leygardagur 20. februar 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
C
AN
tíðindablaðið) .
Nr. 35 - 20. FEBRUAR 1999
n/
- Umráðandi at
hava hjartað við
Í
Edward Fuglø fegnast um, at eitt mentanarálit er skrivað, men heldur, at arbeiðast má miðvíst út frá hesum. Ikki må
steðgast. nú álitið er komið. — Alt verður slípað í kantunum. Allur filmarnir hjá Disney t. d. eru líka. Eitt sindur av
ohugna er. men
endiliga ikki ov nógv. Eg haldi. tað verður eitt sindur gelt á henda hátt, mær dámar betur, at ein lovar
demonunum leysum, sigur Edward Fuglø, listamaður
VITUSKI.
ið ger ettt
elt úttrykk
fa n
Otession
Hetta veit ein eftir lokna
skúlagongd. Ringt er at seta
rå á hetta, men tað er
nakað við at hava eitt eyga,
ið sær smålutirnar, og at ein
ger sær greitt áðrenn, hvat
| . sigur Edward.
- List og mentan stendur
ikki í stað. Tað er sum ein
stór alda. sum skolar alla
tíðina og alt fylgir bara við.
Ein kann ikki steðga tí og
siga soleiðis og soleiðis og
ein kann illa seta frámerki
á. Tað sum er list í dag er
tað kanska ikki í morgin ella
um 50 ár. Sjálvsagt finst
klassíska listin, men tað er
eftirtíðin. ið avgerð, hvussu
Edward Fuglø vónar, at meira verður gjørt, enn bert at seta orð á mentapolitikkin, tí tað krevur meira enn tað
leingi nakað livir, sigur Ed-
ward Fuglo. ið heldur Før-
oyar vera ein eftirbåt, tá tað
snýr seg um umstødurnar
hjá listafolki
Ikki eru nógv. ið liva sum
listafólk burturav í Før-
oyum, men Edward er ein
teirra.
- Tað er ikki eitt arbeiði.
ið ein velur sær. Tað er ein
lívsstílur, lívsholdningur.
Tað krevur alla tína tíð. Eg
veit ikki, um hetta ala tíðina
var mín ætlan. Kanska er
tað tilvildin, ið hevur gjørt,
at eg nú arbeiði við hesum.
Ofta verður eisini spurt, hví
ein er í Føroyum - hví ikki
aðrastaðni? Men hví ikki í
Føroyum? Tað er líkamikið.
hvar ein er. Tað positiva við
at vera her er, at ein fær
nógvar ymiskar uppgávur,
og ein fær tær skjótari enn
uttanlands. Har verður ein
ofta settur í bás, soleiðis, at
ein arbeiðir innan eitt ávíst
oki. Tey eru fá, sum uttan-
lands kunnu skifta ímillum.
bert tey væl etableradu,
heldur Edward, ið heldur. at
vandi ofta er fyri at komma
inn í eina tunga skipan, har
tað eru øgiliga nógv fólk.
ið skulu taka stóðu til alt.
Edward er samdur i, at tað
møguliga er lættari at koma
sær fram í Føroyum, men
hann heldur ikki, at tú eigur
at undirmeta hetta.
- Ein er dómari hjá sær
sjálvum. tað verður ein
noyddur til. Ein skal altíð
pressa citrónina. Ofta siga
fólk um meg, at eg havi
gjørt so nógv burtur úr has-
ari ella hasari pallmyndini.
Tað haldi eg ikki eigur at
verða tikið fram. Heldur
tað, at ov lítið er gjørt burtur
år, tí tað hendir í ríkiligt
mát. Ein skal taka seg sjálv-
an í álvara, fyri tað um tað
kanska er lættari í Føroyum
enn aðrastaðir. Fyri mær er
tað líkamikið. um eg geri
ein pall í Havn ella í Lond-
on. Hann skal kunna vera
allastaðir, og ein skal gera
hvat ein kann. Og nógv list-
afólk hava hesa meining og
tað má vera málið, sigur Ed-
ward Fuglø.
Alt er lika og gelt
Edward meitir, at tungar
skipanir hava vid sær, at alt
endar f eini mainstream
skipan.
- Alt verður slípað i kant-
unum. Ein barnab6k uttan-
lands hevur klårar reglur at
ganga eftir viðvíkjandi inni-
haldi. Hvat tola okkara børn
at lesa? Hesin politikkur
liggur hjá forløgunum og
tað er ikki rætt eftir mínum
tykki. Alt verður ov fýra-
kantað. Allir filmir hjá Dis-
ney t.d. eru líka, figurarnir
verða skiftir út, men søgan
er hin sama. altíð okkurt.
sum er sikkurt. Eitt sindur
av óhugna er, men endiliga
ikki ov nógv. Eg haldi tað
verður eitt sindur gelt á
henda hátt. Mær dámar bet-
ur, at ein lovar demonunum
leysum, sigur Edward, sum
tó leggur afturat, at alt skal
vera við máta.
Hann heldur, at okkum
tørvar meira ymiskar bøkur,
list og mentan, alt skal ikki
verða leitt í sama spor.
Vit eru eksotisk
Edward neldur, at tað, at vit
eru júst her, eiga vit at nýta
í arbeiðinum at vísa okkara
mentan, okkara land, úteftir.
- Vit eru eksotisk! Greiðir
tú einum onglendingi ella
týskara frá, at tú býr á nøkr-
um oyggjum í Atlantshavi-
num við 45.000 íbúgvum,
so gerast tey forvitin, tí tað
kenna tey einki til. Í gøtuni,
har tey koma frá, búgva
kanska yvir 100.000 fólk.
Hetta eiga vit at brúka innan
mentan og annað. Hetta er
okkara sterka kort, heldur
Edward.
Edward sigur, at hetta
hevur nakað at gera við, vit
innflyta ymsar stílar og rák,
sum vit so ávirkast av, men
geva okkara snið, so tað ikki
verður útflutt í sama skapi,
sum onnur kenna tað
frammanundan. Hann held-
ur, at umráðandi er at vera
ærligur, tí so gevur ein gðr-
um nakað eksotiskt.
Tað kostar
I prátinum um føroyska
mentan og list sigur Ed-
ward, at sum altíð, so er
hetta eisini spurningur um
pening.
- Tað er dýrt! Mentanar
politikkur er sigldur afturúr,