mikudagur 24. februar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 37 — 24. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
Lærarafelagið
mist tolið við
Signar á Brúnni
— Einki hendir við teimum málum, sum vit heita á landsstýris-
mannin um at loysa. Fóroya Lærarafelag hevur víst tol, men tá
ið fleiri mánaðir - og í summum fórum fleiri ár - ganga, uttan at
landsstýrismaðurin yvirhóvur reagerar, er tolið uppi, sigur Andr-
as L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag
EIRIKUR LINDENSKOV
Formaðurin i Føroya Lær-
arafelag, Andras L. Samu-
elsen, hevur ikki stórvegis
álit í landsstýrismanninum
í skúlamálum, Signar á
Brúnni.
Í øllum fórum ikki, um
farast skal eftir oddagreinini
í seinasta Skúlablaðnum,
sum er málgagn hjá Føroya
Lærarafelag.
Har vísir Andras L. Sam-
uelsen á, at landsstýrismað-
urin í útvarpinum hevur
undrast á, at formaður lær-
arafelagsins hevur gjørt
hann varugan við, at eitt
fólkaskúlaráð skal setast.
Um landsstýrismaðurin
ynskir ein lista yvir oll mål,
sum hann eigur at loysa, so
skal formaðurin i Føroya
Lærarafelag fegin gera
handan listan, sigur Andras
L. Samuelsen.
Hann sigur, at Føroya
Lærarafelag hevur nógv
grundleggjandi mál, sum
tey kundu ynskt sær, at
landsstýrismaðurin fór í
gongd við.
Umframt sjálvar skúla
bygningarnar og tað, sum
álagt er honum í fólkaskúl-
alégini, verður hugsað um
starvslig, lønarlig og upp-
alingarlig áhugamál hjá
fólkaskúlalærarum, sigur
Andras L. Samuelsen.
Tad sum vit síggja er. at
í teimum málum, sum vit
heita á landsstýrismannin at
loysa, hendir einki. Føroya
Lærarafelag hevur víst tol,
men tá ið fleiri mánaðir, og
í summum førum ár ganga,
uttan at landsstýrismaðurin
yvirhøvur reagerar, er tolið
uppi.
Signar lækkað játtan-
ina til eftirútbúgving
Andras L. Samuelsen sigur,
at Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður í fjølmidlunum
hevur víst á, at hann virðir
tað arbeiði, sum fer fram í
lógtinginum. Løgtingid
hevur samtykt nýggja fólka-
skúlalóg. Minnilutin í Løg-
tingsins mentanarnevnd tå,
við núverandi landsstyris-
manni í skúlamálum á odda.
vísti í álitinum til nýggja
fólkaskúlalóg á, at tað fór
5263
at kosta fleiri tíggjutals mill-
iOnir at seta lógina í verk.
Lógin kom í gildi 1. august
1998, men Føroya Lærara-
felag hevur ikki stadfest
nakra stórvegis hækking í
játtanini til fólkaskúlan.
Tvertur ímóti hevur lands-
stýrismaðurin lækkað játt-
anina til eftirútbúgving av
lærarum við gott 10%, sigur
Andras L. Samuelsen.
Gamani byggir ein sam-
gonga fyri ein part á herð-
arnar á teirri undanfarnu,
men hvar er nú virðingin
fyri løgtingssamtyktunum,
spyr Andras L. Samuelsen.
Arbeidsnevnd
virkar ikki
Formaðurin í lærarafelag-
num vísir eisini á annað
dómi.
Vit hava sannað, at tann
nýggja fólkaskúlalógin
leggur so nógvar nýggjar
uppgávur á skúlaleiðarar og
lærarar, at neyðugt er at gera
broytingar í arbeiðsbýti-
num. skal møguleiki vera
fyri at luka ásetinginarnar.
Tí gekk felagið við til, at
ein arbeidsnevnd skuldi
kanna hesi viðurskifti og
koma við tilmæli 1. desem-
ber 1998. Føroya Lærara-
felag åtnevndi síni tvey um-
TRB
li
REESE TELE EEELLL | del
Andras L. Samuelsen, formadur i lærarafelagnum finst
harðliga at landsstýrismanninum i skúlamálum
boð í arbeidsnevndina tann
10. juli 1998. Ikki fyrr enn
26. november setir lands-
stýrismaðurin arbeiðs-
nevndina, men tá eru allar
tíðarfreistir farnar, og enn
er arbeidsnevndin ikki farin
í gongd, sigur Andras L.
Samuelsen.
Eitt positivt skoðsmál er
kortini í oddagreinini, og
tað snýr seg um avtalu um
sáttmála um nýggjan hátt at
gseta lærarar í starv og um
nýggu eftirlønarskipanina
fyri sáttmálasetta lærararn
Her hevur samstarvið virk-
að. sigur Andras L. Samu-
elsen
Formaðurin í lærarafelag-
num minnir landsstýris-
mannin á, at øll setanarvið-
urskifti hjá lærarum í fólk-
askúlanum skulu geras í av-
talu við Foroya Lærarafel-
Føroya Lærarafelag
hevur víst vilja til at gera
grundleggjandi broytingar í
arbeiðs- og setanar viður
skiftunum hjá lærarunum
Hetta vísir semjan millum
Føroya landsstýri og Føroya
Lærarafelag
1997.
joansøku
millun
og Før
í 10. juni
ttmál
sattmalin
Fíggjarmála
oya Lærarafel
1998 og
frá |. februar
stendur, um Undirvísingai
og mentamálastýrið. við
landsstýrismanninum í und
rskipanin
1900 Eftir
eftiriøna
irvisingarmålum á odda
1 t or
eisini hevur vilja at gera av
Skulin å Trødni i vanda - børn kanska sendast av landinum
— Sagt verður nú, at sum útlitini eru, verða børn kanska send av landinum at fáa ta hjálp, teimum tørva, sigur Andras
L. Samuelsen, formaður i Føroya Lærarafelag, sum harðliga finst at Signari á Brúnni, sum ikki tekur starvsfølkini á
Skúlanum á Trødni upp á ráð, tá hann ger bygnaðarbroytingar á stovninum
Andras L. Samuelsen vísir í odd-
agreinini í Skúlablaðnum eisini
á, at leiðarin av eftirútbúgvingini
av lærarum fór frá á heysti 1997.
Føroya Lærarafelag hevur fleiri
ferðir heitt á landsstýrismannin at
seta annan leiðara, men hetta er
enn ikki gjørt. Hetta hálvtíðar-
starvið er í løtuni álagt øðrum,
sum í síni setan hava annað ar-
beiði at røkja. Urslitið er hareftir.
Eftirútbúgvingarskeiðini eru ikki
boðin út enn. Vanliga eigur hetta
at gerast um ársskiftið, sigur Andr-
as L. Samuelsen.
— Landsstýrismaðurin hevur
gjørt bygnaðarbroytingar í fyrr-
verandi Skúlanum á Trødni. Van-
lig fólkaræðislig mannagongd er
at taka starvsfólkið við upp á ráð,
men tað er ikki gjørt á hesum
arbeiðspølássi.
— Allar avgerðir eru tiknar yvir
høvdid á lærarum, sum starvast á
hesum stovni. Hesar hava slíkar
avleiðingar fyri limir Føroya Lær-
arafelags, at arbeidsvidurskiftini
eru ótolandi. Sagt verður, at sum
útlitini eru nú, verða børn kanska
send av landinum at fáa tað hjálp,
teimum tørva. Tað verður dýrari í
longdini, og virðismikil vitan og
framhald i Føroyum verður burtur.
Føroya Lærarafelag hevur fleiri
ferðir heitt á núverandi og fyrr-
verandi landsstýrismann at fáa set-
anarviðurskiftini hjá lærarum á
hesum skúla í rættlag. Hetta er enn
ikki gjørt. Landsstýrismaðurin
hirðir ikki so frægt sum at svara
fyrispurningi frá Lærarafelagnum,
sigur Andras L. Samuelsen.
— Eitt annað dómi er, tá lands-
stýrismaðurin lýsir størv leys, har
sagt verður, at lønin everður sam-
bært avtalu viðavvarðandi felag
Hesa ásetan hevur landsstýris-
maðurin ikki hildið, hóast felagið
fleiri ferðir hevur eftirlýst einari
avtalu fyri ein av limum okkara
sigur Andras L. Samuelsen