Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 Torbjern Jacobsen er bædi løgtingsmadur og idin GÍ- viðhaldsmaður Tað verður so mangan tikið at sambært hagfreðini eru teir smáu altíð við und- I n, men tad må åsann- ast, at hetta er ein sannleiki við modifikatiónum, ein skerdur veruleiki, tá ið mill- krigg) Og Hrott Idag 24. oktober fyri 58 árum síðani varð ein 5 Irongur borin inn í I in í lítlu bygdini Trés Coracóes. Stutt eftir varð hann skirdur Edson Arantes do Nascimento. Sambært frødini burdi hann ikki bygdamaður. men i forðaði honum ikki í at gerast heimsins besti fót- bóltsspælari higar til dags Hon gjørdist heimsmeist- II Sviariki i 1958, i Chile í 1962 og aftur í Mexico í 1970. Tá ið spælt varð um heimsmeistaraheitið í Ong- landi í 1966 vóru vit stødd suðuri á flatlondum. Tá ið tú sum smådrongur hevði pendlað so nógv millum SyOrugøtu og Latinamerika, so ivadist tú ongantíð i, hvorjum liði tå ynskti besta rákið, og so mikið svárari gjørdist tað, tá ið ein portu- gisari, tilætlad, meiddi stra- tegin á brasilianska liðnum so illa, at hann spældi ikki aftur ta ferðina. Liðið var evnað til ikring Pelé, og tá ið hann ikki var har, sakk liðið saman sum eitt kort- hús, vanlukkan prógvaði hvussu stóran týðning bygdamaðurin hevði í spæl- inum um, hver ið skuldi gerast heimsmeistari í fót- bólti ta ferðina. Seinni fekk hesin frægi fótbóltsam- bassadørurin eina útbúgv- ing á háskúlasteði og gjørd- ist enntá ítróttarmálaráð- ham í brasiliansku stjórnini. Úttan at blunka eiga allir heimsins spælarar at hava hendan mannin til jyri- myndar. Getudreingir . vallir Vit gøtudreingir komu nå ikki so langt á leiðini. Gøt- urnar vóru væl meiri upp- býttar tá, og tað var ógvu- liga sjáldan, at vit vóru í Nordragøtu, mest í halgi- dóminum og onkuntíð vitj- aðu vit slektina. Við Gjógv gingu vit í skúla og á post- húsið, onnur erindi høvdu vit ikki. Bygdirnar livdu sítt egna lív Petur hjá Esmari á Lakj- uni og undirritaði eru einsa- mallir hanar í einum árgang! í Sydrugøtu. Genturnar eru fleiri. So frægt hevði tað tó hilnast við dreingjabørnum miðskeiðis i SO-årunum, at fótbólturin eisini kundi spælast her um leiðir. Vøll- urin var ongin, men vit spældu um sumrarnar niðri á sandi, aðrar tíðir ímillum 98 og hoyggjhúsið í Uti- guttastovu, og tá ið tað góða lagið var, gingu vit niðan á Hólheygar og spældu á Nú minnist eg ikki allar aftur, og onkur er longu farin hiðani av fold- um. Teir hjá Esmari, Frits, Jóa og vinmaðurin Petur. err á Toftini, Olli og Sám- al. Hans Charles hjá Turið í Bartalsstovu, Karl hjá Magdu, Jeffrei hjá Suðringi, teir hjá Hensiu, Jógvan og Carl hjá Jóan Heina, Mann- bjørn og Olavur hjá Martini i Grund (Såmal Petur var nakað litil tå!), Bergleif og Kemmi hjå Lias hjå Bena- dict. Og teir yngru hava helst verið vid onkuntíð. hugsi um Atla hjá Odda, teir hjá Hans hjá JOannesi, Ola Hans'arnir báðir hjá Goji og Matheu og aðrir eisini. Stórir dreymar hava onk- untíð vitjað høvdini á hes- um dreingjunum, tí eg minnist ta eina ferðina, tá ið vit spældu fótbólt utt- anfyri handilin úti í Grógv, omanfyri bensinpumpuna hjá abba mínum, at avgjørt varð at biðja um ein fund — hann mundi vera nakað 6- formellur og er helst ikki skrásettur nakra staðni — við Palla Gubba, sum helst hev- ur verið formaður í for- standaraskapinum tá. Eitt- ans málið var á dagsskránni — ein veruligur fótbóltsvoll- ur. Hann kom ikki tá bein- anvegin, men tað kann nú vera, at hesin undarligi fundurin hevur havt ávirkan á hin bráræsna og framlít- andi abbabeiggjan, heims- borgaran Jóan Paula Greg- ersen. Hesir smáu lobbyist- arnir eiga kanska sín lítla lut í tí, at fá ár seinni var vøllurin í Serpisgerði ein veruleiki. Stór nytta í nýggja vellinum 2. hvítusunnudag 1964 fóru menn og kvinnur av húsi. Vøllurin, sum nú er lands- kendur og væl tad, varð tik- in í nýtslu, og stærteløgini úr hovuðsstaðnum, B36 og HB. spældu hin fyrsta dyst- in. Hetta man hava verið ein grasi ítróttar Nr. 36 — 23. FEBRUAR 1999 Fotbolturin i Gøtu, Brasilia og Manchester er tann sami 24. oktober hevdi GI årsveitslu, og tå hevði Torbjørn Jacobsen, løgtingsmadur og íðin GÍ vidhaldsmadur, nakrar hugleiðingar, har hann m.a. sammetti fótbóltin í Gøtu vid tann í Brasilia og Bretlandi. Síðani tå er sambandið millum Gøtu og Brasilia styrkt, tí tveir brasilumenn eru komnir til GÍ. Við loyvi frá rødaranum í í Gøtu seta vit hugleiðingarnar í í blaðið. Torbjørn búði barnaárini í í SyOrugøtu, áðrenn tey fluttu út á Glyvrar líka so stór hending fyri okkum, sum tå id 2 x Kenn- edy, Che, Palme og Luther King vórðu skotnir, tí hóast bert átta ára gamal, minnist eg enn hvarvið eg var stadd- ur, tá ið hendan seansan fór fram. Útvarpið var við henda dagin, og Jógvan, systkinabarnið, sigur mær, at hetta var fyrsta reportasj- an hann gjørdi sum útvarps- maður. Hetta var ein mega- dagur. Vit vistu tá ikki so nógv um fótbóltin úti í heimi, men onkran av høv- uðsstaðarleikarunum kendu vit navnið á. Serliga Petur Sigurð Rasmussen, og komst hetta í mestan mun av tí, at Jógvan Salamon hjá Leon plagdi at vera mál- maður í amatørleikinum í Syðrugotu, og eingin ivadist í tí, heldur ikki hann sjálvur, at hann var Petur Sigurð. So lítil var verðin tá. Nú hevði væl eingin væntað, at ein berur vellur skuldi gera nakran serligan mun í hesi lítlu bygdini. Men hendan verkætlanin er besta dømid um, hvat kann henda, tá ið karmarnir og menniskjaliga tilfeingið er hitt rætta. Í stóran mun sam- skipaði vøllurin bygdirnar til eina bygd. Gøturnar, sum mangan verða tiknar fram sum ein oasa, bæði vinnu- liga, mentunarliga og ni itr- óttarliga, hava ein dýran arv, sum gongur aftur til høvdingatidina i Føroyum. Og apropos høvdingatid- ina, so skeyt eg upp fyri systkinabarninum, Magna, eina ferð vit hittust á eini mat- og drykkjustovu úti á flogvøllinum i Kastrup, at vit åttu at stovna ein grunn við tí eina endamáli at smíða eina stóra standmynd av Trónda í Gøtu. Havi síð- ani orðað hetta við trí- og fermenningin Jógvan hjá Berlinu, og tóktist hann at hava áhuga í málinum. Einaferð droymdi eg, at hon burdi staðið uppá á Stødla- fjalli og megaljósvarparar kyndu eitt ljóshav íkring hana — helst er íblásturin komin av hini stóru Jesus standmyndini í Rio de Janeiro. GÍ og Manchester Tað er helst í mestan mun liturin á búnunum. sum dregur hesar mastodontarn- ar, Brasilia og Gøtu, saman i hugaheiminum. GI er eitt óvanligt felag. Tad var eina- ferð ein hevuðsstuðul sum samanbar felagið við hitt navnframa = Manchester United. Hvor ið urkraftin er, er ilt at siga, men eg komi at hugsa um eina fødingar- dagsheilsu til ommu mína úti í Grégv, sum stóð at lesa í Dagblaðnum í 1961: >Tað hava ikki verið studningar og almennur peningur, sum hava borið hesi tøting uppi, men áræði og íðni, blandað við einum sjáldsomum hegni og einum aldri svíkj- andi virksemi<. Hetta er væl eitt stempul, sum kann set- ast á alla bygdina, tá, nú og vónandi í allar ævir. Vænt- andi fáa vit sum livfrødiliga bara eru hålvir gøtumenn, eisini ein lut í hesum. Nú veit eg, at í hvussu so er ein 70 ára gamal Liver- pool fan er ímillum okkum í kvold, og helst er einasti Everton viðhaldsmaðurin í Føroyum eisini staddur her. Eitt annað felag, sum kom at standa hjarta mínum nær, gjørdist hitt fyrrnevnda Manchester United. Hetta ikki tí at teir hava vunnið so nógv hesi seinastu árini, men heldur tí at eg sá teir spæla live í gomlu ítróttar- parkini í Keypmannahavn hósdagin 31. juli 1969. Vit lógu við skipi har, og allir teir stóru vóru við — Jimmy Rimmer, Shay Brennan, Brian Kidd, Denis Law, David Sadler, Bobby Charl- ton og hin legendariski Ge- orge Best. Hann varð út- skiftur í 2. hálvleiki, so møguliga hevur hann verið og sløkt sær tostan á onkrari drykkjustovu kveldið fyri. Spælt varð ímóti einum samansettum liði úr Keyp- mannahavn, og har var klassamunur. Minnist ser- liga eitt skot, sum Bobby Charlton hevði av miðjuni og sum brast í tvørliggjaran og í málið. "Áskoðarafjøldin hjá GÍ hevur nakað av hesum bretska sniðnum í sær — lit- fagurt og livandi. Ein spæl- ari samanber áskoðararnar í Brasilia og Bretlandi, ella hvussu subjektivur og ob- jektivur tú kanst vera, tá ið tað ræður um hetta heims- spælið, sum fótbólturin er vorðin. Bretski fótbóltsen- tusiasturin livir og doyr — á sama hátt sum brasilianarar gera — fyri sínum liði. Men í mun til entusiastin í øðrum londum er hann ofta rættu- liga objektivur. Helst vil hann hava, at lið hansara vinnur. men tað skal helst vera eftir ein harðan, spenn- andi og javnan dyst. Hvussu stóran týðning tað hevur fyri bretan at síggja dyst- irnar — serliga í steypakapp- ingini — sigur henda sanna søgan nakað um: Ein harri, sum var komin nakad væl upp i årini, kom seinnapart- in ein leygardag innar i eitt stórmagasin og bað um at hitta abbasonin, sum var ekspedientur. >Ég eri abbi hansara<. Stjórin, sum var eitt sindur skelkaður, svar- aði: >Tað harmar meg al- mikið, men abbasonur tyg- ara hevur fingið frí ídag fyri at kunna luttaka í jarðarferð tygara!<. Bíligir sosialir stovnar Nú veit eg ikki, um hetta kann koma fyri á Fiskavirk- inum, men hetta sigur nakað um, hvussu stóran týðning fótbólturin hevur í samfel- agnum í dag — eisini í Gøtu. Eg havi pástaðið og kann gera tað aftur í kvold, at ítróttarfeløgini í Føroyum eru heimsins bíligastu sosi- alu stovnar. Tí eiga vit øll at vera góð við feløgini, sum ongin og gll eiga. Nú eru aðrar tíðir. Mikkjal á Ryggi sigur í sanginum: >Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg"......< soleiðis ».… Ja í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl:AR« Fyri ein part er tann tíðin farin, ítr- ótturin og serliga fótbólturin er kommersialiseraður, og tað er bara ein vegur, og tað er at fylgja rákinum, annars verður tú rættuliga skjótt afturútsigldur. Bygdafelag- ið Gl er eitt av teimum fáu, sum kunnu mannast upp ímóti blokkkapitalinum í hóvuðsstaðnum, og eg veit, at lunnar nú verða lagdir undir eina spennandi fram- tíð fyri felagið. Hugsi um førdingardagsbarnid, bygdadrongin Pelé, sum gjørdist heimskendur, tå ið hann fekk teir røttu karm- arnar at mennast i. Fullveldið håtidar- haldast moti dønum Nú hevur man oftani sagt, at norðraggtumenn høvdu betri tak á bóltinum enn syðrugótumenn. Hugsi at hetta rákið er við at venda eitt sindur. Hetta lítla talent- ið hjá Tummasi Paula er jú syðruggtumaður. Onkur skal hava orðað hetta við Martin Juul, sum uppáheld- ur, at fótbóltsgenini eru úr Nordragøtu. Nú haldi eg meg eiga ein nokk so stóran lut í hesum talentinum, tí tær fyrstu gaggurnar hjá honum vórðu keyptar niðri í Aalborg. Tummas Pauli og eg sigldu saman tá, og mær vitandi var tað eg sum borg- aði fyri flutningsútreiðslur- nar til Føroya. Ein góð fløga og harvið gjørdist eg ein tann fyrsti sponsorurin hjá GI — uttan at vita av tí! Politikkur og ítróttur eiga ikki at verða samantvinnaði, og tað mundi vera meiri sum hálvur gøtumadur og GI-vidhaldsmadur, at Jógv- an heitti á meg um at tosa fyri tykkum í kvold. Henn- ing Jensen, kendur åleypari, sum spældi i Borussia, Real Madrid, Ajax og sjålvandi å danska landslidnum, sigur seg hava spælt ein polit- iskan fótbóltsdyst í lívinum, hóast hann ikki var fegin um at vevja hesi fyribrigdini saman. Hetta var tá gomlu EEC londini spældu ímóti teimum nýggju — Danmark, Írlandi og Bretland — á Wembley eitt kalt januar kvold í 1973. Tey eldru minnast helst málið, sum Henning sjálvur skallaði inn eftir ein frálíkan sendara úr høgru frá Bobby Charlton. Tey nýggju londini vunnu dystin 2-0. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at spælt ein landsdyst á Svangaskarði ímóti Dan- mark tann dagin, tá ið full- veldið verður proklamerað! Vónandi verður hetta ein góð veitsla, og vónandi havi eg ikki troyttað tykkum ov mikið. Gøtumenn høvdu nøkur savningarstóð — Skålabonkin, 98 og gardin omanfyri handilin i Grógv. Sá eina mynd nú um dag- arnar, har abbi mín, Jóan Elias, Pól morbróður, A- svein á Skipanesi, Sofus á Toft og Jóannes á Lakjuni hanga niður á garðin og við- gera heimsstøduna. Hvussu ofta eg havi sparkað ein bólt ímóti hesum sama garði havi eg ikki talið á, men nógv er broytt síðani tá. Torbjørn Jacobsen Set re—