Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 • fríggjadagur • 31. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Fjølmiðlafólk innan føroyska ítróttar- heimin vóru mest sum púra samd, tá ársins ítróttarnavn skuldi kjósast ÁRSINS ÍTRÓTTARAVRIK Jákup Mørk Hetta er tíðin, tá ársins avrik av ymsum slag verða kosin. Summi eru helst meira fegin um heiðurin enn onnur, og mikudagin kom so enn eitt navn í røðina av teimum, sum nú kunnu rópa seg fyri best í árinum. Sannførandi vinnari Sum nakað nýtt hevur Sosialurin í ár tikið stig til, at ársins ítróttarnavn skal kjósast. Hetta verður gjørt soleiðis, at tey fjølmiðla- fólk, sum dagliga fáast við ítróttartilfar, eru sloppin at siga sína hugsan um, hvat av ítróttaravrikunum tey hava hildið verið tað besta í árinum. Og tá talt varð saman, var úrslitið sannførandi. Kvinnulandsliðið í hond- bólti, sum í vár tók lut í Challenge-Trophy kapp- ingini í Mezzocorona í Italia, fekk so nógv tær flestu atkvøðurnar. Tilsamans vóru tað 11 fjølmiðlafólk, sum skuldu greiða atkvøðu. Hvør teirra skuldi seta fimm nøvn á ein lista, har fremsta navnið fekk fimm stig, næst- fremsta fýra o.s.fr. Av teimum 55 atkvøð- unum, sum tað soleiðis var gjørligt at fáa, fekk Kvinnulandsliðið í hond- bólti ikki færri enn 44, og so var eitt stórt glopp niður til næstu nøvnini. Fingu gongd á At gera ein fullfíggjaðan samandrátt av ferðini hjá kvinnulandsliðnum til Italia, verður helst av rúgv- usmikið í hesum umfarin- um. Men tað kann staðfestast, at talan var um eina ferð, sum veruliga fekk føroy- ingar at varnast, at kvinnu- hondbólturin eisini hevur eitt landslið uppiborið. Ar- beiðið kring hetta hevur fyri tað mesta ligið stilt ígjøgnum longri tíð. Fyri einum trimum árum síðani varð tó ein roynd gjørd at fáa gongd á arbeiðið aftur, men av ymsum ávum steðgaði hetta at kalla upp, eftir at liðið fyrst hevði leikt tveir EM-undankapp- ingardystir móti sterku svensku kvinnunum. Seinasta vetur varð so avgerð tikin um, at nú skuldi gongd á aftur. Held- ur enn at taka lut í undan- kapping, varð liðið teknað til Challenge-Trophy kapp- ingina, sum er ein kapping fyri smærri hondbóltstjóðir. Flemming Raben og Svein Rógvi Nielsen vórðu settir sum venjarar, og teir royndu at leggja nógv fyri. Venjingarnar undan ferðini vóru nógvar í tali, og sein- ast í apríl mánaði varð kós- in so sett móti Italia. Fantastisk avrik Her visti helst eingin, hvat var í væntu, men kvinnurn- ar fóru undir uppgávuna við góðum treysti. Og eftir fyrsta sigurin á Belgia, tóktist ferð veruliga at koma á. Móti Ísrael gjørdist talan um ein tepran eitt- máls sigur, og heima í Før- oyum sat øll tjóðin sum á glóðum, tá Hilmar Jan Hansen sum ein annar italiumaður geylaði um fantastiska føroyska stríðs- viljan. Seinasta dystin í bólka- spælinum høvdu okkara einki at spæla fyri, og tí gjørdi tað minni, at Letland vann ein lættan sigur her. So varð hálvfinalan øðr- vísi. Har hittu okkara Finn- land, sum av mongum varð mett sum næst sterkasta liðið í kappingini. Men tað slapp ikki at standa ósvar- að. Tvær ferðir skuldi um- dystur til, og tá Finnland í seinastu sekundunum av sætta hálvleikinum brendi brotskast, stóð tað greitt, at lítlu Føroyar høvdu vunnið seg til finaluna. Her gjørdist so talan um greitt tap móti sterka Italia, men tað skalaði ikki fatan- ina av føroysku heildarav- rikinum. Kvinnur okkara vunnu mongu hjørtu mill- um hinar luttakararnar í Mezzocorona, og ikki minst, so vunnu tær sær eisini pláss millum allar føroyingar. Kvinnulandsliðið varð ársins Fremstu ítróttarfólkini í landinum her avmyndað úti á Føroya Bjór, sum læt vinningarnar. Frá vinstru eru tað Rúni Weihe; Svein Rógvi Nielsen og Gunnleyg Berg fyri kvinnulandsliðið og Bárður Johannesen og Rúni Nolsøe fyri HB Mynd: Terji Nielsen Vinningurin fór til neyðhjálp Ein partur av vinninginum, sum kvinnulandsliðið í hondbólti fekk, var ein kekkur áljóðandi 2.500 kr. Og tað var skjótt, at avgerð varð tikin um, hvat hesin skal nýtast til. Kvinnulandsliðið hevur saman við HSF gjørt av, at upphæddin verður latin Reyða Krossi, sum í hesum døgum savnar pening inn til neyðhjálpar- arbeiði í Suðurasia. -jm Í januar mánaði fer 16 ára gamli Kristoffur Jacobsen úr KÍ til enska Chelsea FÓTBÓLTSÆVINTÝR Jákup Mørk Tað er uttan iva ein partur av dreingjadreyminum hjá unga klaksvíkinginum, sum við hesum rennur út, men enn er so ikki talan um nakran veruligan sáttmála. Á heimasíðu sínari boðar KÍ frá, at hetta millum annað er úrslit av vitjanini hjá Andy Williams í summ- ar. Hesin er ungdómsvenj- ari hjá Liverpool, og um- vegis hann hava teir í Chel- sea so fingið eyguni upp fyri, at onkur evnaríkur fót- bóltsleikari møguliga er at finna í Klaksvík. – Nýggi ungdómsvenjar- in hjá Chelsea, Lee Con- gerton, sum hevur til høv- uðsuppgávu at finna nýggj- ar ungdómsspælarar til fel- agið, roynir at eisini at finna spælarar í onkrum nýggjum øki, og umvegis Andy Williams er hann komin á slóðina av KÍ. – Chelsea sóknast eftir einum spælari í ávísum aldri, og KÍ hevur gjørt av at senda Kristoffur Jakob- sen avstað til royndarvenj- ingina. Kristoffur er ein av lovandi ungu spælaranum í KÍ, og hann hevur spælt á ungdómsliðum hjá FSF. Hann hevur í vetur gjørt sáttmála við KÍ. Kristoffur skal venja í Chelsea í eina viku, og hann fær eisini møguleikan at vera við í einum dysti hjá U18 hjá enska felagnum, verður sagt á heimasíðuni hjá KÍ. So í tíðarskeiðinum frá 9. til 15. januar sleppur Krist- offur at royna seg millum so mætar leikarar sum Frank Lampard, Joe Cole, Eidur Smári Gudjohnsson, Didier Drogba, van Robben og Duff fyri bara at nevna nøkur av nøvnunum í stjørnusetta Chelsea. Klaksvíkingur til Chelsea