Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 31 Tey bestu 1 Kvinnulandsliðið í hondbólti: Eingin hevði gjørt sær tær stóru vónirnar til før- oyska kvinnulandsliðið, tá ið tær um mánaðarskiftið apríl/mai tóku lut í Challenge Trophy kappingini í Italia. Føroysku kvinnurnar tóku tó allarflestu føroying- arnar á bóli, tá ið tær vunnu ein dystin fyri og annan eftir. Tær spældu seg heilt í finaluna, har tær tó noyddust at lúta fyri vertunum úr Italia. Øll tjóðin fylgdi við í dystunum hjá føroyska liðn- um í Italia, ikki minst takkað verið nøkrum framúr frásøgnum frá útvarpsmanninum á staðnum. At føroyska avrikið var framúr, bleiv eisini prógv- að, tá ið eitt sonevnt All-Star lið bleiv valt eftir kapp- ingina. Tvær av føroysku kvinnunum, liðskiparin Gunnleyg Berg og Simona Hansen, blivu nevnliga valdir á hetta lið. Kvinnulandsliðið í hondbólti er av ítróttarfjølmiðl- unum valt til at hava framt ársins ítróttaravrik 2004. 2 Rúni Weihe - flogbóltsspælari: Einasti einstaklingurin, sum hevur vunnið sær pláss millum trý tey fremstu ítróttaravrikini í 2004 er flogbóltsspælarin Rúni Weihe. Eftir at verða fluttur til Noreg at lesa, fór Rúni at spæla flogbólt við norska liðnum Tromsø BK, og í ár hevur liðið gjørt bart í norsku kappingini og vunnið greipuna. Rúni Weihe er ein av lyklaleikarunum á suverena norska liðnum. Harumframt hevði Rúni Weihe ein týðandi leiklut á føroyska flogbóltslandsliðnum, sum stóð seg so avbera væl í EM-undankappingini. 3 HB 1 deild menn: Á sjálvum 100 ára degnum hjá Havnar Bóltfelag gjørdi flaggskipið hjá felagnum ikki mætari enn at vinna greipuna. Føroyameistaraheitið varð tryggjað í triðseinasta leikumfari, og hetta er triðja árið á rað, at HB vinnur FM í bestu deildini. Samstundis yvir- hálaði HB KÍ sum mest vinnandi felagið í føroyskari fótbóltssøgu. Í steypafinaluni á ólavsøku vann HB 3-1 á NSÍ. Sum tað fyrsta føroyska liðið eydnaðist tað eisini havnarliðnum at vinna kappingina um Atlantsbikarið, tá ið teir í vár vunnu 3-1 á íslendsku meistarunum úr KR í Gundadali. Hetta megnaravrik er so mikið sannførandi, at ítróttafjølmiðlafólkini í Føroyum hava valt. 4 Gunnar Dahl Olsen 5 Katrin Olsen 6 Jarnbardur-kvinnur