fríggjadagur 31. desember 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
29
vegna stórfyritøkuna Unit-
ed Fruit Company. Men
slíkar kreftir – og eg eri ikki
pasifistur – máttu setast
upp ímóti, ja, um ikki liber-
alum fólkaræði, so einum
vinstravendum – ikki eina-
ræðismaka, bara vinstra-
vendum.
»Við tað, at Che Guevara
doyði í 1967, einans 39 ára
gamal, fær hann ikki vart
seg longur«, skrivaði Odd-
vør Johansen í Dimmalætt-
ing sum Tórbjørn Jacobsen
gjørdist
mentamálaráð-
harri. Í sama blaði finst
Árni Dahl (ið sjálvur, sum
útgevi av Fríu Føroyum,
loyvdi Marionnu Debes
Dahl í oktober 1987 at út-
umfarandi spilla út ein
deyðan mann – ikki tí, tað
kemur sum so ikki mál-
inum við) at Sosialinum;
hvussu blaðið hevur »hund-
beitt« Torbjørn Jacobsen.
»Útumfarandi«, men opin-
beriliga
ikki
»hundbít-
andi«, orðini hjá frú Dahl
vóru annars hesi: »Hann
kundi fyrr á døgum, tá hann
hevði fingið eitt sindur upp
í høvdið, og tárini funnu
veg fram úr eygnakrók-
unum, halda kenslubornar
røður um føðilandið«.
Jú men, frú Johansen, og
hr. Dahl, fyri tann skuld,
tað er væl bara gott at
massamordarin doyði; tí
tað keðiliga við massa-
mordarum er jú hatta har
við at teir drepa, at kalla,
upp á gjøt. Sostatt kláraðu
fleiri persónslív enn annars
at verða gomul.
At, og eins og Oddvør Jo-
hansen opinberiliga er før
fyri, kunna síggja tað »trag-
iska« í at ein massamordari
undir liðini á Pol Pot og
Pinochet verður bakbundin
og skotin sum ein hundur er
ikki bara ódámligt, men
fúlt órogvandi moralur.
Hann burdi, eins og Castro,
sjálvandi,
verið
handtikin og – ikki
sum
ávirkaðir
drápsmenn, ið hava
koyrt á og dripið
onnur ferðandi –
noyddur at lívbjarga
sær í einum hampa-
kliva alt sítt lív. Og,
hevði hetta verið –
hevði
Che
ikki
doyð, ja, ikki bara
ungur, men høpis-
leyst – hevði hann
heldur ikki verið
eitt romantiskt ikon
hjá
ørkymlaðum
ungdómi
og
til-
komnum fólki við
ivasomum morali.
Og, tað kann væl
vera at »barnaheim-
ið hjá Che var tað, vit rópa
kultiverað. Á bókahillunum
stóðu uml. 3000 bøkur um
evni
sum
arkitektur,
matematikk og sálarfrøði,
og
millum
tær
føgru
bókmentirnar taldust skald
sum Baudelaires, og tann
klæntrasligi og astmasjúki
drongurin var slúkin eftir at
lesa … .« Hon hevur so
sanniliga gjørt sítt heimar-
beiði, hevur hon, frú Johan-
sen … »Baudelaires«, ádu,
ádú! Spell, tó, at arbeiðið
ikki fevndi um tær meira
tollutu síðurnar av massa-
mordaranum; eitt nú hevði
myndamaðurin Rene Burri
hetta at siga sunnudags-
blaðnum The Observer um
tilfallandi
íkomuna
av
fyrsta Castro-stjórnarráð-
num. ‘One of Castro´s aid-
es asked, »Is there an eco-
nomist in the room?«, and,
to everyone’s surprise, Che
stuck up his hand. Because
they were all in awe of him,
they voted him Governor of
the National Bank. It turns
out Che had misheard the
question. He thought the
guy had asked, »Is there a
Communist in the room?«’
Vinstravend á mínum
aldri er fyrsta ættarliðið á tí
»síðuni« av girðingini í
nærum eina øld verandi
fullkomiliga ósmittað av
sambandinum við komm-
unismuna. Tað ringasta tey
kunna gera er at søpla
henda møguleika og revali-
dera »hetjurnar« frá hasum
ønskriliga, blóðblettaða tíð-
arskeiðinum.
Og jú, høgrasnarað synj-
an fyri alskyns ræðuleikum
er eisini til … enn. Og eis-
ini er tíðin hjá teimum
komin at játta og angra:
hygg hvussu ein órógvandi
stórur partur av høgravong-
inum
lovprísar
general
Pinochet, Sharon, saudi-
arábiska kongshúsið, Vati-
kanið
og
vanlukkuligu
‘struktur- og stabiliser-
ings’-ætlanina hjá einaferð
so góða IMF; og, ikki at
gloyma, lovprísaði Móðir
Teresu. Men tað er eingin
umbering; vinstravongurin
sjálvur má koma við máti-
stokkinum.
Tað er freistandi at billa
sær inn at lyndið hjá
vinstravonginum at hyggja
hin vegin, tá ið tað kemur
til ræðuleikar, doyði við
sovjettunum. Tað gjørdi tað
ikki. Tvey dømi – og so
endi eg … og úrskurð: í
Commandante,
nýligi
heimildarfilminum
eftir
Oliver Stone, fylgist films-
smiðurin við gamla vin-
manninum hjá Che, Fidel
Castro – ein, eins og vit nú
hava sannað, (spýggjuligur)
einaræðisharri. Castro tosar
við nakrar heilt fáar, týði-
ligani ræðsluslignar, polit-
iskar fangar; allir sjálvandi
»undirvístir« til samrøð-
una.
Tá ið so Stone, eitt sindur
seinni, tosaði um júst hand-
an tilburðin, segði hann:
»Yeah, I thought that was
funny, I did … There was
that paternalism [red: faðir-
ligheit]. I mean it was ‘fath-
er knows best’, as opposed
to totalitarianism [red: eina-
ræði].
It’s
paternalism,
that’s what I mean. It’s a
Latin thing«. Álvaratos!
Hvussu andstyggi-
ligt er hatta ikki; og
hvussu nógv roynir
hann ikki, í tragi-
komiskum vónloysi,
at bera í bøtuflaka
fyri Fidel. Nei, hatta
var ikki ein spurn-
ingur, men staðfest-
ing. Og, eins og
fleiri
ummælarir
eisini líka nevndu
burturúr:
»Stone
flenti – flenti – at
einum gulag«. Og
hevdaði – av avgjørt
rasistiskum grund-
um – at »latínarir«
dáma tað.
Og í Fahrenheit
9/11 lýsir Michael
Moore Irak undir
Saddam. Hann lýsir tað
sum eitt ‘suverent’ land, har
smábørn flúgva við dreka
og gamlar konur ‘jolla’ sær.
‘To i to’ – tað er tað. Ein
stórur partur av vinstra-
vonginum, og ein ávísur
partur av høgravonginum,
var ímóti krígnum av full-
komiliga heiðurligum áv-
um – eg uppíroknaður, men
samveldis-liberalistur. Tey
flestu vóru væl vitandi um
og játtaðu brotgerðirnar at
mannaættini framdar av
Hussein. Men vit muga
líkaleiðis játta, at støkkur-
in, at áeggjanin hjá Moore,
tað, sum fekk hann at skava
út yvir ræðuleikarnar framd-
ar av Saddam, er tann sama
áeggjanin, ið fekk bróður-
partin av vinstravonginum
at skava út yvir ræðuleikar-
nar framdar av kommun-
ismuni?
Kundi Moore ikki verið
ímóti krígnum og eisini
játtað ta ræðuligu avleið-
ingina av tí valinum? Um tú
ikki gert tað, um tú bert í
bøtuflaka fyri Saddam,
Castro,
Pinochet,
Che,
Sharon o.s.fr., frásigur tú
tær so ikki rættin at finnast
at Bush og Blair – tó at
hvørgan teirra kann sam-
metast við »teir listaðu«,
bølmennini, og so sanniliga
ikki tann síðstnevndi – og
teirra óklóka átak í Irak?
Um vinstravongurin hev-
ur lært nakað av 20. øld,
íðan, so má tað vera tað at
spýggjuligi atburðurin hjá
teirra siðvenjuliga andstøðu-
fólki ikki gevur vinstravong-
inum frælsi ella loyvi til at
blíva líka spýggjuligur.
Vinstravongurin kann ikki
loyva sær at bera yvir við
»sínum kúllum«; hann kann
ikki skúgva fólkaræðisligar
setningar til viks so at
knúsa fólk, tey vinstra-
vendu meta vera enntá
verri.
Sum mannarættindi verða
brotin og meira enn ein
milliard medmenniskju eru
svong og takleys, er ein al-
heimsligur vinstravongur,
saman við einum – og vón-
andi størri – liberalum
vongi, og høgravongi, meira
enn nakrantíð neyðugur.
Men tað má vera ein fólka-
ræðisligur vinstravongur.
Sostatt er tíðin komin, har
eisini Stalin-umberarir játta
og angra … og lata Che
Guevara
og
hansara
kammerátar doyggja.
erarum
játta og angra
»Sum mannarættindi verða brotin
og meira enn ein milliard medmenniskju
eru svong og takleys, er ein alheimsligur
vinstravongur, saman við einum – og vónandi
størri – liberalum vongi, og høgravongi,
meira enn nakrantíð neyðugur. Men tað
má vera ein fólkaræðisligur vinstravongur.
Sostatt er tíðin komin, har eisini Stalin-
umberarir játta og angra... og lata Che
Guevara og hansara kammerátar doyggja."