hósdagur 3. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 146 - 3. august 2000
Nr. 146 - 3. august 2000
gult cyan magenta svart
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
NM fyri U-16 landslið
Føroyar-Finnland 1-2 (1-2)
Eftir stórtapið móti dønum,
vóru kanska fleiri av áskoð-
arunum, sum óttaðust, at
talan skuldi gerast um enn
eitt skræds móti finnlend-
ingum.
Í dystinum móti Onglandi
sýndu finnar til tíðir heilt
gott spæl, og kanska mest
av øllum sýndu teir, at teir
vóru rættuliga væl fyri
kropsliga. Júst hetta seinna
var kanska størsti veikleikin
á føroyska liðnum, og tá tal-
an so eisini var um dyst tveir
dagar upp í slag, var kanska
eisini orsøk at óttast enn
einum tennis tapi.
Málið var eftir bókini
Soleiðis gjørdist tó ongan-
tíð, og hetta komst í stóran
mun av tí hugburði, sum
føroysku leikararnir sýndu.
Frá fyrsta bríksli royndu
teir at spæla fótbólt, og tað
eydnaðist eisini at fáa spæl-
ið at hanga nógv betri sam-
an, enn tað gjørdi í fyrra
dystinum.
Finnar royndu hinvegin at
leggja stórt trýst á føroyska
liðið, men hóast teir eisini
fingu eitt mál rættuliga
skjótt, tá teir sluppu at leggj-
a innfyri úr høgru, so skak-
aði hetta als ikki føroyska
liðið.
Tvørtur ímóti megnaðu
føroyingar at svara aftur við
einum máli, sum var at kalla
tikið úr eini fótbóltslæru-
bók:
Finnar mistu bóltin tá teir
vóru komnir nakað inn á
føroysku hálvuna, og so
gekk skjótt. Miðframherji
okkara dróg nakað oman at
taka ímóti bóltinum. Finska
miðverjan fylgdi fram við,
og so fall revsingin. Ístaðin
fyri at spæla beint á áleyp-
aran, varð bólturin sendir
flatt út í vinstra borð, og
síðani varð ein høg sending
løgd inn um finsku verjuna,
har Bjarni Jørgensen kom
rennandi púra leysur. Við
einum dómadagsskoti sendi
hann bóltin fram við mál-
verjanum, og so var 1-1.
Stórur fagnaður á føroysku
áskoðarunum, og sjálvsagt
var fagnaðurin á vøllinum
ikki minni.
Óhepnir
Ein kundi kanska roknað
við, at at hetta líka sum fót
at seta lív í finnar, men hetta
hendi als ikki. Ístaðin áttu
føroyingar heldur at lagt seg
á odda, men einki spurdist
burturúr, tá teir fingu stóran
møguleika at javna.
At finnar so fingu lagt seg
á odda løtu seinni, kunnu
teir einamest takka dóma-
ranum fyri. Eftir hornaspark
og út frá, royndu teir seg
aftur við skoti móti mál-
inum. Hví, skulu vit ikki
taka dagar ímillum, men í
øllum førum bríkslaði dóm-
arin fyri finskum brots-
sparki. Møguliga fyri hond
á bóltinum, men í øllum før-
um varð brotsspak úrslitið
av hesum.
Arnfinn í Bartalsstovu
bjargaði fyrstu atsóknini frá
ellivu metrum, men tá trígg-
ir finnar og eingin føroy-
ingur fylgdu upp, var mál-
verjin prísgivin.
Tað tænir tó føroysku
leikarunum til rós, at teir
kortini ikki fullu í fátt. Í
tveimum atløgum var heilt
nær við, at Rasmus Nolsøe
javnaði finsku leiðsluna,
men eydnan var so als ikki
við tvørámanninum við
vælkenda eftirnavninum.
Fyrst fekk málverjin akku-
rát jústað bóltin upp um
Teir ungu reistust
Eftir stórtapið móti Danmark ressaðust teir á U-16 landsliðið okkara, og við eitt sindur av hepni ella einum vinar-
ligari dómara, hevði talan allarhelst verið um stig móti finnlendingum
samankomingina eftir bein-
leiðis fríspark úr 20 met-
rum, og síðani heilfluktaði
Rasmus úr góðari støðu,
men beint upp um.
Orkan rakk
Nærri komu føroyingarnir
ikki í fyrra hálvleiki, og tó
at ikki gjørdust heilt so van-
damiklir í seinna, so hildu
teir allan dystin á at spæla
fótbólt, og fleiri ferðir komu
teir sær eisini í góðar støður.
Serliga tá spælt varð ígjøg-
num í síðunum, har mót-
støðumenninir ofta tóktust
tunnir í verjupartinum.
Hin vegin áttu finnlend-
ingar sjálvsagt eisini sínar
møguleikar, men men í
flestu førum fekk føroyska
verjan seinasta fótin á, og
gekk heilt galið, stóð mál-
verjin eisini har hann skuldi.
Júst hetta, at føroyingar-
nir veruliga sýndu vilja og
dirvi at spæla, var mest po-
sitiva upplivingin í dysti-
num, sæð frá einum føroy-
skum sjónarhorni. Uttan at
gera spælið torførari enn tað
veruliga er, megnaðu teir í
fleiri førum at halda bóltin
í egnari røð, soleiðis at mót-
støðumenninir eisini finu
loyvi at renna eftir okkara.
Merkisvert var eisini, at
orkan hjá føroyingunum
hesu ferð rakk til allar 80
minuttirnar. Kanska fyrst og
fremst grundað á, at finska
spælið við nógvum longum
sendingum viðførdi, at tað
í størri mun enn móti døn-
um bar til at »standa rætt«,
soleiðis at at sparast kundi
eitt sindur upp á renningina.
Niðurstøðan er positiv
Alt í alt boðaði avrikið týs-
dagin frá nógv meira góð-
um enn ringum fyri fram-
tíðina hjá føroyska lands-
liðsfótbóltinum.
Eins og móti dønum kann
framvegis staðfestast, at
tekniskt og taktiskt eru før-
oyingarnir nú væl betri fyri
á ungum árum. Hinvegin
halta vit enn nakað, tá talan
er um kropsligu styrkina og
skjótleikan.
Hvussu úrtøkan verður, tá
Ongland hósdagin verður
mótstøðuliðið, er sjálvsagt
ilt at spáa um.
Megna føroyingar at nýta
sinniliga yvirskotið, sum
dysturin móti Finnlandi
ehlst skal hava givið teim-
um, á rættan hátt. Ja, so
kann talan gerast um enn
eitt sera gott føroyskt úrslit.
Hinvegin er av alstórum
týdningi, at góða avrikið
ikki hevur havt tað árin, at
leikararnir nú kenna seg
sum heimsmeistarar. Vit
skulu minnast til, at vit í
altóða fótbólti altíð fara at
teljast millum tey smáu, og
at tað tí er alneyðugt, at
spælararnir geva alt teir
orka hvørja ferð farið verð-
ur á vøllin.
Vónandi gera okkara
dreingir eisini tað, tá Ong-
land hósdagin er mótstøðu-
liðið.
Fagnaðurin var øgiligur,
eftir at Bjarni Jørgensen
hevði langað bóltin fram
við finska málverjanum
Mynd: Jonhard Hammer
Tá sæð verður burtur frá kropsligu styrkini, stóu
føroysku leikararnir einki aftan fyri teir finsku
Mynd: Jonhard Hammer
Hjá føroysku fótbóltsspæl-
arum, sum hava verið á U-
16 landsliðnum munnu
royndirnar hava verið bæði
góðar og minni hugaligar.
Talan hevur sjálvsagt verið
um bestu fótbóltsspælarar-
nar í landinum. Í heimligu
kappingini hava teir staðið
seg væl og næstan gjør, sum
teir hava vilja. Tá teir hava
verið á landsliðnum og
spælt í NM, hava tapini ofta
verið ógvuslig, og tað hevur
ikki verið hugaligt.
Aftaná er tað ivaleyst
hugaligt at minnast aftur á,
at fleiri av evnaríkku mót-
støðumonnunum eru vorð-
nir kendir fótbóltsspælarar
í fremstu røð í europeiskum
stórfeløgum. Talan hevur
verið um nógvar.
Alvi Justinussen, sum í
mong ár var í miðverjuni hjá
GÍ, og sum nú spælir á 2.
deildarliðnum hjá ÍF, var
við í Ísalndi í 1984. Set-
ningurin hjá honum á Akur-
eyri tann 2. juli var at ansa
eftir miðframherjanum hjá
dønum, sum æt Brian. Lon-
gu tá vóru øll eyguni vend
móti hesum Briani. Hann
hevði Laudrup til eftirnavn,
og pápin og stóribeiggin
høvdu víst, at fótbóltsevnini
í familjuni vóru framúr.
Fleiri stórfeløg í Europa
vóru longu tá til reiðar at
rinda milliónaupphæddir
fyri snillingin. Brian spældi
í Brøndby, áðrenn hann fór
í europeisku stórfeløgini at
spæla.
Í 1994 var NM kapping í
Danmark. Jógvan Martin
Olsen var venjari hjá før-
oyska liðnum: - Vit spældu
ikki ímóti Onglandi. Men
vit sóu teir í finaluni spæla
móti Eysturríki. Vit løgdu
beinan vegin til merkis ein
av álopsspælarunum hjá
Onglandi. Hann var framúr
skjótur og evnaríkur, og síð-
ani hava vit sæð, at talan
var um stórspælarar. Hann
eitur Michael Owen og
spælir í Liverpool og á
enska landsliðnum.
Í 1997 var kappingin í
Vasa í Finnlandi. Føroyar
taptu 4-1 móti heimalið-
num. Millum mótstøðu-
menninar var Mikael Fors-
sell. Hóast hann er føddur í
1981, so hann longu í fjør á
altjóða stjørnuliðnum hjá
Chelsea.
Í somu kapping taptu før-
oyingar 10-0 móti Ong-
landi. Í 47. minutti var Joe
Cole skiftur inn á enska lið-
ið. Hann var longu tá bund-
in av sáttmála við West
Ham United, har hann i fjør
var týdningarmikil spælari.
Føroyingar hoyrdu í Finn-
landi, at Manchester United
hevði boðið West Ham 25
milliónir fyri hann.
Ivaleyst eru fleiri fram-
tíðar stjørnur í Gundadali í
hesum døgum. Tí er tað ikki
burturvíð at goyma leik-
skránna. Komandi árini fer
tað at bera til at staðfesta,
um summir av ungu monn-
unum gerast stórspælarar í
kendu europeisku feløgu-
num. At teir eru úttiknir at
umboða U-16 landsliðið ber
boð um, at evnini eru góð.
Hvussu evnini verða brúkt
valdast m.a. um sinniligu
styrkina og hepni. Hvussu
tað verður við tí, fer bara
tíðin av vísa.
JH
U-16 landsliðið, søgan:
Evnini eru tíðliga sjónsk
Stefan í Skorini
Í
Fótbóltssambandinum
fegnast tey sum vera man
um søluna, tí at hetta kann
gerast ein veruligur fongur
hjá FSF fíggjarliga. Tað er
Postverk
Føroya,
sum
stendur fyri søluni.
- Tað er ikki vist, at øll,
sum vilja, sleppa at síggja
dystin, tí at sum sølan gong-
ur nú, vænta vit, at tað verð-
ur útselt. Vit hava longu selt
eini 1500 atgongumerki,
sigur Ísak Mikladal úr FSF.
Tá havt verður í huga, at
tað eru tvær vikur til dyst-
urin verður, so er hetta heilt
óvanligt í Føroyum. Tórs-
vøllur tekur ikki fleiri enn
6000 áskoðarar, men ta síð-
stu vikuna uppundir dystin
verða flest atgongumerki
seld, so væntast kann, at tað
verður eitt fult stadion, sum
stendur fyri donsku leika-
runum, tá ið teir koma til
Føroyar. Føroysku spæla-
rarnir hava eisini brúk fyri
Forsølan av atgongumerkjum til landsdystin á Tórsvølli 16. august millum
Føroyar og Danmark gongur avbera væl, og longu nú eru heili 1500 at-
gongumerki seld
Verður helst útselt
STEFAN Í SKORINI
Bæði Martin Laursen og
Martin Jørgensen eru fram-
vegis plágaðir av skaðum í
lærkrikanum, sum teir eisini
drógust við undir EM-enda-
spælinum í summar.
Martin Laursen, sum
spælir í verjuni hjá Verona,
men eftir øllum at døma fer
til Parma næsta kappingar-
HEINI Í SKORINI
Fyri nøkrum árum síðan
skipaði AB fyri summ-
arkapping í fótbólti á
grúsvøllinum á Argjum,
har øll fótbóltsáhugað
kundu luttaka, men av tí
at farið var undir at gera
grasvøll, kom steðgur í
hetta tiltak. Men nú er
ætlanin aftur at fara í
gongd við hesa kapping,
um nóg nógv melda seg
til. Ætlanin er, at kapp-
ingin skal vera frá 11-13
august 2000.
Aldursbólkarnir
ið
kunnu luttaka eru pinkur,
gentur 10-12 ár, smágent-
ur, gentudeildin, kvinnu-
deildin, minipiltar, smá-
piltar, piltar, smádreingir,
dreingir og unglingar.
Leikt verður á hálvum
vølli, minipiltar leika á 1/
4 vølli. Málini er smá-
piltamál, meðan leikt
verður 2 x 10 minuttir, og
møguleiki er at melda seg
til sum einstaklingur og
sum lið.
Vinnandi
liðið
fær
steyp og medaljur til ogn-
ar, meðan nr. tvey og trý
fáa
medaljur.
Lut-
tøkugjaldið er 300 kr. fyri
liðið, og tilmelding fer
fram á tlf. 284142 og
315476. Síðsta freist at
melda seg til Toyota Cup
2000 er 7. august.
Avboð úr Italia
Líkt er ikki til, at donsku landsliðsleikararnir, sum dagliga spæla í Serie A í
Italia, verða at síggja í dystinum ímóti Føroyum
Toyota Cup
á Argjum
AB tekur nú táttin upp aftur, og fer
í næstum at skipa fyri Toyota Cup
2000 fótbóltskapping á vøllinum á
Argjum
góðum stuðli frá áskoða-
rafjøldini, um teir skulu fáa
eitt gott úrslit ímóti dønum.
Enn hevur Tórsvøllur
ongantíð verið fullsettur,
men eftir øllum at døma
verður hetta fyrstu ferð. So
um ein ætlar sær til dystin,
ár, er júst farin at venja aftur,
men rennur bara enn, og
hann roknar sjálvur ikki við,
at hann verður klárur til
dystin ímóti Føroyum.
Martin Jørgensen, sum
vanliga er at síggja á høgra
vongi og dagliga spælir í
Udinese, er enn ikki slopp-
in av við skaðan í lærkrika-
num, sum gjørdi, at hann
ikki kundi verða við í øllum
dystunum í EM.
Thomas Helveg úr AC
Milan, sum heldur ikki var
heilt klárur undir EM-enda-
pælinum, hevur fingið ein
nýggjan lærskaða. Hetta er
tó ikki sami lærskaði, sum
darvaði honum í EM.
Liðfelagin hjá Martin Jør-
gensen í Udinese, Morten
Bisgaard, er eins og hinir í
Italia júst farin aftur at ven-
ja, av tí at landskappingin
ikki byrjar aftur fyrr enn 1.
oktober. Hann verður tí ikki
í nóg góðari venjing til dyst-
in, og tí er líkt til, at eingin
av donsku landsliðsleikaru-
num, sum spæla í italsku
Serie A, verða við í lands-
dystinum ímóti Føroyum
16. august á Tórsvølli.
so er ikki at liggja sjóvar-
fallið av sær, men ogna sær
eitt atgongumerki beinan-
vegin.
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.