Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 — 23. FEBRUAR 1999 ÍTRÓTTUR ítróttar sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Gsosialurin.fo 13 —- ——-—..——m— rr / Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo Hans-Áki Dahl-Christiansen og Kyndil fingu nógv burturúr hetta vikuskiftið. Sjálvir vunnu teir í Runavík og fingu óvæntaða hjálp frá kollfirðingum í Vestmanna Mynd: Jonhard Hammer Kyndil dregur frá hinum , Hondbóltur: Urslitini í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið hilnaðust væl hjá Kyndli, sum nú er fýra stig frammanfyri næsta liðið Emil L. JACOBSEN Bæði StIF og KIF vunnu stórsigr- ar, men Kyndil fekk mest burturúr. Tað må vera nidurstødan eftir enn eitt hondbøltsvikuskiftid við onkr- um væntaðum og onkrum óvænt- aðum úrsliti. H71 tapti týðandi stig í Vest- manna, og tað merkti, at Kyndil økti um leiðsluna til fýra stig, sam- stundis sum bæði StIF og VIF komu nærri hoyvikingum, sum framvegis eru á øðrum plássi. Liðið hjá Neistanum datt burt- urímillum í stríðnum um heiðurs- merki, meðan KÍF við heldur óvæntaða sigrinum á H71 veruliga fekk luft niður til niðasta liðið Tjaldrið, sum fylgdi Kyndli til dyrnar, men dragnaði móti end- anum. Av teimum trimum dystunum í mansdeildini var tað serliga úr- slitið í Vestmanna millum KÍF og H71, sum gav endurljóð og visti, at hóast tað eru nógv stig á muni á stigatalvuni, so er einki avgjørt frammanundan. Og í sjálvari kappingini er held- ur einki avgjørt, hóast munurin millum ovasta liðið og hini vaks. Tað eru framvegis seks umfor eftir at spæla, og so at siga øll liðini hava framvegis dystir eftir móti hvørjumødrum. Eitt nú hevur Kyndil útidystir eftir móti bæði StIF og VIF (sum liggur og lúrir) umframt ein dyst móti H71, so spenningurin er framvegis so av- gjørt til staðar. Kyndil so gott sum føroyameistari Hjá kvinnunum hvørvur spenn- ingurin hinvegin so líðandi. Sum væntað megnaði liðið hjá GI og Tjaldrinum ikki at bróta sigurs- røðina hjá Kyndli. men dysturin var javnari enn roknað varð við frammanundan, og eisini VB var nær við at taka stig frá Stjørnuni. Stjørnan gjørdi annars eitt gott hál og fekk fýra stig burturúr. hó- ast málmunurin í teimum báðum dystunum tilsamans ikki var meira enn trý mál — 21-20 móti VB og 28-26 móti VIF. Niðurtúrurin hjá VIF í lands- kappingini heldur fram, men steypavinnararnir skuldu verið tryggir, tí hóast bæði VB og Gl/ Tjaldrið hótta hini liðini, so er tað kortini langt millum sigrarnar hjá teimum báðum botnliðunum. Ein sigur afturat til VIF skuldi verið nóg mikið til endaliga at tryggja tilveruna í bestu deildini. og VIF hevur heldur ongantíð verið mill um niðurflytingarkandidatarnar hóast út av lagi vánaligu gongdina í landskappingini (seks ósigrar á rað) Stjórnan kom við sigrunum upp á annað plássið, men teirra FM- møguleiki feyk longu tá tær taptu móti Kyndli í Havn fyri trimum vikum síðani. Neistin eigur ein dyst á. men eisini hjá teimum verður tað meira enn tungt at koma upp á ovastu rókina