Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Yngd nr. 8 24. feb. 1999 2. árg. UNG 98:SOSIALURIN YNGD Í DAG: - Skúlin í í 21. eld - Listarnir Nordjobb - ein móguleiki fyri ung Hvort summar leita fleiri ungir fóroyingar sær í eitt annað Norðanland at arbeiða í nakrar vikur við felagsskapinum Nordjobb Terji Nielsen Stendur tú og hugsar um, hvat tú skalt gera komandi summar, hvussu tú kanst forvinna tær nakað av peningi - ja, so er Nordjobb ein upplagdur møgu- leiki. Nordjobb Nordjobb er ein felagsskapur, sum Nordisk Ministerrád stendur aftan fyri sum høvuds- stuðul á tí fíggjarliga økinum. I Fóroyum verður Nordjobb stýrt av skrivstovuni hjá Ar- beiðsloysisskipanini, sum er føroyski parturin í norður- lendska samstarvinum. Endamálið við Nordjobb er geva ungum norðurlendingun møguleikan fyri at fara í eitt annað Norðanland og gjøgnum eitt summararbeiði fáa eitt inn lit í hetta samfelag og tess mentan. Øll Nordurlond, t.v.s Finland, Svøriki, Aland, Nor eg. Danmark. Island, Grønland og Føroyar eru vid i samstar inum, men sjálvsagt eru tað summi lond, sum tað er lættari at fáa arbeiði í enn onnur. Krøvini til ein Nordjobbara YNGD - titt umbod har tað hendir! eru, at hann er millum 18 og 26 ár. Haraftrat skal ein verða borgari í einum norðurlendsk- um landi, og sjálvsagt krevst eisini ein ávísur kunnleiki til skandinavisk mál. Ikki ber til at søkja Nordjobb í sínum egna landi. Sjálvsagt snýr Nordjobb seg ikki bert um at senda ungar føroyingar burtur í annað land at arbeiða. tí tað koma eisini fleiri ungir norðurlendingar hagar at arbeiða í summarmán- aðunum. Ymiskt er, hvar ið teir arbeiða, men nakrir hava arbeitt í Norðurlandahúsinum., onkur í landbúnaði. og eisini ur onkur starvast á Kunn rstovum í H sta tíðarbili. sum ein kann verða í øðrum landi og ubeiða við Nordjobb, er ein mánaður, meðan ein ikki kann verða longur enn fimm mánað- ar burtur Arbeiðstilboðini. sum Nord- jobb hevur. eru bert í tíðar- eiðinum frá 1. Maj til !. Ok- ber Av teimum. sum søkja um at ppa uttantanda at arbeiða gjøenum Nordjobb. eru tað tí- verri ikki øll, sum sleppa, men flestu føroyingarnir, ið søkja, sleppa avstað. Arbeiði Ogvuliga ymiskt er, innan hvat oki ungu føroyingar fáa starv. tá ið teir fara við Nordjobb. Onkur hevur roynt seg á flak- avirki í Íslandi. onkur annar hevur starvast hjá McDonalds í Gøteborg, og so eru tað eisini tey, sum hava arbeitt á einum norskum bóndagarði. Annars er skipanin tann, at tá ið man útfyllir eitt oyðiblað og sekir um at sleppa við Nord- jobb at royna seg í einum ødr- um Norðanlandi, so skal man skriva á oyðiblaðið, hvat fyri land man helst vil sleppa til, umframt innan hvat øki, ið ein helst vil fáa starv. Nógv vinnuøkir eru, sum man kann søkja starv innan, so sum: Tænatuøki, fiskivinnu, postverk, landbúnað. eldrarøkt, skrivstovu og ídnað. Løn og bústaður Tað er ógvuliga ymiskt, hvat ein fær aftur fyri sítt arbeiði, men tó so fáa tey flestu einar 10.000 til 13.000 krónur um mánaðin. Skattavidurskiftini eru ógvu liga ymisk í tei msu løndunum. me iri av ættuliga laga- londunum hava ga lag ligar skattir til Nordjobbara Eitt nú kann nevnast, at í Finlandi eru teir fyrstu 3.000 finmarkarnir um mánaðin skattafríir. og aftan á teir rind- ar ein umleið 35% í skatti. Tey. sum leita sær til Foroya at arbeiða, fáa tær fyrstu 4.800 krónirnar um mánaðin skatta fríar og gjalda síðani 42% í skatti av lønini Tá man kemur til eitt annað land, er tað sjálvsagt umráða- ndi, at man fær okkurt at búgva í. Nordjobb bjóðar sín- um luttakarum at búgva í eitt nú næmingaheimum, ið standa tóm um summarid, privatum íbúðum ella kømurum. Fyri hetta skal Nordjobbarin sjálv- sagt gjalda eina samsyning, sum vanligani liggur um einar 2.000 krónur um mánaðin. Frítíðin Meðan man er burturi við Nordjobb, hevur man sjálvsagt eisini nógva frítíð. Í hesi fritid restin av skipar Nordjobb eisini fyri ym- iskum tiltøkum, sum man kann taka lut í, um man hevur hug til tess. Onkuntíð skipar Nord- jobb eisini fyri heildagsútferð- um, sum man kann taka lut í, um hetta liggur fyri í sambandi við arbeiðið, og tað plagar tað at gera sum oftast. Hevur tú hug at hoyra nærri um Nordjobb, so ber altíð til at - Uttan úr heimi seta teg í samband við Arbeiðsloysisskipanina, ella hyggja inn á heimasíðuna hjá Nordjobb, sum er: http:/nordjobb.norden.no. Umsóknarfreistin til Nordjobb er tann |. April.