hósdagur 25. februar 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: ;
Marknaðardeild:
Jan Miller Jonhard Hammer
Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov |
Fíggjarleiðari: | Blaðfólk:
internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson | Dagny Joensen
Menningarlandið
Foroyar?
Oddagrein
FRAMTIDARMYND foikafloksins verður hildin á lofti
næstan nvønn dag við einum skerdum vælferðarsam-
felagi við lægri lønum og skattum - Seinast i Dagblað-
num. Hettar málgagn hevur fyrr sagt, at almenni sektor-
urin er figgjadur av pengum, ið eru “stolnir" frá fólki
Hettar eru boðini til m.a. tey veikastu í hesum samfelagi,
ð fáa avlamispensión o.s.fr. — tey verða sambært
fólkaflokkinum fíggjaði av stolnum pengum. Eingin
fólkafloksmaður hevur tikið til orðana ímóti orðing mál-
gagnsins, so gangast má út frá, at hettar er floksins
stoða. Hettar ger tað kanska lættari fyri okkum at skilja
strategi floksins
FRAMTIDARSTRATEGI Fólkafloksins við lægri lønum
fer sambært teimum sjálvum at fora til, at Foroyar gerast
ein kraftdepil, ið fer at skara framúr í mun til grannalond
okkara. Hettar minnir nógv um argumentatiónina, tá
FAS skipanin bleiv innford. Tað var næstan ikki mark
fyri hvussu nógv skip fóru at verða flaggað inn í foroyska
farmaskipaflotan. Vit vita oll í dag, at so varð ikki
KAPPINGARFORIÐ verður so nógv betri, at Føroyar
fer at menna seg sum ein fyrimynd uttan líka, til stóra
grannalondum okkara, um bara lønirnar fara
niður. Hetta er boðskapur Fólkafloksins., ið byggir á eitt
heldur leyst fundament og er helst eisini úrslit av einari
undirlutakenslu yvirfyri norðurlendska buskaparmodeli-
inum, ið hevur tryggjað norðurlondum eitt tað hægsta
livistødid í heiminum
vund
evund
LONIRNAR eru bert týdingarmilkar, um talan er um
vinnur ið eru arbeiðskraftintensivar. Arbeiðskraftinten-
sivar vinnur eru vinnur, ið oftast eru í menningariondum,
har tað er ivaleyst av arbeiðskraft og lítið av pengum.
Her um okkara leiðir eru summi sløg av handverki dømi
um arbeiðskraftintesivar vinnur, har arbeiðslonin er ein
stórur partur av framleiðslukostnaðinum. Framkomin
framleiðsla er vanliga kapitalintensiv. Hettar er nútímans
verksmiðjuframleiðsla og framleiðsla innan eitt nú KT-
vinnuna, ið er ógvuliga aktuelt í lotuni. Kapitalkostn-
aðurin er ein stórur partur av framleiðslukostnaðinum í
eini slíkari vinnu
VELJA føroyingar at stara seg blindar uppá lønir heldur
enn at gerast dugnaligari enn aðrir og okja produk-
tivitetin, so enda vit í eini stoðu, har vit einans kappast
uppá lønir eins og menningariondini. Ein slík stoða
hevði verið tann reini undirgangur fyri eitt samfelag við
lítlum fólkatali og høgum flutningskostnaðum í mun til
framleiðsluvirðið. Vit hovdu komið at kappast við barna-
arbeiðarar í Indien um at seyma fótbóltar og við kinesisk-
ar samvitskufangar um at smelta gummiskógvar — ein
kapping. vit aldrin hovdu megnað at vunnið.
FOROYINGAR eiga at betra um kappingarforið við at
gerast snildari og effektivari. Lonarniðurskurðir tæna
bert sum soviputur hjá vinnulivinum í Føroyum, ið longu
sum er, rindar betýðiligt minni pr arbeiðstíma enn í
flestu grannalondum okkara. Nú er tað soleiðis, at
soviputur til vinnulivið er ein "folkafloksspecialitetur”,
men kanska tað hjálpir at vísa teimum á eina vinnu, ið
teirra egni landstýrismaður í vinnumálum hevur víst á
nevniliga KT-vinnnuna. Teir, ið kanska eru ein tann
storsta fyrimyndin innan KT, nevniliga Microsoft felagið,
ið uppfann Windows forritini, rinda sera hogar lonir, tí
teir hava megnað at gjørt eina góða voru og kappast
uppá góðsku og uppfinsemi, heldur enn lønir
AVBJODINGARNAR hjá okkum her í Føroyum liggja í
góðsku og produktiviteti, og ikki í lønarkapping við
menningarlond, soleiðis sum Fólkaflokkurin skjýtur upp.
Sosialurin
Aki Bertholdsen,
| Turið Kjølbro
| Niclas Johannesen
| Dagfinn Olsen
John Johannessen
| ítróttarskrivari: |
Emil L. Jacobsen
Viðmerking:
Argjavegur 26, Argir
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Postadr: Postsmoga 76, |
110 Tórshavn |
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
Undirsjóvartunnil Skålafjørdur-Hvitanes
Fyrispurningur til
Finnboga Arge
Havi fylgt vid i kjakinum
um raðfesting av iløgum,
sum skulu gerast næstu
årini. Eg vil spyrja Finn-
boga, hvi ein cost-benefit
utrokning ikki er gjørd yvir
ein undirsjóvartunnil mill-
um Skålafjørdin og Hvita-
nes.
Eg vil ikki hervid siga, at
hesin undirsjóvartunnil skal
gerast beinanvegin, men tå
fíggjarliga orkan loyvir ti.
Tað kundi verið sera áhuga-
vert at sæð eina slíka út-
rokning. Serliga tá ein
hugsar um:
1. Atein slíkur tunnil hevði
stytt farleiðina til Havn-
ar hjá 14.000 fólkum við
í miðal uml. 45 km.
(Syðra-Eysturoy 8.500
fólk + Norðoyggjar
5.500 fólk). roknað frá
krossvegnum í Søldar
firði. — Hjá teimum, sum
búgva í Runavík, Toftum
og hinum bygdunum
nærhendis styttist far-
leiðin uml. 55 km
. At hesin tunnilin vildi
verið uml. 5 km og vildi
tí kostað tað sama sum
Vágatunnilin, 180-240
mill. kr. (afturímóti ein-
um tunnli til Klaksvíkar,
sum er 7 km og kostar
tJ
300 mill. kr.).
. At sparingin verður upp-
aftur stórri, um Klaks-
víkartunnilin eisini verð-
ur gjørdur orsakað av
øktari ferðslu.
4. At iløgan at gera tunnil
Kambsdal-Millum
Fjarða kann sparast burt-
ur, tí styttri verður hjá
fuglfirðingum, klaksvík-
ingum 0.ø. at koyra eftir
verandi vegi og suður
UJ
gjøgnum undirsjóvar-
tunnilin Skålafjørd-
Hvitanes.
. At Kambsdal-Millum
Fjarda-tunnilin — styttir
farleiðina millum Norð-
uroyggjar og Tórshavn
on
einans 7 km. Prísur 115
mill. kr. . fólkagrundar-
lag: 8.400 (Norðuroyggj-
ar, Fuglafj. Leirvik, N.
Gøta).
Eg haldi at hetta eru argu-
ment, sum týðuliga tala fyri
einum slíkum tunnli, og tí
undrar tað meg stórliga, hví
ein cost-benefit útrokning
ikki er gjørd yvir hendan
tunnilin eisini.
Vinarliga,
Tóki Højgaard,
Rituvík
Hovuðsstaðarokið ongan
góðan á samferðslugkinum!
Hóast ætlanin er at gera eina
miljard kr. í íløgum í før-
oyska samferðslukervið tey
næstu 10-15 árini, so verður
øki0 kring høvudsstadin
ikki tikið upp á tunguna.
Tað er hóast alt ein sann-
roynd, at menningin í høv-
uðsstaðnum er stór. Fólk
flyta til Havnar í hópatali,
og kortini hava landsins
myndugleikar onga ætlan
viðvíkjandi ferðslu ella
øðrum samferðsluíløgum i
býnum.
Tað er rættiliga órímiligt,
at bert nakrar fáar stórar
fløgur verða tiknar við í eina
slíka frágreiðing. Hon átti
at havt tikið hædd fyri øll-
um iløgum á samferðslugk-
inum, sum neyðugar eru at
gera.
Sum politikari í høvuds-
staðnum sakni eg, at ikki
eitt orð er neynt um hetta
okið.
Tað eru longu nógv ár
síðan ein avtala varð gjørd
um Ytra Ringvegin kring
Havnina. Og hóast arbeitt
varð við ætlanini í fleiri ár,
so verður hon als ikki nevnd
í frágreiðingini.
Ytri Ringvegurin skal
eftir ætlan byrjar úr lands-
vegnum norðan fyri Hvíta-
nes, og ganga í Oyggjar-
vegin. Talan er um lands-
veg og tí átti hann at verið
við í raðfestingini. Ætlanin
við Ytra Ringvegnum er, at
tey nógvu. sum koma til
Havnar hvønn morgun.
skulu koyra eftir ti vegnum,
um tey skulu í vesturbýin
úl arbeiðis, ella í skúla.
Og Ytri Ringvegurin hev-
ur eisini til endamáls at bøta
um landsvegin til bygdirnar
vestanfyri, Velbastað og
Kirkjubo. og ikki at gloyma
tað neyðuga í einum uygg-
um landsvegi út á Glyvurs-
nes, har tann nýggi flogvøll-
urin uttan iva verður.
Eg skilji heldur ikki, hví
flogvøllurin á Glyvursnesi
ikki er við í eini langtíðar-
ætlan um samferðsluna í
Føroyum. Suðuroyingar
tosa um flúgving, og einasta
stað har talan kann verða
um at koma til, er til Havn-
ar. Tad er uttan meining at
flúgva úr Suðuroy í Vågar-
nar, og so koyra aftur til
Havnar.
Øll ferðsla eftir sjónum,
til og úr Føroyum, gongur
eisini um Havnina. Og ti
skilji eg heldur ikki, at
havnarútbygging í Havn
ikki er tíkin við í ætlanirnar,
ikki minst nú vit nærmast
bert tosa um eina komandi
oljuvinnu.
Fleiri politikarar í hesari
samgonguni hava sagt, at
hevuðsstaðarókið = ongan
pening fær til iløgur. Og
eftir at hava lisið sam-
ferðslufrágreiðingina, eri eg
komin til ta niðurstøðu, at
eingin peningur skal játtast
til fløgur í samferðsluna í
høvudsstadnum.
Ein må bert åsanna, at
høvudsstadarøkid ongan
góðan eigur, tå talan er um
samferðsluviðurskiftini.
Heðin Mortensen,
tingmaður
Sambandsfloksins
Johan í Kollafirði: Eg veit
Hví slapp eg ikki við til
Kina at hyggja meg um eftir
einum nýggjum vaktar-
skipi? Eg havi heldur ikki
forstand uppá sovrit, og
kundi væl trongt til nakrar
frídagar. Einki er sum at
dansa um gullkálvin í ein-
um spildurnýggjum Las-
Vegas jakka.
Náh. tað verður so bara
eina aðru ferð.
Previous happend on the
Vaktarskip farce:
Landsstýrið hevur fingið
trý tilboð uppá at byggja
vaktarskip:
Eitt gott, 70 mill.
Eitt miðal, 100 mill.
Eitt ringt. 120 mill.
Landsstýrið hevur valt út-
ilukkandi at hyggja eftir
meðal-tilboðnum, krydrað
eitt sindur við tí ringa til-
buðnum.
Mítt uppskot í samband
við at landsstýrið absolut vil
brúka 100 mill. uppá okk-
urt!
Bygg vaktarskipið í Kina:
70 mill.
Bygg ein undirsjóvar-
tunnil frá Kollafirði til Sign-
abø: 15 mill.
Deil pengar út til oll fólk
í Føroyum: 10 mill.
Spar: 5 mill.
Tilsamans: 100 mill.
- Sparingin kann evt.
brúkast til eina nýggja
Kina-útferð, har eg sleppi
við.
Vinarliga
Johan í Kollafirðið
Valevni hjá tí stuttliga
flokkinum
Johan í Kollafirði hevur
sítt boð uppá, hvussu
landsstýrið kann brúka
100 milliónir til vaktarskip
- og annað gott