hósdagur 3. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 146 - 3. august 2000
Nr. 146 - 3. august 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Tað mesta, sum hoyrist, er
einki. Friðurin er tað, ið ein
best leggur merki til, tá ein
situr uppi í Gásadali. Her í
einastu bygd í landinum,
sum ikki hevur vegasam-
band, er friðurin eitt tað
besta, ferðamanninum verð-
ur boðið.
Ein spógvi og ein kálvur.
Einr hundarúgva av hund-
um. Og so knappliga varð
allur friðurin brotin av ein-
um traktori, sum fór í
gongd, tí nú skuldi grasið,
sum sligið var, vendast.
Men rímiligt. Har fólk er,
skal arbeiðast, fyri at liviligt
skal vera. Og Gásadalur er
soleiðis skikkaður, at tað,
sum livast skal av, má koma
frá landbúnaðinum. Men lít-
Gongutúrur til Gásadals
Tú kemur náttúr-
uni nær, tá gingið
verður til Gása-
dals. Og friðurin
í bygdini er lekj-
andi. Atlantsflog
marknaðarførir
túrin uttanlands
saman við ferða-
seðlasøluni
Hvat hendir í Føoryum? www.kunning.fo
ið er fólkið, sum har býr,
og ikki eru útlitini í løtuni
naka serlig fyri, at fólkatalið
fer at økjast.
Einasta arbeiðsplássið,
umframt bøin, er tyrlupall-
urin. Farið varð einaferð un-
dir at seta eina smoltstøð
upp í Gásadali. Men tann
ætlanin er av ymsum orsøk-
um steðgað. Har standa
nøkur frágingin kør í dal-
inum, sum annars átti at ver-
ið eitt sera væl egnað stað
til júst eina smoltstøð. Vatn-
ið er nógv. Áin rennur, hóast
turkur er um landið alt. Og
avbyrgda støðan ger, at lætt
átti at verið at hildið sjúkum
burtur.
Ein spildurnýggj húsa-
grund er komin at standa í
bygdini, Men her er talan
um summarhús, sum býar-
fólk eru í ferð við at byggja
í Gásadali. Eitt frálíkt stað
hjá fólki, sum vilja sleppa
undan býarinnar troðkan og
larmi.
Í egnum landi
»Vit síggjast við endan á
Bíggjarvegnum um einar 20
minuttir«, sigur Høgni,
ferðaleiðarin, tá vit hittust
á flogvøllinum, sum avtalað
var.
Tað er Kunningarstovan í
Miðvági, sum avtalað er
við, hvar ein skal møta, áð-
renn farið verður til gongu
til Gásadals.
Ája, vit koma til Bíggjar.
Har eru fleiri bilar væl av
fólki. Ivaleyst eru tað út-
lendingar, verður hildið,
sum ætla sær ein slíkan túr.
Men her fer blaðmaðurin
skeivur. Her er bara talan
um føroyingar, sum hava
fingið tað frálíka hugskot at
brúka summarið til ferðing
í Føroyum. Leirvíksfólk.
Familjur við børnum. Og
sum skiltist, var hetta bara
ein av fleiri túrum, hesi
fólkini hava gjørt í summar.
Tey hava verið bæði til gon-
gu og á floti kring oyggjar-
nar, og tosað varð um, með-
an vit riggaðu til, at farast
skuldi aðrastaðni í landi-
num eisini.
Ferðaleiðarin var tann
seinasti, sum kom. Hann
hevði verið á hotellinum eft-
ir matpakkum og kaffi, sum
gongumaðurin fekk gleði av
seinni á túrinum. Einir tveir
norðmenn høvdu boðað frá,
at teir ætlaðu sær við, men
tá bíðað hevði verð eftir
teimum eina góða løtu, varð
valt at fara. So máttu teir
bara koma aftaná, um teir
veruliga ætlaðu sær vð. Teir
komu ikki.
Farið varð so til gongu
vanliga vegin niðan Gása-
dalsbrekkuna. Ferðaleiðarin
hevði á orði, at ikki vóru
allir vágamenn eins samdir
um hetta navnið »Gásadals-
brekkan«. Men soleiðis
verður tað vanliga nevnt á
mannamunni. Og soleiðis
stendur eisini á skeltinum,
sum stendur við vegendan,
har gongurtúrurin byrjar.
Har ber til at lesa eitt sin-
dur um økið og túrin, vit
skulu undir. Okkurt hend-
inga staðarnavn stendur eis-
ini merkt, men tey eru fá.
Men útsýnið er vakurt.
Inn eftir Sørvági sæst. Sker-
hólmur liggur har so einsa-
mallur í kyrruni. Tað er so
steindeytt, hóast harður
streymur er, og hann fer
sum áarfossur báðu megin
Drangarnar.
Tindhólmur
liggur so blíðskortaður í
góðveðrinum. Og hóast
turkin, fólk gremja seg um,
tykist hann rættiliga grønur.
Ein bátur liggur fyri íla á
Pollinum, so har eru menn
ivaleyst á fleyg. Og Gás-
hólmur er har enn sum áður.
Vit fáa søguna um Eiriks-
boða, sum einki sæst til í
hesum vælsignaða veðri, vit
í dag hava. Og um, hvussu
teir býttu landið í farnari tíð,
tá Skerhólmur varð býttur
móti Gáshólmi við sínum
16 veðrafrælsum. Men hel-
dur varð Skerhólmur tikin
fram um, tí kópurin var so
nógvur tá. Og hann gav tað
lýsið, brúkast skuldi til ljós
tey myrku vetrarkvøldini,
meðan arbeitt varð innan-
dura. Jú víst vóru virðini
onnur tá, enn tey eru nú.
Vit fara niðan brekkuna
og koma at eggini. Tey ungu
fólkini eru løtt á føti, og
ferðaleiðarin heitir á tey um
at vera varin og ikki fara ov
nær bakkanum. Men tey
eldru fara kortini út á trom-
ina at taka myndir niður í
Bíggjarskor, áðrenn gingið
verður niðaná.
Í Vágum hava teir verið
skilagóðir at seta navna-
skelti á ymsu støðini, sum
vert er at vita okkurt um.
Soleiðis síggja vit Líkstein
og Kelduna Vívdu, sum
hava sína søgu, ið Høgni
greiðir okkum frá.
Líksteinur ber navnið við
sær. Tað er eyðsæð, at hann
varð brúktur at hvíla á, tá
lík varð borið úr Gásadali
Gráisteinur er íbygdur
Ferðaleiðarin vísti ferðalagnum livandi lundar
Gongurtúrur, har rok-
nast skal við at seta
dagin av.
Meðal strævin túrur.
Gingið verður um fjøll.
Gott er at vera væl í-
latin um beinini.
Eini tvey hjartasuff
eru:
Eggin í Gásadals-
brekkuni eigur at verða
hegnað, soleiðis at ein-
gin vandi yvirhøvur er
fyri, at fólk ganga seg
útav.
Gøtan av Skarðinum
oman til Gásadals eigur
at verða ruddað fyri
smágrót, sum annars
ger túrin strævnari enn
neyðugt.
Fototól eigur at vera
við, og ein kikari er ó-
føra góður at hava.
Farið
altíð
við
ferðaleiðara. Tað loysir
seg væl.
Túrurin kosta 185,-
krónur, og matpakki
fæst, um ein ynskir tað,
fyri 70,- krónur.
Atlantsflog
hevur
eisini túrin við í ferð-
aseðlapakka, um tað
verður ynskt. Í pakka-
num hjá Atlantsflog er
matpakkin íroknaður.
Tilmelding:
Kunningarstovan
Miðvági:
Tlf.
33 34 55
Ella hjá Atlantsflog:
Tlf.
33 37 00
Fakta:
til Bíggjar at verða jarðað.
Steinurin hevur slíkt skap,
at hann er sum skaptur at
seta eina kistu á. Høgni,
ferðaleiðarin, leggur fjall-
stavin á steinin at vísa,
hvussu kistan varð sett.
Tá komið er at Líksteini,
er hálvgingið úr Gásdali til
Bíggjar, greiðir Høgni frá.
Longur uppi er Keldan
Vívd. Ivaleyst eitt málsligt
frábrigdi. Okkurt við dialekt
at gera ella so, tí eingin ivi
er um, at tað kemur av orð-
inum »vígd«. Men Høgni
greiðir frá, at soleiðis hevur
Mikkjal á Ryggi skrivað
navnið, og soleiðis verður
tað brúkt.
Søgan um kelduna er, at
her hittu Gásadalsmenn,
sum vóru á veg til lækna við
sjúkum barni, prest. Teir hil-
du allir, at barnið var so
ússaligt, at tað fór ikki at
liva, og ódoypt kundi tað
ikki fara hiðani. So prestur
vígdi kelduna, teir stóðu
við, og doypti so barnið í
henni, sigur søgnin.
Í dag er keldan turr. Tað
er ógvuliga óvanligt, sigur
Høgni. Hon var turr eina-
ferð fyrr í summar eisini,
men vatn kom tó aftur í
hana. Men nú er aftur turt.
Og tað man merkja, heldur
ferðaleiðarin, at turkurin
hevur verið óvanligur í
summar.
Dalurin opin
Komin í Skarðið liggur
Gásadalur opin fyri okkum.
Vit sessast, og ryggsekkirnir
verða latnir upp. Fólk hava
eitthvørt við sær til túrin, og
ferðaleiðarin býður kaffi og
matpakkar, hann hevur við
av hotellinum. Norðmenn-
inir eru framvegis ikki kom-
nir, og hildið verður, at teir
fara als ikki at møta upp.
Soleiðis varð eisini.
Tvey fólk komu aftan á
okkum. Tað vísti seg at vera
týskarar, sum tó ikki fóru
niður í dalin, men vendu í
Skarðinum, sum so mong
gera.
Tað verður prátað, og
myndir skulu jú eisini tak-
ast. So tað gongur ein løta,
áðrenn farið verður oman.
Niðri við portrið situr ein
einsamallur maður, sum
heilsar: »Guten Tag«. Enn
ein týskur ferðamaður.
Hesin fryntligi maðurin,
sum man vera einastaðni
miðskeiðis í fimitárunum til
aldurs, hevur hug at práta.
Og meðan restin av ferða-
lagnum fer oman á lend-
ingina, sita vit báðir, blað-
maðurin og týskarin, eftir.
Hann greiðir frá, at hann
er úr Hannover og er ferð-
andi blaðmaður, sum skriv-
ar ferðafrásagnir til eitt týskt
læknablað. Hann sigur, at
einir tríggir fjórðingar av
blaðnum eru ferðafrásagnir,
meðan restin hevur okkurt
við læknavísund at gera.
Fólki dámar betur at lesa
um ferðing, sigur hann.
Hann hevur verið í Før-
oyum fyri einum sjey árum
síðan, og honum dámdi so
væl, at nú er hann komin
aftur. Ikki hetta við at bíða
tveir dagar, meðan Norrøna
er í Bergen. Nei, hann vildi
vitja landið. Og tað hevur
hann gjørt, sigur hann. Og
eisini hann fegnast um tann
vælsignaða friðin, her er.
Her í Gásadali. Og ikki
minni í Mykinesi, har hann
júst hevði verið nakrar
dagar.
Og so kemur spurning-
urin: »Verður nøkur grind í
Vágum í dag?«
Eg havi fingið spurningin
fyrr og noyðist enn einaferð
at greiða frá, at tað veit ein-
gin. Og so fellur tosið sjálv-
andi á umhvørvisfelags-
skapirnar, hann eisini hevur
hoyrt um.
Hann spyr, hvussu tað ber
til, at tað í ár bara eru dripnir
10.000 hvalir í Føroyum, tá
tað vanliga plaga at verða
dripnir 15.000. Eg ógvist og
spyrji, hvaðani hann hevur
hasi tølini.
-Jú, soleiðis hevur hann
frætt.
Aftur gerst neyðugt at
greiða einum útlendingi frá,
at tað er beinleiðis lygn,
sum mangastaðni verður
geitt frá um føroyskt grinda-
dráp. Men hesi fremmanda-
fólkini vita ikki betur. So
hann
fær
eina
longri
frágreiðing um hagtøl síðan
miðøldina,
vísindaliga
kanningar av grindini og so
framvegis.
Enn eitt dømi um, hvussu
neyðugt tað er hjá føroy-
ingum at kunna um føroysk
viðurskifti úti í heimi.
Lundar og íbygdur
steinur
Lundin er nógvur í ár, og
eisini í bakkanum í Gásadali
er væl til. Teir verða av-
myndaðir í ymsum støðum.
Og Høgni heldur, at stuttligt
hevði verið hjá børnuum í
ferðalagnum at sæð ein liv-
andi lunda tætt hjá og kan-
ska sloppið at hildið á
honum.
Vit fara tveireinir niður í
bakkan, og Høgni stingur
hondina í eina holu. Jú lun-
din er inni, og Høgni kemur
út aftur við honum. Og
pisuni.
Tað var stuttligt hjá børn-
unum at síggja, og pisan
varð eisini dúgliga avmynd-
að, áðrenn hon var løgd aft-
ur í holuna, og vit fóru nið-
an í bygdina at hyggja okk-
um um.
Vitjað varð í skúlanum,
har fólk nýttu høvið at
skriva í gestabókina. Eisini
varð hugt at Gráasteini, og
vit fingu sagda søguna um,
hvussu hann endaði sum
hornasteinur í einum húsum
í Gásadali.
Gráisteinur var íbygdur,
sum ikki var so óvanligt í
Føroyum fyrr. Maður ætlaði
at byggja og vildi sprongja
steinin, sum var í vegin.
Hann var eisini byrjaður at
bora, og farvegurin eftir tí
sæst enn.
Men grannin setti seg
ímóti hesi óbótagerð. Hann
legði seg oman á steinin og
segði, at skuldi steinurin
sprongjast, skuldi hann við
í luftina. Tí hann vildi nógv
heldur bráðdoyggja, enn
spakuliga at verða píndur til
deyða av teimum heimleysu
fornisku. Steinurin varð
standandi.
Hvílt verður í Skarðinum áðrenn farið verður oman í bygdina
Gásadalur