fríggjadagur 31. desember 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 251 - 31. desember 2004
Che Guevara var
kanska kynsøsandi,
eitt hetjuoffur, enntá
hugsjónarligur. Hann
var eisini ein verji hjá
Jósef Stalin og ein
massamordari
TINGHELLUKRONIKK
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
Eg havi verið – hvat? – 16
ára gamal, tá ið Berlin-múr-
urin fall. Nei, eg havi og
kundi aldri verið »vinstra-
sinnaður«, men tíðin aftaná
kommunistiska fallið – har
eg av álvara gjørdist polit-
iskt vitandi og royndi at liva
meg inn í hví vaksin fólk
ofta høvdu heilt ymiskt
politiskt tilknýti – var, ikki
bara løgin, men hugfang-
andi.
So, hjá einum politiskt
áhugaðum tannáringi við
siðvenjuligum vinstrasinn-
aðum virðum hevur tíðin
aftaná kommunistiska fall-
ið, 90’ini, helst verið sum
at verið føddur inn í eina
familju, har onkur sera
týdningarmikil júst var
deyður og tikið við sær tús-
und loynimál. Tannáringur-
in kendi ikki farna skyld-
fólkið, og í øllum tí hann
las vísti skyldfólkið seg at
vera eitt satt skrím-
sl;
men
næstan
eingin vildi tosa um
tað. Hvussu kundu
fólk til vinstru á nú
avoldaða politiska
ásanum – sum í dag
tykjast vera plágað
av
teim
málum,
vælsignaði tannár-
ingurin og eg leggja
lag í: mannarætt-
indi, alheimsligt fá-
tækradømi,
harð-
ræði,
gjøgnum-
skygni og pro-aktivt
politiskt rættsemi
(fyri m.a. at støðga
homofobiskum kreft-
um og hevja rætt-
indi
teirra
sam-
kyndu) – einaferð
hava verið stuðlaskiparir
fyri hesum?
The Black Book of
Communism, ein sinnilig
og yvirhøvur gløggskygd
akademisk greining rit-
stjórnað
av
professara
Mark Kramer, prógvar við
skjølum hvussu meira enn
100 milliónir fullkomiliga
ósekir persónar – ikki
mannalív, men menniskju –
vórðu slaktaði av kommun-
ismuni í 20. øld; meiri enn
sjálv fasisman. Og tess
meira tú lesur um í hvønn
mun vinstravongurin var
samsekur í hesum, minni
skilur tú.
At kalla alt George Bern-
ard Shaw, til dømis, skriv-
aði um, var andvekjandi.
Kortini, at kalla alt hann
skrivaði um Sovjettsam-
veldið hjá Stalin bar á brá
av lifran og mjúkrendari
lovprísan. Tað sama er
galdandi fyri H. G. Wells,
Sidney og Beatrice Webb,
Bertolt Brecht … og listin
yvir gávað, hugkveikjandi
vinstrasinnað fólk, sum – at
síggja
til,
fullkomiliga
óvoldað – gjørdust umber-
arir fyri tey ræðuligastu og
mest blóðtystu harðræðini í
tjúgundu øld, er langur.
Jú, eg eri væl varugur við
at har eisini er ein føroysk-
ur ein; ein listi, væl at
merkja. Tað er bara tað at
»tann føroyski listin«, listin
yvir føroyskar umberarar –
har, og vandaliga vald, Árni
Dahl sum fyrrverandi út-
gevari av stalinistiska Fríu
Føroyum,
Arnbjørn
R.
Thomsen sum fyrrverandi
formaður fyri góðvarna og
ódámliga Felagið Føroyar-
Kuba og Oddvør Johansen
sum, ja!, Oddvør Johansen
sýna seg – kann illa leggj-
ast undir at vera »gávaður«
ella »andvekjandi«. So,
hvussu?
Eingin tykist at kunna
svara hesum. Tey høgra-
sinnaðu hevda, sjálvandi, at
søgan avdúkar vinstravend
sum tey í grundini eru:
‘tyrannisk’! Men hetta tyk-
ist mær fjákut; pedagogar,
tey í hjálparfelagsskapum,
sosialráðgevar, tey í Tvør-
oyri og starvsfólkið hjá
Sosialinum eru valla tyran-
nar í væntu. Men heldur
ikki tey vinstrasinnaðu eru
før fyri at veita nøktandi
svør. Tey hava ikki enn latið
kommunistisku søguna sær
lynda. Um so var – um
vinstravend veruliga høvdu
játtað – íðan, tá høvdu tey
ikki farið við skammleys-
um umberarum fyri Sov-
jettsamveldið, Kuba og
Ernesto Guevara sum javn-
mett og við várkunnsamum
eftirlæti. Um so var, so
høvdu siðilig vinstravend
lítilsvirðað umberarirnir,
hildið lítið um umberarirnir
… hugt niður á teir.
Hygg, til dømis, at søgu-
frøðinginum Eric Hobs-
bawm – enn er hann, á
vinstravonginum, at meta
við eina vituga rokkstjørnu;
hansara bøkur verða leptar
og svølgdar rátt; hansara
fyrilestrar eru stappaðir av
hugsjónarligum ungdómi
við øllum teim røttu áskoð-
anunum. Kortini, so er
Hobsbawm vorðin verandi
ein óumberandi verji hjá
stalinismuni. Hann hevði,
um bert biðin, »við gleði
njósnað vegna Stalin«,
segði hann nýligani—uttan
angur. Í síni sjálvsævisøgu
greiður Hobsbawm frá at
hann »treats the memory
and tradition of the USSR
with an indulgence and
tenderness«. Í hansara 600
síðu langu frágreið-
slu av hvussu hann,
eitt heilt lív, hevði
stuðlað Sovjettsam-
veldinum og komm-
unistisku hugsjón-
unum taldi eg tríggj-
ar – tríggjar! – iðr-
anir ella krímfongd-
ar ávaringar. Tann
síðsta er ‘typisk’ –
kanska serliga fyri
føroyskar umberar-
ar. Hobsbawm við-
merkir: »I am pre-
pared to concede,
with regret, that
Lenin’s Comintern
was not such a good
idea«. Hatta fer at
vera ein uggi hjá
hasum
tíggjutals
milliónunum, Lenin og
hansara fylgisneytar slakt-
aðu.
Áh, hví geva so nógv
aðramáta siðilig fólk seg í
part við einstaklingar sum
Eric Hobsbawm? Eg kann
ikki annað enn koma til ta
niðurstøðu, at tey ikki í
álvara hava hugsað um offr-
ini fyri harðræðinum, hann
verjir.
Ókey, veruliga orsøkin til
at eg gremji meg og for-
syndist inn á hetta, at eg
skrivi um hetta, júst nú, er
orsakað av nýggja film-
inum The Motorcycle Dia-
ries; filmurin roynir at end-
urvekja enn eitt stalinistiskt
ikon. Che Guevara var
kanska kynsøsandi, eitt
hetjuoffur, enntá onkurs-
vegna hugsjónarligur. Hann
var eisini ein verji hjá Jósef
Stalin og ein massamord-
ari. Tað var ikki bert í hend-
inga førum at Che Guevara,
í svakligari tilbiðjan, fall til
kníggja frammanfyri mynd-
um av Stalin meðan hann
borðreiddi við politiskum
pliktanum. Hann talaði fyri
»miskunnarleysum haturi
fyri fíggindanum, ið [átti]
tvingað okkum oman fyri
og handan natúrligu av-
markingarnar hjá menn-
iskjanum og gjørt okkum til
virknar, harðligar, úrvelj-
andi og kensluleysar drep-
aramaskinur«.
Undir kubansku rakett-
kreppuni í 1962 var Che
stívrendari
enn
sjálvt
Castro ella Khrushchev,
eftir øllum at døma óáhug-
aður í at allur heimurin helt
andanum sum hann bíðaði
eftir endaliga úrslitinum.
»The worst thing I heard
about Che«, segði Christ-
opher Hitchens, fyrrver-
andi sosialistur og núver-
andi uppíleggingarmaður
og tí stórfíggindi hjá øllum
sosialistiskum umberarum
og islamo-fasistum, »is that
he was in favour of launch-
ing the missiles«.
Millum hansara meira
vanligu gerðir, hvønndags-
kostur at navni, plagdi
Guevara at lumpuskjóta
smádreingir—teir
hava
helst ikki, sambært honum,
verið nóg kønir í kommun-
istisku læruni, sum, bara so
tú verður fullkomiliga vit-
andi um tað, eisini stinkar í
‘teoriini’: »We blindfolded
them and subjected them to
the anguish of a simulated
firing squad« (Che Gue-
vara, Andrew Sinclair).
Í Kuba – og, synd at siga,
aðrastaðni við – er andveiki
Che enn, tann dagin í dag,
ein kvasidýrlingur og ein
ímynd av hvat var og kundi
verið í Castro’sa skinklandi
státi. Eitt snultisamfelag,
spilt av muturi og eini, á
allar mátar, oyðileggjandi
samfelagslæru. Í Dimma-
lætting á sinni heitti Arn-
bjørn R. Thomsen, sáli,
vegna Felagið Føroyar-
Kuba »rætta« lesaranum
um at koma við á – og tú ert
vælkomin at flenna – »ar-
beiðs- og solidaritetsbrig-
aduferð til Kuba«. Men nú
skalt tú øtast! »Helst verður
eisini høvi at síggja grav-
staðið hjá Che Guevara og
nøkrum av hansara lags-
brøðrum, sum fullu í Boliv-
ia. Í Kuba hittir tú eitt fólk,
sum – hóast ágang og blok-
adu í fjøruti ár – eru sera
fryntlig og fyrikomandi«,
skrivar formaður felagsins.
Men hetta er á leið líka so
villleiðandi sum at hevda at
Svøríki hevur langar køir –
lygn! – av tí at kona Óla
Breckmann
keypur
ov
nógvar skógvar í SMS –
ivasamt! – … men at, gakk!,
sviar yvirhøvur, tá ið sam-
anum kemur, dáma køir –
[ja, tín túrur at gita]! Vissu-
liga, einans frammanundan
skaðiliga góðvarin fólk,
samsvarandi við hasi heim-
komin frá kibbutz, kunna
trúgva slíkum veruleika-
reingjandi skvaldri … ikki
so?
Hvussu er og ikki, so eri
eg reyvtroyttur av sleikj-
andi Che-fjepparum og
vamlisliga Kuba-Duba-sam-
hugaðum við tess »tí at øll
eru ímóti mær riggi eg
ikki«-prædikuni. Men har
eru aðrir roynveruleikar, ið
muga presenterast, áðrenn
tú verður fullkomiliga sann-
førdur um, at eg havi rætt.
Human Rights Watch – ikki
nakað ameriku-stýrt organ,
hvat enn skápskommunist-
ar halda – greiðir ár undan
ári frá hvussu demokratar,
øðrvísihugsandi yvirhøvur
og eisini samkynd í túsunda-
tali, hvørt ár, verða eyð-
mýkt, pínd, dripin og, í
besta føri, noydd at søkja
annað land at búgva í. Kom
nú, vakna! Hetta kann ikki
verða nakað at hátíðarhalda
– sjálvt Vatikanið og homo-
fobar annars muga taka
undir við mær í hesum.
Sjálvt amerikanskar »blok-
adur« klára ikki at elva til
eitt sovorðið helviti á jørð;
blokadur rena ikki rumpar-
ar út av einum bergi.
Og Che? Er hann, aftaná
hvat tú nú hevur lisið,
kanska ein maður at hátíð-
arhalda? Hugsaði Torbjørn
Jacobsen – ikki vandaliga
valdur – kanska um øll hasi
óseku menniskjuni sum
hann hongdi myndina av
Che á veggin á mentamála-
ráðharraskrivstovuni? Jú,
Che bardist ímóti ræðulig-
um høgrasnaraðum kreft-
um, ikki minst í Guatemala,
har Amerika stuðlaði einum
høgravíðgongdum
kvetti
Eisini hjá Stalin-umb
er tíðin komin at
»Um vinstravongurin hevur lært nakað
av 20. øld, íðan, so má tað vera tað at
spýggjuligi atburðurin hjá teirra siðvenjuliga
andstøðufólki ikki gevur vinstravonginum
frælsi ella loyvi til at blíva líka spýggjuligur.
Vinstravongurin kann ikki loyva sær at bera
yvir við »sínum kúllum«; hann kann ikki
skúgva fólkaræðisligar setningar til viks
so at knúsa fólk, tey vinstravendu meta
vera enntá verri.«