hósdagur 25. februar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 25. FEBRUAR 1999
- Få
tíðindablaðið
hava hovuðsavtalu
Karl Johansen, formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag, heldur, at tað
liggur meira í tosinum um eina høv-
uðsavtalu enn at tað bara verður tos-
að um tað. Hann heldur, at tað eru
fólkafloksmenninir, sum vilja hava
høvudsavtluna
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá sáttmálasamráðingarnar
millum Starvsmannafelagið
og Fíggjarmálastýrið byrj-
aðu, varð mest tosað um
lønarkravid, sum var upp-
gjørt til 60 prosent. men tað
er púra dottið burtur ímill-
um seinastu dagarnar. Nú
hevur tað snúð seg um høv-
uðsavtalu ella ikki høvuds-
avtalu.
Eftir øllum at dóma. vóru
samráðingarnar = millum
partarnar slitnaðar orsakað
av hesum kravinum frá
Fíggjarmálastýrinum, men í
blaðnum í gjár og í hinum
fjølmiðlunum visti Karsten
Hansen, fíggjarmálaráð-
harri, at siga, at tað var ein
stór misskiljing, at høvuds-
avtalan var eitt ófrávíkiligt
krav.
Hon er bert eitt sam-
ráðingaruppskot, og tey fak-
feløg, sum ikki vilja hava
eina høvudsavtalu, tey fáa
onga, segði Karsten Hansen
við útvarpið á middegi í
gjár.
Løgnar og mótsigandi
upplýsingar má sigast, men
hvat siga hini fakfeløgini til
>kravið< um eina høvuds-
avtalu. Vit hava sett for-
manninum í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, Karl Jo-
hansen, henda spurning.
— Eg haldi at kravið um
eina høvudsavtalu er púra
óneyðugt. Eg haldi at før-
oyingar royna at blása sam-
elagið upp til nakað. sum
tað ikki er. Vit eru ikki Dan-
mark ella London. og hava
ikki somu trupulleikar, sum
teir hava at takast við. Tí er
ein høvudsavtala púra 6-
neyðug í mínari verð. Alt
okkara virksemi svarar til
arbeiðaradeildina á Vestur-
brúgv, sigur Karl Johansen.
Hann leggur afturat at
gerðarætturin, eftir hansara
meting, hevur virkið væl, og
at hann kann útbyggjast um
so er, at tað er neyðugt.
- Trupulleikin er, at taka
vit eina høvudsavtalu, so
avmarka vit okkara verk-
falsrætt. Tað er jú upplegg-
ið, at ein tá skal boða frá
verkfalli = nógvar dagar
frammanundan, og tað av-
markar okkara møguleikar.
— Hugsa tær, um ein ar-
beiðsgevari ikki klárar at
gjalda løn til starvsfólkið.
Tá mugu vit hava rætt til at
fara í verkfall, sum vit gera
tað í dag. Tað kunnu vit ikki,
um vit taka høvudsavtaluna
við, sigur Karl Johansen.
Hann vísir á, at stødan var
ein heilt onnur, um so var,
at fakfeløgini misnyttu
verkfalsrættin, so var stødan
ein heilt onnur.
Tað gera vit ikki, og tí
haldi eg at tað er óneyðugt
við eini høvudsavtalu, sam-
stundis sum tað avmarkar
okkara arbeidsmøguleikar,
sigur formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Men hvor er so orsøkin
til at tað ikki er samsvar
millum tað, sum Fíggjar-
málaráðharrin sigur og tað
sum annars er komið fram
Karl Johansen heldur tað verða eitt fólkafloksynski at fáa
eina hóvuðsavtalu
um høvudsavtaluna?
- Eg veit ikki rættiliga,
men eg kundi hugsað nær,
at tað eru fólkafloksmenn-
inir, sum ynskja at fáa eina
høvudsavtalu igjøgnum á
arbeiðsmarknaðinum. og at
fíggjarmálaráðharrin bara
ikki er samdur vid teimum.
— Eg kann í hvussu er siga
so mikið, at tå eg samråddist
vid teir i fjør, tå fekk eg at
vita, at eg fekk nógv fleiri
krøv ígjógnum, um eg tók
høvudsavtaluna. Tað gjørdi
eg ikki og ti fingu vit bert
tað vanliga. Nøkur få oyru
afturat um timan, sigur Karl
Johansen.
Ti heldur hann, at tad
kortini liggur meir aftanfyri
kravid um eina høvudsav-
talu, enn at tað bara er ein
savnsmynd
ballón, sum verður send upp
við millumbilum.
— Hon var uppi at venda í
fjør, og tå lá hon eisini í
buktini, sigur hann.
Men nær fara tit sjálvir
at samráðast?
— Tað verður um ikki alt
ov langa tíð. Sáttmálin er
júst uppsagdur og tað skal
kallast til fundar innan eina
viku eftir at sáttmálin er
uppsagdur.
Hvørji eru so krøvini hjá
tykkum ?
— Nei, so langt fari eg ikki
at úttala meg. Eg haldi at
vit eiga at fara í gongd við
samráðingarnar áðrenn vit
fara at úttala okkum um
krøvini, sigur Karl Johansen
at enda.
taflokkurin vil — Ein stór
misskiljing
Tad er ein misskiljing, at høvud-
savtalan er ein ófrávíkilig treyt fyri
såttmåla, men tad er eisini mis-
skilt, at ein høvudsavtala ger nak-
ad vid verkfalsrættin
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki sort, at fólk
eru ørkymlad av teimum
ymsu fráboðanunum, sum
eru komnar um samráð-
ingarnar millum Fíggjar-
málastýrið og Starvs-
mannafelagið.
Vit hava spurt Tummas
Magnussen á lønardeild-
ini um hann kann greiða
okkum vidurskiftini.
— Tad er ein misskiljing,
at talan er um eitt ófrá-
víkilig krav, sigur hann og
vísir til tað, sum Karsten
Hansen, fíggjarmálaráð-
| harri segði við útvarpið í
| gjár.
| Eg haldi, at tað sigur
tað, sum tað skal., og tí
fari eg ikki at úddýpa tað
meir, sigur Tummas
Magnussen.
Men hann leggur tó
| dent á, at fólk í fakfelags-
| heiminum púrasta hava
misskilt meiningina við
høvudsavtaluni.
— Ein høvudsavtala ger
einki vid verkfalsrættin
| hjá feløgunum, sigur
| hann.
— Tað at vit ynskja at
gera eina høvudsavtalu er
bara tí at vit vilja hava
vidurskiftini, sum vid-
víkja såttmålapørtunum í
eina avtalu fyri seg.
— Orsøkin til tað er, at
tá ið sáttmálarnir fara úr
gildi, so eru allar avtalur
farnar úr gildið, og tað
halda vit ikki verða rætt.
Tummas Magnussen
vísir á, at ein í prinsipp-
inum skal samráðast um
allan sáttmálan umaftur,
hóast tað í veruleikanum
ikki er so.
— Tí slepst undan um
vit gera eina høvudsav-
talu. Tá verða tær stóru
linjurnar lagdar í høvuds-
avtaluni, meðan setanar-
viðurskiftini verða ásett
í samráðingunum.
Men sambært Tummas
Magnussen so fær hetta
onga åvirkanå Væækf alin: á
rættin sjá felógunum.
— Tað er ein står. mis-… |
skiljing, stgur hann. |
Tummas Magnussen
sigur, at fleiri onnur feløg
hava biðið um at fáa eina
høvudsavtalu, men at
hann ikki vil út við hvørji
tey eru. |
- Sosialurin
er har tað hendir
www.handilskjarnin.fo
N. Finsensgøta 8 - Tlf. 317919