hevdi steðgað upp beinanvegin, sigur
Jógvan Tréndheim, sum í hálva øld hevur havt egið virki í kjallaranum í barndómsheiminum í Klaksvík.
Turið Kjølbro
Upprunaliga var ætlanin, at
hann skuldi verða lækni. So
varð ikki og komandi ár eru
50 ár liðin síðani Jógvan
Tróndheim byrjaði fyri seg
sjálvan við prentsmiðju og
handli í kjallaranum í barn-
dómsheiminum á Stanga-
vegnum í Klaksvík.
- Tá ið eg var liðugur við
realskúlan hugsaði eg um,
hvat eg skuldi gera og hvat
eg skuldi læra til. Hóast eg
hevði góðan hug til at lesa
til lækna, varð tað av ong-
um, tí eingir pengar vóru og
so var eg heldur ikki so
framligur. Men handilsskap
og forrætning hevur mær
dámað væl frá barnsbeini
av, so tað var tann vegin eg
fór. sigur Jógvan Trónd-
heim
Jógvan Trondheim er
føddur i 1928. Sama ár sum
hann varð liðugur við real-
skúlan í 5 di I
1 vrjaci nann
at arbeiða i Foroyabók, sum
Eliesar Poulsen og Theodor
við Keldu áttu.
- Av ti, at einki samband
var við Danmark í krígsár-
unum, fingu vit ongar form-
ularar til bókhaldsskipan-
ina. Samband var bert við
Ongland og Skotland. Eli-
esar legði stóran dent á at
fáa eina nýggja bókhalds-
skipan, sum varð kallað
Foroyabók. Til hesa skipan-
ina, sum kom undir kríg-
num. skuldu vit hava bók-
haldsformularar, skjól av
ymiskum slag, kontoblød,
kontokort, rammur til at
føra bókhaldið í og bók-
haldskassar. Einki av hesum
fekst uttanlands. Blikk-
smidjan gjørdi békhalds-
kassarnar, vit lakeradu teir
sjålvir og nógv virki keyptu
sær hesa skipanina, greiðir
Jógvan Tróndheim frá.
Tað vóru Eliesar Poulsen
og Theodor vid Keldu, ið
Eingin kendi til annad enn
danskar formularar, men
teir løgdu eina vid, at alt
skuldi vera å føroyskum.
- Føroyabék mátti sjålv-
andi vera å føroyskum, men
eingin hevdi brúkt føroysk
heiti fyrr fyri kvittan, inn-
tøkuskjøl, skjal, kontoørk
og so framvegis. Framman
undan var alt å donskum,
føroyska målid var øgiliga
blandað við donskum orð-
um og donsk orð vórðu
brúkt til heilt vanlig ting.
Tey føroysku vóru har, men
fólk dugdu ikki at brúka tey.
Fólk søgdu kvittering í stað-
in fyri kvittan, bilag ístaðin
fyri skjal, men fólk komu
kortini skjótt eftir at taka tey
nýggju føroysku heitini til
sín. Tá ið orðini fyrst komu
upp á prent, var tað ikki so
ringt at venja seg við tey.
Tað var í grundini rættiliga
skilagott av Eliesari og The-
odori at fáa góð føroysk orð
beintfivegitt Dg tey Verda
brúkt enn.
Nordlysid hevdi prent-
smidju, men hon var ikki
altíð virkin. Tí varð megin-
parturin av arbeiðinum hjá
Føroya Bók prentaður á
Landsprentsmiðjuni, H. N.
Jacobsens Bókhandli og
Bókaprenti í Havn.
- Vit gjørdu alt klárt at
selja í Klaksvík. Í byrjanini
vistu fólk ikki, hvat Føroy-
abók var. Nógv hildu tað
vera eina bók, vit góvu út.
Betri umstødur
Fóroyabók helt fyrstu árini
til í kjallaranum hjá Niels á
Biskupstød.
- Har var rættiliga trongt,
tí Sjúkrakassin húsaðist eis-
ini har. Vit greiddu ordrar
og gjørdu annað í sambandi
við bókhaldsskipanina. So
funnu Eliesar og Theodor út
av, at tað var betri um vit
kundu gera formulararnar
sjálvir. Til tað máttu vit
hava eina prentsmiðju og
teir keyptu so eina lítla
prentmaskinu, summi kalla
hana ein flugusmekkara.
Skrift varð keypt úr Ong-
landi og so fóru vit undir at
prenta skjól og smáar form-
ularar.
- Vit fluttu síðan í húsini,
sum Theodor við Keldu átti
á Vågsheygnum, og tá fingu
vit munandi betri umstødur.
Í kjallaranum var prent-
smiðja og goymsla, í mið-
hæddini bókbindari og á ov-
astu hædd var skrivstova og
hon hevði bókhald fyri smá
virki. Tá vóru fleiri fólk sett,
tá ið mest var at gera vóru
vit eini átta fólk.
- Fyrsta bókin, sum var
heft á bókbindarínum var
ein bók, sum Robert Joen-
sen gav út. Ein kassi varð
smíðjaður til bókina, so tá
ið eitt ark var prentað varð
tað sent í kassanum norður
við Pride og so falsaðu vit
tað. Tað varð seymað við
hond og so límað inn í um-
slagið. Tað var stórarbeiði
tå og føldist sum eitt stórt
tak og framstig fyri virkið.
Viðskiftafólkini hjá Før-
oyabók komu alla staðni
frá, men serliga úr Klaks-
vík. Hóast prentsmiðjur
vóru í Havn kendust tær
ikki sum stórir kappingar-
neytar, tí prentsmiðjurnar
hava altíð havt nóg mikið
at gera.
- Tað byrjaði rættiliga
smátt og í byrjanini vóru
fólk rættiliga ivasom at fáa
nakað prentað í Klaksvík.
Vanliga varð alt jú prentað
antin í Danmark ella í Havn.
Fólk ivadust í, um vit kundu
gera tað líka væl. Men so
við og við fingu teir flestu
handlarnir her bókhalds-
skipanina Føroyab6ék og
sum frá leið komu vit í sam-
band við keypmenn, ið
bóðu okkum gera forrætn-
ingsnotur.